Fiskiídnaður
Sandavági:Kovin í Sandavági fær sum er ikki uppfylt gjørda handilsavtalu við franska handilsketu, tí ov lítð av fiskalivur fæst í Føroyum.
Niðursjóðingarvirkið Kovin í Sandavági hevur gjørt avtalu um sølu av góðum 20 tonsum av niðursoðnum livraútdráttum til hesa fronsku handilsketuna.
Ari Thomassen, stjóri á Kovanum, sigur, at roknað varð við, tá avtalan varð gjørd, at als eingin trupulleiki fór at vera at framleiða tað, avtalað var. Hann greiðir frá, at verkætlanin í grundini byrjaði við, at Kósin og Sandoy Seafood fóru at taka í móti ókruvdum útróðrarfiski fyri á tann hátt lættari at fáa gagnnýtt innvølin, eitt nú livrina. Tí tað vísir seg, at menn meta tað ikki altíð stríðið vert at taka livrina, tá kruvt verður umborð.
Men nú er Kósin givin við verkætlanini, sigur Ari Thomassen, og samstundis er rávørugrundarlagið hjá Kovanum burtur.
Eftir stendur so Kovin við eini sølkuavtalu upp á góð 20 tons, men hevur bara kunnað framleitt eini fýra-fimm tons, sigur hann.
?Tað er sera óheppið. Partvís hava vit gjørt íløgur, hóast ikki so øgiliga stórar. Eisini noyðast vit at siga eina gjørda avtalu upp, og koma soleiðis at missa pengar. Men tað, sum upp aftur veri er, sigur Ari Thomassen, er tað, at vit so helst eisini fara at standa sum óálítandi í eygum keyparans og fáa ringt orð á okkum. Og tað kann gerast ógvuliga dýrt.
Hann sigur, at tey hava roynt at lýst við, at tikið verður í móti livur. Serliga er tað toskalivur, brúk er fyri. Men eitt nú longulivur er eisini vælkomin. Longulivur er jú tiltikin góð.
Men reaktiónin hevur verið lítil, eini fimm kilo er tað heila, tey hava fingið, síðan lýst varð, og tað ger hvørki til ella frá í hesum høpinum, sigur stjórin á Kovanum.
Hann sigur, at Kovin letur fimm krónur fyri kilo av livur. Tað er einar tvær krónur ella meira, enn til dømis givið verður í Íslandi.
Nú er tað kortini ikki so, at húsagangur er í durunum, hóast hendan avtalan fer fyri einki, sigur Ari Thomassen.
Tí í aðrar mátar er væl at gera á Kovanum í løtuni, sigur hann. Serliga eru tað rognini, sum nú væntandi fara at geva nógv arbeiði. Í løtuni arbeiða 14 fólk á Kovanum.