Arge, stjóri í flogfelagnum, sigur, at ætlanin er at byrja longu tiðliga í heyst. Hann sigur, at høvuðsdenturin fer at vera lagdur á at flúgva við feskum fiskavørum úr Føroyum til marknaðin í Evropa. Sostatt [...] fiskivinnuni er í ferð við at verða gingið á møti. Seinastu tíðina hava fiskaseljarar aftaná fiskaseljarar gjørt vart við, at tað, sum er mest avgerðandi fyri fiskivinnuna, er, at betri samband fæst ímillum Føroyar [...] ílag. Og Magni Arge sigur, at gongst sum ætlað, verður farið undir farmaflutningin longu í heyst. Tá skuldi í hvussu so er Atlantsflog verið til reiðar. Spurningurin er kanska um fiskaútflytararnir verða
Í dag er dagurin, nógv fólk hava bíðað leingi eftir. Tí tað var í dag, at grabbin varð settur í jørðina og fyrstu bøkkarnir vóru tiknir oman av í sambandi við arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin. Grabbin [...] seta á, og tað verður vónandi í heyst, sigur Teitur Samuelsen. Teitur Samuelsen sigur, at í løtuni verður arbeitt við at gera projektið, og ætlanin er at at bjóða arbeiðið út í mai ella juni. Bæði Eystur [...] m, og tað er J&K Petersen, sum ger arbeiðið. Teitur Samuelsen, stjóri í Tunlafelagnum sigur, at arbeiðið skal vera liðugt síðst í august, og tá hevur J&K Petersen gjørt arbeiðsvegirnir til tunnilin, a
, hann nú fer at reisa í samgonguni. - Eg vil hava nakað at henda á hesum øki og tí fari eg at taka málið upp í samgonguni, sigur Heðin Mortensen. Les eisini: Nú skal skil fáast á parkerinini í Havn Hann [...] Nú skal ein skipan setast í verk, har tað ber til hjá kommununum at krevja gjald fyri at parkera bilin. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og formaður í kommunufelag føroya. Men fyri at k [...] Heðin Mortensen. Í hesum sambandi hevur Tórshavnar Býráð leingi tosað um at fáa loyvi til at seta eina skipan við gjaldsparkering í verk, har bilførarar kunnu keypa sær parkeringspláss í eina ávísa tíð.
dømis givið verður í Íslandi. Nú er tað kortini ikki so, at húsagangur er í durunum, hóast hendan avtalan fer fyri einki, sigur Ari Thomassen. Tí í aðrar mátar er væl at gera á Kovanum í løtuni, sigur hann [...] Fiskiídnaður Sandavági:Kovin í Sandavági fær sum er ikki uppfylt gjørda handilsavtalu við franska handilsketu, tí ov lítð av fiskalivur fæst í Føroyum. Niðursjóðingarvirkið Kovin í Sandavági hevur gjørt avtalu [...] greiðir frá, at verkætlanin í grundini byrjaði við, at Kósin og Sandoy Seafood fóru at taka í móti ókruvdum útróðrarfiski fyri á tann hátt lættari at fáa gagnnýtt innvølin, eitt nú livrina. Tí tað vísir seg
ikki við í Intertoto Cup dystinum, men hann verður við í kvøld. Í B68 hópinum er ein nýggjur maður í kvøld. Hann eitur Morten Skytte. Talan er um 23 gamla sonin hjá venjaranum, sum er í Føroyum í summarfrí [...] fæst at síggja hvør dugur er í teimum. Hjá B68 er neyðugt at fáa øll stigini, um teir framvegis skulu vera við í kappingini um fremstu plássini. Tá B68 var á Skála í bólkaumfarinum í steypakappingini, [...] Jóannes Hansen Síðsti dysturin í níggjunda leikumfarinum verður spældur í kvøld. B68 spældi í Intertoto Cup leygardagin. Tí var dysturin hjá teimum á Skála útsettur til í kvøld. Skála hevur bara tvey stig
