Er tað rætt at tosa um fátækadømi í Føroyum?

Kjaksending verður á Rás2 í dag um fátækadømi

 - Er tað rætt ella rímiligt, at vit tosa um fólk í fátækaváða? Og hvør er so í fátækraváða í Føroyum?

Tað eru spurningar, sum verða viðgjørdir í kjaksending á Rás2, klokkan 16 í dag. 
Tey, sum fara at viðgera spurningin, eru tríggir kvinnuligir politikarar úr andstøðu og samgongu, nevniliga Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, og limur í løgtingsins trivnaðarnevnd, Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, og forkvinna í trivnaðarnevndini, umframt at hon er borgarstjóri í Vága Kommunu, og Annika Olsen, landstýriskvinna í almannamálum.  

Óli Breckmann, sum skipar fyri kjakinum, sigur, at fara at umrøða, um tað er rímiligt at krevja, at ein stakur uppihaldari skal hava líka góða inntøku, sum tveir uppihaldarar, og ber tað til at gera mun á fólki í fátækaváða við tað, at tvey foreldur kunnu klára seg við 15.000 krónum í part um mánaðin, men onnur ikki klára seg fyri 20.000 ella 25.000 kr um mánaðin?

- Er fátækaváði ein fyribilsstøða, hjá, eitt nú lærlingum, lesandi, ungum til arbeiðis, arbeiðsleysum, óarbeiðsførum ella hjá fólki í arbeiði parttíð og lágløntum, ella tosa vit um fólk, sum alt lívið stríðast við lægri lønt arbeiði?

 
Ella eru stakir uppihaldarar, sum eru bundnir av børnum í fleiri ár, og illa sleppa út at arbeiða, í fátækaváða?

 
- Hvussu stórur er ínntøkumunurin hjá fólki, sum liva av veitingum frá tí almenna, og teimum, sum liva av løn á arbeiðsmarknaðinum og loysir tað seg nóg væl at arbeiða 40 tímar ella minni, sammett við hvat fæst burturúr við at liva av almennum veitingum?
 


- Er skattaskipanin nóg arbeiðsfremjandi, ella eggjar hon ikki fólki nóg nógv til at arbeiða fyri løn heldur enn at liva av veitingum?


 
Og er fátækadømið ein peningalig ella ein sinnilig støða, sum fólk koma í, verður spurt í sendingini.