-Enn eru so bara gingnir 28 dagar síðani vit løgdu allar hesar fýra kommunurnar saman. Tað ber illa til, at siga nakað um tað enn.
-Men mín vón er, at um fýra ár fara vit øll at siga, at tað var ein røtt avgerð at leggja kommunurnar saman. At allir borgararnir í øllum bygdunum kunnu fegnast um tað, sigur Rodmundur Nielsen.
Hann er í dag borgarstjóri í eini stórari kommunu, ið fevnir um bygdir heilt úr Æðuvík til Elduvíkar. Men ætlan hansara er at gera alt fyri, at allir borgarar í øllum bygdunum koma at føla seg sum eina eind.
Bæði Rodmund og umsitingin í Runavíkar kommunu vita, at hetta er eitt stórt mál. Men júst hetta málið fer at hava hægsta prioritet hesa komandi tíðina.
Á nýggjárinum varð Runavíkar kommuna økt við teimum "gomlu" kommununum í Oyndarfirði, Skála og Elduvík.
Avgreiðsla á staðnum
Tað er ein fullkomuliga nýggj kommuna, sum nú skal fara til verka. Í fyrsta lagi er hon víðkað við fleiri kommunum, og haraftrat eru nýggj fólk eisini komin í sjálvt býráðið, sum er víðkað til 11 limir.
-At fáa hesar fýra kommunurnar at virka sum eina eind, tað er tann stóra avbjóðingin hetta komandi skeiðið. Vit ynskja at fáa ein stabilitet í kommununa, soleiðis at tað ikki skal vera munur á at búgva í Elduvík, Skála ella Runavík. Vit skulu øll føla, at vit búgva í eini stórari kommunu ? og í eini kommunu sum virkar.
-Teir fyrstu mánaðirnir fara helst at ganga við at fáa hetta í rættlag. Men vit hava tí eisini sett júst hetta sum eitt mál, ið hevur hægsta prioritet í okkara arbeiði. Slíkt hendir ikki frá einum degi til annan, sigur Rodmundur.
Eitt stórt arbeiði skal eisini gerast í øllum bygdunum í kommununi, soleiðis at tey venja seg við hugsanina um, at tey nú hoyra til Runavíkar kommunu. Fyri mangar bygdir er hetta ein rættiliga nýggj avgerð, meðan ein t.d. á Skála hevur havt fleiri ár til at fyrireika seg uppá samanleggingina, tí samstarvið varð formaliserað fyri fleiri árum síðani.
-Mín vón er, og tað ynskja vit øll, at eftir fýra árum fara vit øll at siga, at tað var ein røtt avgerð at leggja kommunurnar saman. Enn eru so bara 28 dagar farnir, men vit arbeiða miðvíst at tvinna alt saman til eina stóra eind, sigur Rodmundur.
Avgreiðsla á staðnum
Millum Oyndarfjørð og Runavík eru bert 25 km. Hetta er ikki so nógv í fjarstøðu, tá ein veit at vegasambandið er gott. Men tá talan er um kommunalmál og ein fyrispurning frá einum borgara, kann fjarstøðan tykjast long.
Fyri at tryggja øllum borgarunum í kommununi eina góða tænastu, hevur stórkommunan fingið sær bæði staðbundnar nevndir og avgreiðsluskrivstovur í trimum av bygdunum í kommununi. Hesar fara so at hava opið ávísar dagar um vikuna.
Skipanin verður so, at avgreiðsluskrivstovan á Skála verður opin eina ávísa tíð týsdag og hósdag; tann í Oyndarfirði mikudag og tann í Funningsfirði fríggjadagar. Her fer eitt starvsfólk at hava ábyrgdina av at taka ímóti teimum, sum hava ørindi har og so fáa tey send víðari til avgreiðslu í Runavík. Við millumbilum er ætlanin at borgarstjórin sjálvur skal vera til staðar hesar dagar.
Í øllum hesum førunum er talan um eina ávísa endurnýtslu. Tað verður ein maður við royndum í kommunalum málum, nevniliga skrivarin í teirri gomlu kommununi á Skála, Eyðun Rasmussen sum fer at hava hetta arbeiðið undir sær.
