Romantisk hús í Geilini

Fýra hálvar hæddir, ein flott arkitektoniskt snið og nógvar spennandi og praktiskar detaljur. Vit hava vitjað húsini hjá Bergljót og Jóan Magnus Johannesen í Geilini í Klaksvík

Ovarliga í Geilini í Klaksvík standa húsini hjá Bergljót og Jóan Magnus Johannesen. Eini hvít hús við Kjølinum sum stórslignari bakgrund. Ein smalur vegur førir okkum niðan í túnið uttanfyri húsini við tí vakra sniðinum.

- Upprunaliga ætlaðu vit at byggja eini eitt-plans hús. Økið var planerað og klárt at byggja á, men arkitekturin, sum vit fingu okkum at tekna húsini, helt, at tað hevði riggað betur við einum húsum av hesum slagnum, sigur Jóan Magnus Johannesen.

Ísak Johannesen í Klaksvík hevur teknað húsini, og hann hevur dugað væl at fáa húsini bæði snøgg og praktisk.

Húsini eru í fýra hálvum hæddum, og trappur eru ímillum hæddirnar. Hóast hetta kann ljóða sum nógv gongd upp og niður gjøgnum trappur, virkar tað rættilga natúrligt og lætt at flyta seg runt í húsunum.

- Vit hugsaðu, at tað fór at blíva ov nógv gongd upp og niður ígjøgnum trappur, men tað hevur als ikki verið nakar trupulleiki við trappunum, sigur Bergljót Johannesen.

Tær fýra hæddirnar liggja rættiliga natúrliga upp at hvørjari aðrari, og innrætningin ger húsini hugnalig, opin og innbjóðandi.


Praktisk niðasta hædd

Jóan Magnus vildi hava eitt gott kjallararúm og garasju, og tað er snildisliga teknað inn. Garasjan er sunnanfyri húsini, og frá garasjuni ganga tey inn í eitt gott og væl innrættað kjallararúm. Har hava tey ein eyka køk, goymslurúm og annað.

Í niðastu hæddini er eisini eitt kontór, sum tey bæði brúka. Jóan Magnus siglir við við seismikkskipi í Noregi, og Bergljót er lærari. Hon brúkar kontórið til eitt nú at rættað uppgávur hjá sínum næmingum.

- Eg vildi hava eitt kontór, sum var tætt við inngongdina, so tað var praktiskt at taka ting inn og út uttan at skula ígjøgnum øll húsini, sigur hon.


Hvítt og myrkt

Onnur hæddin er við einum køki við bryggers og einari stovu. Tey hava eisini eina stovu í ovastu hæddini, og hana brúka tey sum sjónvarpsstovu. Koma gestir á gátt, brúka tey vanliga stovuna á aðru hædd.

Veggirnir eru allir málaðir hvítir, og myrkabrúnt gongur aftur innbúgvinum á aðru hædd.

- Eg eri ikki so nógv fyri sterkum og nógvum litum, men tað ber til at brúka onkran einstakan sterkan lit, sigur Bergljót.

Valið av grundlitunum ger, at húsini tykjast rættiliga klassisk og romantisk, men tey eru samstundis modernað og spennandi.

Bergljót og Jóan Magnus hava tvær døtur. Joan er 2 ár, og Vónbjørt er 9 ár. Genturnar hava hvør sítt kamar, og har eru nógvir litir at síggja. Einki er at ivast í, at tað eru gentur, sum eiga kømurini, og nógv reytt er at síggja aftur.

Eldra gentan hevur kamar á ovastu hædd, og hon hevur eisini eina geniala hugnaholu inn í veggin. Har kunnu hon og vinkonurnar spæla og hugna sær, og tað ber eisini til at hava liggjandi gestir har.


Jóan Magnus smíðaði

Bergljót og Jóan Magnus fluttu inn í húsini í 2004. Húsini er stoypt úr betongi, og búvíddin er umleið 210 fermetrar. Afturat tí kemur ein kjallari og ein stór garasja, sum samanlagt eru einar 90 fermetrar.

Jóan Magnus smíðaði húsini innan, og hann fekk hjálp frá beiggja sínum.

- Vit royndu at gera alt so liðugt sum gjørligt, áðrenn vit flutt inn, tí nógv siga av royndum, at tá tey fyrstu eru flutt inn, so sleppa tey ógjørdu tingini at liggja í langa tíð, tí luftin fer av ballónini, sigur Jóan Magnus.

- Tað eydnaðist eisini at fáa húsini rættiliga liðug, og eg kann eisini staðfesta, at okkurt av tí, sum manglaði at gera, bíðaði eina tíð, áðrenn tað varð gjørt.

Húsini eru væl frágingin. Finishið er gott, og innrætningur og innbúgv gera tey rættliga hugnalig – og ikki minst heimlig.