lá fyri at fara heim beinanvegin. Húsini vóru altíð opin fyri teimum og øllum í familjuni. Eg hugsi m.a. um, tá man fór í býin at keypa jólagávur, og børnini vóru so smá, at tað var strævið at hava tey við [...] tey vóru givin at hava jólatræ. Blíðari menniskju at koma inn til, havi eg ikki upplivað, og tað munnu mong vera samd við mær í. Bæði høvdu tey ótrúlig evni at halda saman uppá familjuna, og vóru tey altíð [...] við, so plagdi eg onkuntíð at spyrja Jógvan og Kammu, um børnini kundu vera hjá teimum eina løtu, hetta lat seg altíð gera. Hóast Jógvan onkuntíð var einsamallur inni og longu hevði fingið nøkur børn at
hesa tíðina. Eg haldi hetta varð viðvirkandi til at hon altíð hevði sera lætt við at ferðast. Tá børnini vóru komin undan, var hon nakrar ferðir uttanlanda, hóast abbi ongantíð vildi fara við. Hann fór ongantíð [...] systkjunum; men nú eru so øll farin. Á ættarstevnuni ífjør, tá ættarfólk eftir systkini hjá Jüttu vóru boðin saman, vóru 367 núlivandi fólk skrásett í ættini, og vit vita um fleiri sum eru komin síðani, so sigast [...] speiskliga til. Tey 21 árini mær untist at hava saman við honum, minnist eg hann sum ein góðan vin. Vit vóru sera væl, prátaðu um mangt og hvat. Serliga hevði hann áhuga í tí vinnuliga, sum fyrifórst á Bakka
Vit vóru júst komnir út í Norðsjógvin við kós ímóti Føroyum, tá eg fekk tey tungu boð, at vinur mín Jørgin ikki var ímillum okkum longur. Ringt var at skilja at Jørgin var farin, eg tosaði við hann í telefon [...] meg, at tað var seinastu ferð eg hoyrdi rødd hansara. Mær untist nógv góð ár saman við Jørgini, vit vóru til skips saman sum ungir, og síðani hava vit altíð verið saman av og á upp ígjøgnum árini. Tey seinastu [...] systkjum. Pápan misti hann fyri nøkrum áðrum síðan. Familjan hevði alt at siga fyri Jørgin, serliga børnini var hann sera góður við. Mangan møtti man honum við bili sunnumorgnar, tá var altíð onkur av børnunum
hvussu góð hon var við síni; mannin, børnini, ommubørnini, versonin og systrarnar Hon fylgdi væl við, tá Annfinnur og dreingirnir vóru til skips, hvar teir vóru og hvussu nógv teir fiskaðu. Dótturina [...] mammu síni. Jónhild tosaði nógv um ommubørnini, og henni dámdi væl at hava tey rundan um seg. Tá vit vóru uppi hjá Jónhild, var tað ofta at hon, við einum blíðum eygnabrái, segði, tá vit fingu onkra sjálvtsama
Jógvani, hava kent Jónfríð alt okkara vaksna lív ? heilt frá vit vóru blaðung. Svigarinna okkara var sum ein systir fyri okkum. Vit vóru á mangan hátt hvørjum øðrum lík ? til dømis at dáma væl at sita og [...] so slapp hon at vera barnagenta. Stokkarnir vóru altíð frammi, og tað var ikki smávegis, ið hon gjøgnum árini, umframt til síni egnu børn, bant til børnini hjá systkjum, systkinabørnum, svigarindum, svágrum [...] Og grátur. Tíggjundi januar 1998 var ein vakur dagur í Thorsager. Stilli, vetrarsól og kalt. Vit vóru til jarðarferð. Okkara elskaða Jónfríð skuldi jarðast. At vit skuldu siga farvæl við hana fyri seinastu