Og skrivstovurnar sjálvar verða í hølunum hjá teimum gomlu kommununum, soleiðis at neyðugt ikki er at byggja nýtt.
-Hetta er so ein loysn, vit hava valt at seta í verk. Vit vita kortini ikki enn um hon er hin rætta, men tað vil tíðin so læra okkum.
-Tað sum hevur týdning fyri meg persónliga er, at íbúgvararnir í útjaðaranum hava eitt stað, har teir kunnu fáa síni mál avgreidd í heimbygdini, sigur hann.
Út um egnan sandkassa
Nógv samband er í dag millum kommunurnar í Eysturoynni. Okkurt skal endurskoðast og okkurt skal dagførast.
Millum hesi málini er samstarvið millum teir mongu skúlarnar. T.d. hevur Runavík samstarv við Nes kommuna um breytirnar í skúlanum; næmingar á Skála ganga í Stranda skúla og næmingar úr t.d. Funningi ganga í skúla í Runavík.
Somuleiðis er havnin í Funningsfirði felags havn millum ta gomlu Elduvíkar kommunu og Funnings kommunu. Í dag er hon so ístaðin vorðin ein felagshavn fyri Funnings og Runavíkar kommunur.
-Út frá hesum er greitt, at áhugamálini og samstarvið gongur á kross millum kommunurnar í oynni. Vit ætla tó ikki at fara inn og gera nakrar kollveltandi broytingar beinanvegin, men heldur fara hóvliga til verka.
-Alt fer at taka sína tíð, nú sjónarringurin og støddin eru vorðin størri. Vit skulu nú, um eg so má siga, hugsa út um okkara egna sandkassa, og læra okkum at hugsa, at henda stóra kommunan nú skal savnast til eina stóra og sterka eind, sigur Rodmund.
Hann er sjálvur tann, sum hevur staðið næstur í øllum arbeiðinum í hesi víðkanini at kommuni. Hinir limirnir í býráðnum og fólkið úti í teimum ymsu bygdunum skulu eisini venja seg við hesar tankarnar. Fólkið í Runavíkar kommunu er kortini ikki heilt ókent við at hava eina stóra og spjadda kommunu, tí tann gamla kommunan fevndi jú bæði um t.d. Æðuvík, Lamba og Skipanes.
Rodmundur er tó fegin um tann positiva viljan, sum hann møtir allastaðni. Serliga fegin er hann um vælvildina hann møtir í umsitingini til hesar broytingar. Uttan eina positiva og góða umsiting, sum er ein av stóru grundarsteinunum í arbeiðinum at leggja allar hesar bygdirnar saman í eina kommunu, hevði arbeiðið verið munandi truplari.
Trýst á miðstaðarøkið
Íløgukarmurin hjá Runavíkar kommunu er umleið 19 mió. kr. í ár. Og her eru mong viðurskifti, ið skulu setast í gongd ella sum bøtast skal um.
Eitt mál, sum altíð er viðkomandi í slíkum viðurskiftum er lendi til sethús. Her er kommunan í teirri støðuni, at grundøki eru tøk í øllum kommunum. Men tað undrar neyvan nakran, tá sagt verður, at størsta trýstið er á miðstaðarøkið í Runavík og Saltangará.
Í løtuni er ein bíðilisti eftir grundøkjum við beint omanfyri 30 umsóknum, men spurningurin er, um her er talan um fólk sum eru sinnaði at fara undir bygging alt fyri eitt ella tey bíða til seinni. Ein ítøkilig ætlan um útstykking liggur í løtuni klár uppi á Høgaleiti, har ætlanin er at fara til verka í summar. Hinvegin eru eisini smærri útstykkingar í teimum smærru bygdunum í kommununi. Í løtuni standa t.d. tvey sethús í gerð lið um lið í Rituvík.
Fyri Rodmund er eingin ivi um, at møguleikin hjá fólki at fáa grundøki er samanbundin við vøksturin í fólkatalinum á staðnum. Hann vísir her til Skála, har ein miðvíst hevur lagt seg eftir at kunna nøkta tørvin á grundøkjum.
