Guernsey: Hálvi marathon-teinurin var á skránni hjá kvinnunum fríggjamorgunin. Her høvdu Føroyar Rigmor N. Arge og Borgarhjørt Holm við í kappingini, og tað var eisini skjótt greitt, at tær báðar ætlaðu sær at vera við hampuliga langt frammi.
Fyrra helmingin av teininum fylgdust tær báðar, men tá Rigmor spakuliga fór at merkja okkurt í legginum, fór Borgarhjørt avstað í jagstranini eftir bronsunni. Tað eydnaðist henni eisini at renna seg upp á triðja plássið, men á seinastu runduni inni á stadion-økinum misti hon tó leiðsluna.
- Ytsta geilin á breytini var avmerkt, so helt, at vit skuldu renna her úti, tá vit komu á stadion. Brádliga sá eg tó, at ein rennari kom í innaru geilini, har teinurin kring vøllin jú er styttri, og tað kostaði mær bronsuna. Tað var nú einki serligt, men tað gerst so ikki við. Silvur fyri liðið er eisini gott, og tað velji eg heldur at fegnast um, segði Borgarhjørt.
Hóast lítla skaðan, sum hon altso merkti nakað til, so megnaði Rigmor at halda sítt fimta pláss allan teinin, og sjálvsagt var hon ovurfegin um, at tað hevði eydnast liðnum at vinna silvur.
- Tú setir jú altíð nøsina upp eftir heiðursmerkjum, men tú kanst ongan tíð vita, um hetta er rætti dagurin. Tað er eisini so í slíkum kappingum, at tú bara rennir eftir plaseringum. Teinurin hevði annars hóska væl til eina góða tíð, men hvat. Liðið fekk jú silvur, so skít verið við restini, segði ein troytt ? men ovurfegin ? Rigmor N. Arge, júst innkomin á málið.