feløgini tóku í fjør lut í ávikavíst steypakappingini og UEFA kappingini. Tað fingu tey 80 túsund sveisikar frankar ella 360 túsund krónur í part fyri. Fitt at fáa, er tað einki at ivast í, at teir í Havnini [...] meistararnar í 1998 verður ikki útgoldin fyrrenn í juli í ár 2000, men tað man ikki gera so nógv! Komandi summar fer B36 at fáa milliónina fyri meistaraheitið í 1997 og harvið luttøkuna í innleiðandi umfarinum [...] Í hesari vikuni skulu tvey føroysk fótbóltsfeløg í europeiska eldin, og tað er bæði ein ítróttarlig og fíggjarlig avbjóðing. Tað kunnu tey feløgini skrivað undir uppá, sum royndu seg í Europa Cup í fjør
lønin í Føroyum er einar 20-30 krónur lægri, enn hon er í Danmark og í Noregi. Sáttmálasetta lønin í Føroyum er 86,65. Í Danmark og í er hon lægri, í Noregi hægri. Men veruliga lønarlegan í grannalondum [...] grannalondum okkara er nógv hægri. Í høvuðsstaðarøkinum í Danmark liggur handverkaralønin um 140 krónur í miðal. Aðrastaðni í landinum er hon eitt sindur lægri, men ongastaðni er hon lægri enn 105 krónur. [...] meiri enn teir høvdu havt fyri sama arbeiði í Føroyum og tað lokkar teir at fara. Men samstundis taka teir arbeiðið frá handverkarunum í tí landinum, teir arbeiða í. Teir skulu hava yvir 100 krónur um tíman
greitt varð frá í blaðnum í gjár. Eftirlønarprosentið verður goldið á konto hjá FHF. Men nú ætlar HHF at seta tiltøk í verk fyri at fáa tann partin av eftirlønarprosentinum, sum handverkarar í Havnini eiga [...] arbeiða av tí, at skattafrádrátturin er so stórur. Annars vísir formaðurin í FHMF aftur, at allir handverkarar í Føroyum arbeiða fyri minstulønina. Tað er ikki rætt. Langt ífrá tí. Ongar viðmerkingar [...] Og er tað rætt, sum vit hoyra um lønirnar, teir fáa uttanlands, høvdu teir forvunnið væl meiri í Føroyum, um teir arbeiddu líka nógv her. Men her er tað, at skattafrádrátturin ger so stóran mun. Men fyribils
Tann stóri munurin er tó, at í Oman undirvísi eg bara í einum ljóðføri, meðan eg í Føroyum undirvísti á nógvum ymiskum umráðum. Í Føroyum var tað eisini meir sosialt inni í myndini. Um onkur ikki kom til [...] Dávid trívist væl í Oman. Nú hann er í summarfrí í Føroyum, leingist honum aftur til uttandura svimjihylin og at spæla á strondini. Og hann heldur tað eisini vera eitt sindur ov kalt í Føroyum. Men foreldrini [...] nógv øðrvísi at liva í Oman í mun til heima í Føroyum. Men tú mást uppliva tað fyri at fáa eina rætta fatan av landinum og fólkinum, sigur Lív. - Eg síggi nógv øðrvísi uppá tað nú, í mun til tá ið eg bara
eru tað fyrsta oljusamtakið, sum festir røtur í Føroyum. Frammanundan hevur norska oljufelagið Saga latið upp skrivstovu í Havn. Tað felagið er í løtuni í samráðingum við tvey onnur feløg um samstarv. [...] i, sum nú lata upp skrivstovu í Føroyum, hava annars lagt seg eftir at seta føroyingar í starv. Higartil hevur Amerada Hess sett tveir føroyingar í fast starv og aðrar í tíðaravmarkað størv. Lasmo, Dong [...] Ætlanin er at skipa fyri móttøku í nýggju hølunum í Hanusargøtu 2 í Havn fríggjadagin. Tað verður so Francis Gugen, sum er Executive Vice President fyri Norður-vestureuropa í Amerada Hess, við. Tey umrøddu
