35 arbeiðsleys á Norðís

- Worst Case Scenario er, at virkið fer á húsagang, men vit arbeiða við at kanna, hvussu vit aftur kunnu fáa eina lønandi avtalu við bretsku keypararnar, sigu Jóhan Páll Joensen, stjóri

Tað hevur einki arbeiði verið á Norðís í ár, og nú eru eisini øll fólkini, sum hava arbeitt á virkinum, uppsøgd.
- Tað hevur verið so tungt at koma í gongd í ár, at vit hava valt at leggja arbeiðið stilt fyribils, sigur Jóhan Páll Joensen.
Virkið hevur roykt hýsu til bretska marknaðin, men nú tá keypararnir ikki vilja avtaka føroysku hýsuna, tí teir siga, at fiskiskapurin ikki er burðardyggur, hevur leiðslan valt at steðga á fyribils, og tey 35 fólkini, sum hava arbeitt á Norðís, eru nú leys av virkinum.
- Vit fara nú at kanna, hvat vit kunnu gera, fyri at fáa bretar at síggja øðrvísi upp á føroyska hýsufiskiskapin, og tað verður eitt drúgt og stríggi arbeiði, sigur Jóhan Páll Joensen.
Stjórin á Norðís sigur, at tá tað kemur til roykta hýsu er Bretland marknaðurin.
- Tað finnast nokk marknaðir aðrastaðni, men eingin, sum er so góður sum tann bretski, sigur Jóhan Páll Joensen.
Spurningurin um bretska boykottið av føroyskari hýsu hevur verið uppi og vent í Løgtinginum, og Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, vísti í einum svari upp á ein munnligan fyrispurning á, at vinnan sjálv eigur at loysa trupulleikan við bretska boykottinum.

Framtíðin óviss
Fyribils hevur leiðslan á Norðís so gjørt av at steðga á og royna at gera støðúna upp.
- Tað ber í løtuni ikki til at siga nakað um, nær ella um virkið fer í gongd aftur. Í ringasta føri kann tað henda, at virkið fer á húsagang, sigur Jóhan Páll Joensen.
Tað er annars ikki so langt síðani, at Eiðis Arbeiðsmannafelag hevur veitt Norðís eitt lán.
- Ja tað er rætt. Arbeiðsmannafelagið hevur verið ógvuliga positivt, og teir hava veitt okkum eitt lán, váttar Jóhan Páll Joensen.
Hann vil ikki nevna upphæddna, men viðgongur, at hetta lánið eisini hongur í leysum lofti í løtuni.
- Í løtuni mugu vit bert staðfesta, at tað fæst ikki rakstur í framleiðsluna, og tí valdu vit at steðga á. Og beint nú er framtíðin rættiliga óviss, men vit kanna sum nevnt møguleikarnar fyri at sannføra bretar um, at okkara hýsuveiða er burðardygg, sigur Jóhan Páll Joensen.