at hetta lánið eisini hongur í leysum lofti í løtuni. - Í løtuni mugu vit bert staðfesta, at tað fæst ikki rakstur í framleiðsluna, og tí valdu vit at steðga á. Og beint nú er framtíðin rættiliga óviss [...] Tað hevur einki arbeiði verið á Norðís í ár, og nú eru eisini øll fólkini, sum hava arbeitt á virkinum, uppsøgd. - Tað hevur verið so tungt at koma í gongd í ár, at vit hava valt at leggja arbeiðið stilt [...] so gjørt av at steðga á og royna at gera støðúna upp. - Tað ber í løtuni ikki til at siga nakað um, nær ella um virkið fer í gongd aftur. Í ringasta føri kann tað henda, at virkið fer á húsagang, sigur Jóhan
skip í heili 250 ár. Tað er tað næststørsta skipasmiðjusamtakið í Evropa, og tað níggjunda størsta í heiminum og nýggja suðuroyarskipið verður bygt á eini skipasmiðju hjá samtakinum í San Fernando í Suðurspania [...] Suðuroyarsiglingin Nú er nýggi Smyril farin at líkjast einum skipi. Fleiri partar av skipinum eru nú settir saman, so at nú fæst ein mynd av, hvussu hann fer at síggja út, tá ið hann er liðugur. Og Magnus [...] Magnussen nú sjálvur við øllum húskinum til Spania at búgva í eitt ár, har hann skal arbeiða við nýggja Smyrli burturav. Hann fer við Norrønu 1. august og eftir at hava hildið frí í Danmark í eina viku
hevur verið verkætlanarleiðari í vindmyllulundunum í Neshaga og í Húsahaga. Hann er eisini verkætlanarleiðari fyri battarískipanini, ið verður royndarkoyrd í Húsahaga í hesum døgum. [...] Leiðslan í SEV hevur útnevnt Terja Nielsen sum menningarleiðari í elfelagnum. Terji Nielsen fer umboðandi eitt menningartoymi at samstarva breitt við allar viðkomandi deildir í SEV og samstarvspartar hjá [...] ari í SEV, eftir at leiðslan hevur avgjørt at skipa menningarvirksemið í elfelagnum á sjálvstøðugari deild. SEV hevur altíð arbeitt við menning og gransking tvørfakliga á ymisku deildunum, men nú er m
rætt ella rímiligt, at vit tosa um fólk í fátækaváða? Og hvør er so í fátækraváða í Føroyum? Tað eru spurningar, sum verða viðgjørdir í kjaksending á Rás2, klokkan 16 í dag. Tey, sum fara at viðgera spurningin [...] fyri Javnaðarflokkin, og limur í løgtingsins trivnaðarnevnd, Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, og forkvinna í trivnaðarnevndini, umframt at hon er borgarstjóri í Vága Kommunu, og Annika Olsen [...] uppihaldarar, og ber tað til at gera mun á fólki í fátækaváða við tað, at tvey foreldur kunnu klára seg við 15.000 krónum í part um mánaðin, men onnur ikki klára seg fyri 20.000 ella 25.000 kr um mánaðin
síðani verður koppingarevnið sent út haðani – eitt nú til Føroya. – Vit fáa tríggjar bakkar av koppingarevni afturat fyrstu vikurnar í nýggja árinum, so at vit í viku 5 hava fingið samanlagt 4 bakkar, sigur [...] 800 skamtar av Pfizer koppingarevninum í fyrstu veiting fyri ársskiftið, men soleiðis varð ikki. ES samveldið stendur fyri innkeypinum hjá teimum 27 londunum í felagsskapinum, og Føroyar og Grønland fáa sín [...] fáast 6 ella 7 skamtar úr hvørjum glasi, og tí kann roknast við, at í øllum førum 1.100 skamtar fáast úr teimum 195 hettugløsunum í einum bakka. Tveir skamtar skulu brúkast til hvørja koppseting, og tí