at tað eina ferð seint í summar ella tíðliga í heyst verður greitt, hvør tann nýggi presturin verður, ið skal røkja kallið, sum millum aðrar Vesturkirkjan er í. Prestar kunnu sita í kallinum til teir fylla [...] Við postinum í gjár fekk Hans Jákup Joensen, bispur, bræv frá Høgna Poulsen, presti í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Í brævnum heitir Høgni Poulsen á bisp um at biðja krikjumálaráðið um at loysa [...] fylla 70 ár. Høgni Poulsen verður 69 fyrst í oktober mánað, og hann og hin presturin í kallinum, Kjartan Mørkøre, eru javngamlir.
mundið sum Tor Lund vitjaði í Føroyum, at orðaskiftið um útgerðarhavnir tók seg upp. Hann sigur, at teir í Noregi høvdu eitt líknandi orðaskifti seinast í 70-unum og fyrst í 80-unum. -Sum eitt útlendskt [...] henda støðin fer at virka í meira enn bert eitt stutt tíðarskeið. Tað hann annars hevur sæð av havnum í Føroyum, so er ikki tørvur á at gera størri íløgur í basavirksemi í løtuni. Talan er bert um onkrar [...] er ein av oddamonnunum í eini av størstu fyritøkunum í Noregi, nevniliga Norsk Hydro. Sum ein av stjórunum í hesi risafyritøku var tað náttúrligt, at Tor Lund var við á samkomuni í Listaskálanum herfyri
kipini leggja leiðina til Føroya. Sum so er einki nýtt í hesum, tí ferðamannskip hava vitjað í Føroyum á nærum hvørjum sumri langt langt aftur í tíðina. MEN alt broytist og so er eisini við hesum. Skipini [...] annars verið at sæð roknistykkið yvir, hvat t.d. tey 24 skipini og ferðafólkini leggja eftir seg í Føroyum í ár, og hvørja ávirkan hetta hevur á búskapin. [...] hesum skipum. Annað er, at mongu ferðafólkini, sum fara í land, leggja eisini nakað eftir seg hjá handlum og fyritakssemi sum heild. Mong fólk í landi skulu til at taka sær av hesum ferðafólkunum, og ein
vit minnast tað í Føroyum í áttatiárunum. Men av tí, at danir hava tikið stig til køla búskapin, verða tað neyvan innanlands, donsk viðurskifti, sum fara at ávirka rentuna. Jokarin er í fjareystri Hjallgrím [...] rentustøðið sum í áttatiárunum, rokni eg ikki við. Hjallgrím Samuelsen, á Fíggjar- og fyrisitingardeildini hjá Føroya Sparikassa roknar ikki við, at rentustøðið fer at hækka nakað serligt í nærmastu framtíð [...] metingar, at rentan stórt sæð fer at vera á tí støðið, tað er á nú í nærmastu framtíð. Síðani Per Hviid, stjórin á búskapardeildini í Den Danske Bank nú ein dagin varð endurgivin fyri at siga, at tað var
Á Havsbrún í Fuglafjørði hava tey ikki enn viljað viðurkent, at slagið um ídnaðarfiskin undir Føroyum er tapt. Sum greitt er frá í greinini niðanfyri, hevur leiðslan á Havsbrún slept sakarmálinum, sum [...] endurgjald fyri mista inntøku av, at ídnaðarveiðan undir Føroyum varð bannað. Men tað merkir ikki, at málið um ídnaðarfiskiskapin undir Føroyum er slept og at leiðslan á Havsbrún hevur givið skarvin yvir [...] undir Føroyum um árið. Trýst og ósemja Stjórin á Havsbrún vísir á, at hetta eru stór virði, sum fara fyri skeytið. Tey fara fyri skeytið av tí at politikarar góvu eftir fyri trýsti frá bólkum í fiskivinnuni