dekninginum. HERFYRI viðgjørdu vit í oddagrein støðuna í Ísrael, og niðurstøða okkara var tann, at høgravenda stjórnin í Ísrael, setir ikki bert kílar í friðargongdina í økinum - hon beinleiðis leggur upp [...] vil, men í okkara hugaheimi og í hugaheiminum hjá mongum øðrum, og sum gongur fram í greinunum, ið vit hava prentað á síðu tvey í dag, so er tað ein sannroynd, at tað eru júst høgraflokkarnir í Ísrael, [...] lurta eftir útvarpinum og annars fylgja við í tí, sum fyriferst úti í heimi í hesum døgum, hava helst lagt til merkis, at tað fer ikki dagur, uttan at støðan í Ísrael verður viðgjørd.Hóast vit her á blaðnum
tað gongur betri fíggjarliga í Føroyum. Í kreppu árunum flutti fólk í hópatali av landinum og enn væntar nakað, áðrenn fólkatalið í Føroyum fer at náa somu hæddir, sum síðst í áttatiárunum. Men tó eru tekin [...] tekin um, at fólk støðast í Føroyum nú. Uttan at fara at greina hetta nærri, so sæst, at betri sær út, um vit hyggja at talvuni, ið nevnist Gjaldsjavni Føroya. Vøkstur í innflutningi Eisini um vit hyggja [...] Nevnast kann, at í Svínoy eru nærum 20% av monnunum tøkir. Hinvegin er áhugavert, at eingin kvinna sær út til at vera skrásett har. Í Skálavík, har talið er eini 6 - 7 %, er tað sama galdandi. Í fleiri kommunum
Ísrael hevur ongantíð vunnið í Føroyum, hóast teir hava roynt tvær ferðir. Ísraelska landsliðið spældi javnleik móti tí føroyska í 1992, og í 1995 vann KÍ 3-2 á Maccabi Haifa í kappingini fyri steypavinnarar [...] sleppa at royna seg móti avgjørt sterkasta liðnum í Ísrael í løtuni, og í Beitar Jerusalem er eingin ivi um, at teirra lið fer at vinna. Umboð fyri felagið var í Jugoslavia og lúrdi eftir B36, men tað er ikki [...] neyvan til dystin í kvøld, tí hann hevur ovmikið at síggja til á politiska økinum, har tað sum vant er kókandi heitt. Tað verður eisini heitt á vøllinum í Jerusalem í kvøld, men teir í B36 hava fyrireikað
plássið, og har var hann eisini í fjør. Í 1995 var ríkisumboðsmaðurin, sum annars plagdi at ganga fremstur, fluttur aftur á áttanda plássið, í 1996 var hann fimtur í røðini, og í fjør var hann eisini á fimta [...] fer í og úr kirkjuni, áðrenn tingið verður sett, men tingformaðurin hevur tryggjað sær, at tað er politisk undirtøka fyri boytingini, sum hann hevur gjørt. Mánadagin var fundur í formansskapinum í løgtinginum [...] hvør skal ganga næstfremst í skrúðgonguni. Nú hevur løgtingsformaðurin gjørt av, at løgtingsformaðurin, sum sambært stýrisskipanarálitinum hevur embætið við hægst tign í Føroyum, skal hava løgmann høgru
farnir frá, eru vælkomnir at taka lut í skrúðgonguni. Teir plaga at ganga aftastir. Í ár prædikar Andreas Andreasen, prestur í Hvalba. Tað eru framvegis onkrir prestar, sum ikki hava prædikað á ólavsøku, [...] tingárið byrjar í kirkjuni, har politikarar og onnur hoyra Guds orð, og eg skilji eisini væl, at tað hevði verið undarligt, um løgmaður, sum hevur gingið fremstur í so mong ár, ikki framvegis varð í fremstu røð [...] áðrenn løgtingsformaðurin legði uppskotið fyri formansskapin í løgtinginum. ? Hetta er ein øðrvísi manning av skrúðgonguni, enn mælt verður til í álitinum frá nevndini, ið hevur viðgjørt spurningin, men eg