Á odda í skúlaviðurskiftum
Skúlaviðurskiftini í kommununi er eitt, ið borgarstjórin er nógv upptikin av. Hann vísir á, at í undanfarna býráðið var eitt ávíst arbeiði gjørt við at minka um skúlaeindirnar, fyri at fáa eitt betri skúlaverk og við minni flutningi av skúlabørnum.
Eitt annað er, at skúlabørn í Oyndarfirði og á Skála ganga í 8. til 10. flokk á Strondum. Henda skipanin hevur virkað væl, men fer eisini at verða hugd eftir í framtíðini.
Tá tað snýr seg um tey brekaðu og menningartarnaðu hevur kommunan í stóran mun sjálv loyst øll málini. Hetta hevur hon gjørt m.a. at útgerða skúlan í Lamba til hetta og í Søldarfirði, har partar av skúlunum eru tiknir burturav til undirvísingina av hesum børnum.
Tað er tí ikki av leið, sum sagt verður í seinastu útgávuni av MBF-blaðnum, at Runavíkar skúli hevur gingið á odda tey seinastu 25 árini við at geva børnum við serligum tørvi eitt skúlatilboð á staðnum, har næmingurin býr ella har hann ynskir at ganga í skúla
Rodmundur hugsar ikki bert um tey "vanligu" skúlaviðurskiftini í kommununi, sum hann stjórnar. Hann heldur, at nógvir av skúlaspurningunum fyri hesi børnini við serligum tørvi, eiga at verða loystir av øllum kommunum í Eysturoynni. Ikki hvør í sínum lagi.
- Eg vil siga, at higani er ein góður vilji til at tosa saman um hesi viðurskiftini, men enn vantar so tann landspolitiski viljin til at koma eitt fet víðari.
Hann vísir á, at í Søldarfjarðar skúla eru tvær skúlastovur settar av til menningartarnaði børn og í skúlanum í Lamba ganga í løtuni tríggir næmingar ? tveir við fjølbreki og ein við autismu.
Í løtuni fer fram ein útbygging av skúlanum í Oyndarfirði, og á Skála er ein sera góður skúli, sum lýkur øll krøv. Í Funningsfirði er eisini ein góður skúli við góðum karmum. Har kundi ein tó ynskt sær uppaftur fleiri skúlabørn.
Uttan havn - eingin Runavík
Flestu kommunurnar í økinum eru vaksnar frá havnaøkinum og hava síðani ment seg fram við strondini ella niðaneftir. Og just hetta við góðum havnaviðurskiftum er ein av grundstuðlunum í virkseminum í hesi stóru kommununi.
Fyri Rodmund Nielsen er tí eingin ivi um, at havnaviðurskiftini eisini í framtíðini fara at standa ovarlaga á listanum yvir útbyggingar og betringar, soleiðis at tænastustøðið kann vera á somu hædd sum nú.
- Vit fegnast sjálvandi um tað stóra virksemið sum er á og kring havnirnar í kommununi. Og okkara ynski er, at enn meiri lív má koma í framyvir.
Hann hugsar her um viðurskiftini á Skála við m.a. skipasmiðjuni, eins og hann við spenningi sær, hvussu virksemið í Søldarfirði spakuliga er farið at økjast aftur.
Har hevur ein latið byggja eina stóra goymsluhøll til m.a. alifóður, sum ætlanin er at útflyta til onnur lond. Teir hava somuleiðis keypt ein bát til endamálið, og tað skilst, at ein ætlar at byrja eina fasta rutu við hesi framleiðsluni millum Søldarfjørð og meginlandið í næstum.
Umstøðurnar í Runavík og á Skála eru sera góðar, og tí væntar Rodmund at virksemið fer at halda fram sum nú og helst vaksa eitt sindur. Enn er tó ikki talan um nakrar útbyggingar, men betringar og viðlíkahald er altíð á skránni.
Men ofta vísir tað seg, at eitt viðlíkahald er meiri at líkna við eina útbygging.