kom ivaleyst einamest av, at foreldur míni vóru slektað úr grannabygdini Funningi og kendu Jóhonnu Frederikku har norðuri frá, men eisini tí, at Jóhannurnar vóru fleiri í grannalagnum og í ættini annars [...] konumaður í orðsins sanna týdningi. Tá vit vuksu upp, var hetta eitt hugnaligt og lívligt grannalag. Her vóru børn í hvørjum húsi og eyðkent var, at fólk, kanska serliga menninir, stóðu uttanfyri og prátaðu - [...] broytist í hesum árum so skjótt. Fólkini fækkast - nógva staðni eru bert eitt í hvørjum húsi og børnini eru fá. Tað vil so vera, at fólk eldast og fara hiðani. Ikki ber til at siga, nær eg fyrstu ferð
Tung vóru boðini tann 18. august, um at okkara kæri pápi var farin, eftir drúgva sjúkralegu. Sjálvt um vit vistu, at hann ynskti at koma heim til sín faðir, sum hann so trúliga hevði fylgt alt sítt lív [...] lív, er saknurin eftir okkara pápa sera stórur, ikki minst fyri teg góða mamma. Vit sum vóru um hann hesa seinastu tíðina, vistu at hann hevði brúkt sínar seinastu kreftir, og ikki orkaði at stríðast meira [...] eisini altíð stundir til eitt prát um teirra støðu og av og á eina song at sova í. Nógvar góður løtur vóru saman við teimum mongu sjómonnunum, sum komu innar at lesa bløðini og stytta sær stundir meðan teir
í Havn 25. mai 1933. Foreldur hansara vóru Johanna Malena Jensen (Jóhanna Malena á Dul) og Hans Jacob Matras Sundstein. Hann var elstur av seks systkjum, og vóru systrarnar Hanna og Marjun, sum eru farnar [...] ríkisgóðkendur grannskoðari. Jógvan giftist Lydiu, fødd Marstein úr Klaksvík, á sumri í 1956. Tey fingu børnini Hans Paula í 1957, Rutt í 1959 og Eivind í 1962. Hans Pauli andaðist í januar í ár, 66 ára gamal [...] limur í Norðurlandaráðnum fleiri skeið. Jógvan Sundstein var politikari í tíðini, tá tað framvegis vóru 7 valdømir, og hann fekk dygga undirtøku frá veljarunum. Tað eru í dag bert tveir tingmenn eftir her
hjúnalag, sum teirra lív saman var besta prógv fyri. Fimm fingu tey børnini, ein drong og fýra gentur. Dinnafía kom at vera heima um børnini, meðan Jógvan Sofus stríddist á sjónum, fyri at forsyrgja sær og [...] Hann svaraði nakað soleiðis. Eg havi helst fingið nógva umsorgan frá mammu míni tey fyrstu árini, vit vóru tveyeini í húsi, meðan pápi var til skips. Men, legði hann afturat, eg fór at hjálpa henni og ganga [...] og gott fyri hann. Kallsoy fekk so stóran tokka til henda fitta og løgna smádrongin, at teir mangan vóru á floti saman tveireinir. Eitt sjáldsamt fyribrigdi fyri so mongum árum síðani og helst eisini í dag
Simonsen, vanliga kallaður Egga árarnar inn; og tíð hansara var komin. Konan hevur mist ein kæran mann, børnini syrgja ein góðan pápa, familja og vinir hava mist ein góðan vin. Hóast nívandi sjúku, hevur skelkurin [...] ikki minst sum almennur starvsmaður. Hugskotini trutu ikki, og úrslitini frá hugskotum til veruleika vóru eyðsýnd. Føroyska samfelagið hevur nógv at takka Jógvan S. Simonsen fyri. Hann vaðaði nógv. Byrjaði [...] Hansara gløgga vit og skil á flogøkinum steðgaði ikki her. Saman við Jóhan Restorf Jacobsen stjóra á SL, vóru teir við til at fremja slóðbrótandi arbeiði fyri at fáa sett eitt føroyskt flogfelag á stovn. Jógvan