bríksl var um reppið, at Magni á Lakjuni og Súni Fríði Johannesen settu hol á. Trý mál í seks minuttir Bæði út frá møguleikunum fram ímóti endanum á 1. hálvleiki og við støðuni á stigatalvuni í huga var tað [...] hava felt Hans á Lag. Og stutt fyri leiklok var Allan Mørkøre aftur upp á spæl. Hann breyt ígjøgnum í høgru, har TB verjan var tunn, legði innfyri til John Hera Dam, sum hevði loyst Magna á Lakjuni av (ætlanin [...] og sigursleysa botnliðið, sum tókust á Sevmýri, sást lítið til eina langa løtu. Skuldi TB gera nakað við HB, so skuldu teir gera tað beinanvegin, og tað tóktust teir á heimaliðnum væl at vera greiðir yvir
bólturin var á veg út av vøllinum, men landsliðsmaðurin megnaði við bringuni at temja ímóti GÍ málinum og stinga fram ímillum tunnu GÍ miðverjuna. Andréy sá út til at vera á rangstøðumarkinum, men Jóhan Carl Dam [...] púra leysur mitt fyri málinum. Russararoyndin var, tá toftamenn vóru á odda 2-1. Andréy hevði sjey minuttir frammanundan lagt B68 á odda. Málið var úrslit av meistaraligum Øssur Hansen avrikið. Magnus [...] var øðrvísi Tað sást beinanvegin, at avrikið hjá GÍ var ikki á hædd við tað, sum teir vístu, tá NSÍ vitjaði. Ta ferðina høvdu teir fulla ferð á og vóru sannførandi. Hesa ferð komu teir sjáldan úr triðja
Klaksvíkingar høvdu tapt 6-0 á útivølli, og hóast tað var sera stórur fjáltur á teimum har niðri, og avrikið var langt undir tí, teir áttu at kunna framt, so var undirhaldið á heimavølli gott. KÍ tapti 3-2 [...] Gøtumenn fara heilt víst at gera sítt besta, tá teir í kvøld klokkan 19 frenna inn á grasvøllin á Svangaskarði. Og tað er ikki heilt óhugsandi, at tað fer at bera til at fáa eitt hampuligt úrslit. Føroyingar [...] 3-2, men tá tað restaði eitt stórt korter, vóru teir á odda 2-1, og tað var spennandi. Áskoðararnir kunnu vóna, at GÍ fer at megna tað sama, men tað kann roknast við, at hugburðurin hjá ungverska liðnum
teimum at vinna ein javnleik. Sigrarnar ætla teir at vinna tey bæði næstu umførini, sum eru á heimavølli móti Sumba og á útivølli móti ÍF. TB liðið er skert, tí einasti landsliðsmaðurin í Suðuroy, Óli Johannesen [...] sannlíkt, at hann verður við aftur tær nógvu fyrstu vikurnar. Pól Juul Vilhelmsen, Jóhan Lützen og Kurt Mørkøre hava sitið á beinkinum tær síðstu ferðirnar, so tað vera ivaleyst teir, ið fara at loysa av. [...] kostar nógvar kreftir at spæla á vátum og tungum grasvølli. Í gjárkvøldið høvdu teir lætta venjing í Sarpisgerði, og í morgun fóru teir suður til Vágs, har teir skulu spæla á Eiðinum seinnapartin klokkan
havhestarnir, heystfjallið, harurnar. Men títt størsta var at hava ein góðan tjans á skipi. Góði sonur, tað bleiv so endin á tínum lívi, og fekst eina váta grøv. Havið gevur, men havið tekur. Í hesum føri [...] mánaðir saman í hjúnabandi. Tómrúmið verður tungt ár eftir ár. Men myndirnar á vegginum hanga so livandi og penar og minna okkum á títt og tykkara milda smíl sum tit hava, góði Hilbert og Halla, sum ikki eru [...] uppringing, brøv, øll sum góvu okkum so góðan stuðul í stóru sorg okkara, tøkk øll somul. Góða Sigga, Jóhan og Rani Tankarnir eru hjá tykkum altíð, góðu tit trý, tit hava mist ein góðan mann, pápa og forsyrgjara