var at krevja í endurgjaldi fyri hvørt ár, ongin fiskiskapur eftir ídnaðarfiski var undir Føroyum. Ídnaðarskipini hildu uppat at fiska undir Føroyum í 1995 eftir áheitan og árið eftir, í 1996, vórðu loyvini [...] geva ilt av sær, tí táið ídnaðarfiskiskapurin undir Føroyum helt uppat, gluppu túsundtals tons av rávøru teimum av hondum, og harvið milliónir av krónum í inntøku. Men nú hevur leiðslan á Havsbrún skift støðu [...] Tá ið ídnaðarfiskiskapurin varð bannaður undir Føroyum, hótti Havsbrún við at leggja sak ímóti landsstýrinum við kravi um endurgjald fyri mista inntøku av tí rávørunøgdin til virkið kom at minka so nógv
Á Havsbrún hava tey havt nógv at gera higartil í ár. Fyrstu sjey mánaðirnar í ár hevur Havsbrún tikið ímóti 110.000 tonsum. Og tað er hampiligt, sigur stjórin, Bergur Poulsen. Men kappingin er hørð m [...] verið. Tó er nógv at gera á fóðurdeildini. Í gjár skuldu trý skip koma á Fuglafjørð við ídnaðarfiski. Saksaberg hevur um 700 tons, Jupiter hevur 1.100 tons og Chr. í Grótinum hevur um 1.700 tons. Tað er alt [...] at hvítingsbróðurin undir Føroyum hevði komið so ómetaliga væl við. Ístaðin fyri at vit fingu tey 30.000 tonsini, sum tað er ráðiligt at fiska av hvítingsbróðuri undir Føroyum um árið, noyðast vit nú at
sera stórur, og útselt var næstan beinanvegin. Tey hava verið ymsastaðni í Føroyum, T.d í Suðuroy, við Gjógv, í Klaksvík, í Saksun og í Dímun. Eisini hava tey verið ferðir við Norðlýsinum. [...] júst verið aftur í Føroyum, hesaferð sum ferðaleiðari og han var tað, sum við ferðafólki umborð á Norðlýsinum lá í Hoyvík hetta illveðurskvøld. Hann fór av landinum í gjár. Útselt At ganga í sporum Barbaru [...] forvitnisligu ferð. Í alt 120 fólk eru í ferðaløgunum. 80 fólk vóru á bíðilista. Tað er samstarv millum Atlantic Airways og Mouritsens Bussar, sum í ár hevur 15 ára baki, ið hevur fingið ferðinar í lag. Stórur
ovuni í Runavík siga tey, at undirtøkan vanliga er góð. Bæði føroyingar og útlensk ferðafólk nýta henda møguleika at koma út í náttúruna og upp á hægsta fjall í Føroyum. Ferðaleiðarar eru Olaf í Garði [...] Eini 10 slíkir túrar verða gjørdir árliga. Tvær ferðir afturat í ár verður farið niðan á Slættaratind. Áhugaði kunni møta á Eiðisskarði ella í kirkjuni á Eiði 1/2 tíma áðrenn fráferð. Nærri fæst at vita frá [...] Leygardagin 25. juli skipar Kunningarstovan í Runavík fyri gongutúri niðan á Slættaratind. Skipað verður javnan fyri slíkum túrum og undirtøkan hevur verið góð. Kostnaðurin er 100 kr. Møguleiki er eisini
Samstundis sum fleiri og fleiri hús verða smíðað í Føroyum, vaksa tilboðini eisini, hvussu húsini skulu síggja út. Snikkarameistari Rói Dahl-Jacobsen úr Havn er nú komin við einum nýggjum sniði av húsi [...] 800.000 Snið nr. 1, sum er liðugt á pappírinum, er eitt 140 fermetur stórt hús í einari hædd. Øll sniðhúsini verða tó ikki í einari hædd, so keyparin hevur nakað av velja ímillum. Rói sigur, at tað verður [...] bygd á staðnum, har tey skulu standa. Vit gera alt arbeiðið soleiðis at húsini eru klár at flyta inn í, tá ið vit fara, sigur Rói. Afturat sær hevur Rói bæði múrarar, rørleggjarar og fólk sum orna fyri sanitet-