ávirkan á tað, sum hendir í Sýrialandi. Samstundis eru ábendingar um, at víðgongdir muslimar fáa størri og størri undirtøku millum uppreistrarmenninar. Talan er yvirhøvur um kreftir, sum eru ímóti demokratii [...] demokratii, og sum fáa fíggjarligan stuðul úr Saudiarabia og øðrum oljulondum við Persaflógvan, skrivar blaðið. Amerikanararnir bera ótta fyri, at gongdin í Sýrialandi fer at líkjast gongdini í Afghanistan [...] n, sum millum annað gróðursetti yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda.
privata innlánið í teimum donsku peningastovnunum hevur ongantíð verið so stórt sum nú, og í meðal eigur hvør dani, ung sum gomul, 146.700 krónur í part í peningastovnunum. Bara í síðsta mánað vaks uppsparingin
fleiri arbeiðspláss til væl útbúnar útisetar, sum í dag ikki koma aftur, orsaka av vantandi arbeiðsmøguleikum. Seinastu árini er talið á teimum, sum flyta til Føroya, minkað, og hetta er ein beinleiðis [...] ein góður møguleiki at menna Føroyar sum íverksetaraland. Tí, um vit styrktu innsatsin at stuðla íverksetum munandi at komi nógv skjótari fram til tær prototypur, sum hugskotini aloftast snúgva seg um, [...] og at vinna pening, tí allar forðingar eru beindar av vegnum. Føroyar eru tá ein íverksetaradepil, sum dregur at sær fólk úr øllum heimi.” Pessimisman í okkara tíð man gera sítt til, at mong munnu ivast
land, og hvørjum stendur frítt at fylgja sínum dreymum og gera sum teimum lystir. Og tó. Á hvørjum ári verða nýggj forboð sett í verk, sum skulu forða okkum vanligu borgarum at gera hetta og hatta. Vanliga [...] velja at gera hesi víðfevnandi inntrivini í gerandislívið hjá vanliga føroyinginum, er tað sum oftast við heilsuni sum argument. Sagt verður ofta, at hesi tiltøk verða sett í verk fyri at betra um heilsuna [...] merkir fleiri pengar til íløgur ella skattalættar, sum jú altíð eru populer – serliga í valári. rogvi@sosialurin.fo ----------- Forboð og Frámæli Forboð, sum eru galdandi Forboð móti at roykja á almennum støðum
broytingar í ríkisrættarligu støðuni, og sagt seg vilja virka fyri, at Føroyar verða skipaðar sum sjálvstøðugt land, sum nú. Hetta er støðan eftir at løgmaður hevur boðað frá, at hann ynskir eina umskipan av [...] fyri at endurnýggja ríkisrættarligu støðu okkara og at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt land. Verður fyrst hugt at teimum flokkum, sum hava fráboðað at teir vilja arbeiða fyri, at Føroyar gerast sjálvstøðugt [...] ríkisrættarligu støðu. Frá verandi ríkisfelagsskapi til ein ríkjafelagsskap, har londini samstarva sum sjálvstøðug lond í einum felagsskapi. Hetta eru ómetaliga góð tíðindi. Tí hetta er sjálvandi rætti
ávirkaði eisini Heffron, og sum frá leið, misti suðurafrikanarin ferðina. Hetta fekk italiumaðurin Dorando Pietri at vita, og tað var, sum góvu hesi tíðindini honum nýggjar kreftir, sum hann eisini brúkti og [...] Heldur ikki í USA, har hann bleiv roknaður sum hetja aftan á tað, sum var hent á White City-vøllinum í London. Heiðursmerki frá drotningini Dorando Pietri var sum vera man í ringum hýri av kolldømingini, [...] kapping í svimjihylinum. Tey flestu sóu fyri sær ein hábærsligan vinnara, sum fór at koma inn á leikvøllin við fullari ferð, og sum fór at halda somu ferð inn um málstrikuna. So kom hann - tann fyrsti, men
kapping, sum gav hvørjum manni nóg mikið og summum ov nógv. Ein rennari úr Portugal doyði, so útlúgvaður var hann, og 68 aðrir valdu at gevast. Hvarv Shizo Kanakuri var millum teir 68 rennararnar, sum góvust [...] japanska marathonrennaran, sum hvarv uttan fyri Stockholm í 1912, og søgan gjørdist ein støðugt størri gáta. Í dag hevði hetta verið ørvísið, men samskiftið tá í tíðini var ikki sum nú, og Japan var eitt sera [...] rennaranum. Hann hevði eydnuna við sær. Í einum lítlum býi, sum eitur Tamana, fann hann tann gamla rennaran. Har hevði hann livað eitt stillisligt lív sum lærari í landalæru, men nú hann var vorðin 70, hevði