Poulsen. HB-FS Vágar 4-6 (3-1) Hóast tað ikki var so stórur munur á spæli, so kom HB skjótt framum 3-0. Men eftir steðgin fekk FS Vágar fatur á heimaliðnum, sum beint undan steðginum gjørdi eitt óneyðugt brotsspark [...] ikki so ofta fyri longur. Fyrra umfarið var hálvrunnið, áðrenn VB fekk hol á, og teir øktu tíðliga í seinna umfarinum. Hans Jákup á Líknargøtu, sum hevur verið aftastur í GÍ verjuni, minkaði um munin beinanvegin [...] plássinum, sum ber kvalifikatiónsdyst um rættin til at spæla í 2. deild við sær. Men hesaferð taptu teir á Svangaskarði, og nú er gloppið upp til sannførandi oddaliðið so mikið stórt, at Skála ivaleyst hevur
hann snaraði væl, tí hann kom á krússapott og bæði reyða og bláa Gekkin. - Fyri at vera heilt ærligur, so fór eg eftir tí stóra vinninginum. Fyrst kom eg á krússapottin og so á reyða Gekkin við 20.000 krónum [...] snaraði eg, greiðir Johan frá. - Fleiri hava sagt, at tey hildu meg vera blivnan býttan, at eg helt á at snara, men eg hugsaði, at henda møguleikan fekk eg ikki aftur, sigur Johan. - Tað eydnaðist, hatta [...] sonin, men hann tímdi ikki at spæla, so eg spældi so ístaðin. Tað gekk skjótt, eini 6 ella 7 tøl komu á rað og so vóru bert 2 eftir, sigur Johan Lisberg, ið síðani ringdi inn, men tað var upptikið fyrstu
fram og heilfluktaði bóltin, sum fór á tvørstongina og í mál. Sera vakurt, og 2-0 til VB. B68 hevði ikki nógv at bjóða uppá í fyrra hálvleiki. Í spæli gekk javnt á, men tað var heimaliðið, sum hevði flestu [...] og Krzystof Popczynski hevði eina roynd á tvørstongina. Triðja málið hjá vágbingum kom eisini rættiliga tíðliga í seinna hálvleiki. Milan Culjic var fyrstur á einum innleggi úr vinstru síðu, og við støðuni [...] burtur aftur, og B68 kom fyri seg. Trýstið frá toftamonnum gav teimum eisini eitt brotsspark, tá Jóhan Carl Dam metti, at Eyðun Kjærbo feldi Fróða Benjaminsen inni í brotsteiginum. Brotssparkinum tók Jan
Johannesen, TB. TB-B68 (Birgir Sondum) 8. umfar: Bartal Eliasen, ÍF. ÍF-VB (Jóhan Carl Dam) 9. umfar: Sten Sørensen, TB. GÍ-TB (Jóhan Carl Dam) 10. umfar: Jan Dam, HB. HB-B36 (Lassin Isaksen) 10. umfar: Dejan [...] umfar: Jón Tórður Holm, TB. TB-Sumba (Niklas á Líðarenda) Ellivu dómarar hava higartil dømt í 1. deild. Teir eru nevndir niðanfyri, og í klombrum er sett talið á dystum, sum teir hava dømt, og talið av reyðum [...] hava givið: Lassin Isaksen (9/3), Niklas á Líðarenda (8/3), Birgir Sondum (7/8), Oddmar Andreasen (6/1), Suni Johansen (6/2), Petur Erhard Kjærbo (6/1), Jóhan Carl Dam (5/2), Kim Ejdesgaard (5/2), Petur
var Jóhannes Petersen frammi við. Skotroyndin hjá honum tók í stólpan, og Leivur Hansen, sum hevði verið á verjukenda miðvøllinum, men í 2. hálvleiki varð fluttur á vongverjan í høgru, var fyrstur á re [...] teimum í Sundalagnum og á Eiði. Teir eru framvegis hóttir av niðurflyting, og teir tykjast ikki hava serliga stórt álit á, at nógv stig skulu dragast í reiðrið, tá teir spæla á útivølli. Í Sarpisgerði [...] málmøguleika. Men so fekk heimaliðið hol á, og so gekk skjótt. Liðformaðurin hjá GÍ, Heini Heinason, varð skrivaður fyri fyrsta málið. Innleggið kom úr vinstru, Jóhannes Petersen royndi í fyrru atløgu at stýra