Valluttøkan var 52,5 prosent, hóast tað var sera heitt í landinum í gjár, um 45 stig. Seinast vóru bara 40 prosent á vali. Haraftrat er ramadan, og andstøðan hevði eisini mælt fólki til ikki at fara á val [...] Á valinum í Kuwait í gjár var shiamuslimski minnilutin fyri stórum ósigri, og frælsisflokkurin hevði lítla framgongd. Bara tvær kvinnur eru valdar í tjóðartingið. Shiamuslimarnir missa meir enn helmingin [...] Orsøkin til frámælið frá andstøðuni er misnøgdin við eina vallóg, sum kom í 2012. Andstøðan heldur, at hon loyvir emirinum, Sabah al-Ahmed al-Sabah, og hansara familju at svika við valúrslitinum og halda fast
0,9 prosent í mun til tólv mánaðar skeiðið frammanundan. Vøksturin í meginøkinum var uppá 1,1 prosent, meðan talan var um eitt fall í Suðuroy uppá 0,6 prosent. Sløk 41 prosent av framleiðsluni hetta tí [...] mánaða í fjør. Av hesum stóð termiska framleiðslan, tað er úr olju, fyri ikki minni enn 88 prosentum. Framleiðslan úr vatni var uppá 7,6 prosent og úr vindi 4,3 prosent. Stórur vøkstur í Suðuroy Elframleiðslan [...] vøksturin í Suðuroy var uppá heili 17,3 prosent. Higartil í ár er 0,6 prosent meiri el framleitt í Føroyum sammett við somu tíð í fjør. Meðan framleiðslan í meginøkinum stóð í stað, vaks hon í Suðuroy 6,6 prosent
tænastuni var og fór at vera stórur. Væntast kann at alt fleiri, ið ikki hava føroyskan uppruna, koma at seta búgv í Føroyum í styttri ella longri tíðarskeið. Landsstýriskvinnan boðaði frá, at um kirkjan [...] kirkjan metti, at tíðin var búgvin til eitt integrasjónsprestaembæti, vildi hon arbeiða við málinum. – Hetta var eitt hugaligt skriv at lesa. Biskupur hevur boðað landsstýriskvinnuni frá, at kirkjan er sinnað [...] Lómaklett hesa tænastuna sum eina royndarverkætlan. Royndartíðin staðfesti tørvin á tænastuni. Hetta var ein góð tíð til gleði fyri mong. Marjun Lómaklett legði úr hondum ein avbera góðan gerning við fakligum
steðgaði bilinum, og tá ið fólk komu til, varnaðust tey, at maðurin var drukkin. Løgreglan varð boðsend, men áðrenn hon kom á staðið, var ávirkaði bilførarin rýmdur av staðnum til gongu oman móti bátahylinum [...] Eitt ferðsluóhapp á Toftum í mánadagin mundi enda galið. Óhappið hendi um hálvgum fimm tíðina seinnapartin mánadagin, tá ið ein bilur skuldi snara til vinstru við bensinpumpuna við gamla Oyrahandilin niðan [...] vegin móti Fótbóltsvøllinum. Ein bilur koyrdi beint aftan fyri henda bilin, og bilførarin varnaðist ikki, at fremri bilurin hevði steðgað á og gjørt seg kláran til at snara til vinstru. Hann rendi tí við
fáa náttúruáhugaði fólk at koma við á túrin, og hon hevði lýst túrin í bløðunum, hongt plakatir upp, og deilt flyers út. Túrurin kostaði einki, og tí var ikki torført at fáa fólk við. Túrurin vardi í tríggjar [...] i. Serritgerðin er um at fáa ein størri umsetning av kikarum í 3-aranum. Í sambandi við útbúgvingina skuldi Sára Svartá Sørensen skipa fyri einum aktiviteti, og besta hugskotið var at leiga gomlu sluppina [...] ð, og siglt varð síðani útum Nólsoynna, har kikararnir blivu væl brúktir. Veðrið var á einari leið, men eitt sindur var av mjørka. Umborð fingu kundarnir ein góðan bita at eta. Sára hevði sjálv sandwich
i, sum dugir at fanga eina og hvørja mannfjøld – um hon er stór ella lítil. Hanus hevur gjørt nógv løg og givið nógvan tónleik út í gjøgnum árini. Ikki minst er hann kendur fyri at tulka yrkingar hjá Pól [...] á festivalinum – eitt nú var hann við á fyrsta festivalinum í 2004 – men nú eru nøkur ár, síðani hann spældi seinast. Hanus Gærdum Johansen vaks upp í Klaksvík, og hann var virkin í tónleikalívinum í [...] í Klaksvík í nógv ár. Hann fór at spæla gittar og syngja sum blaðungur, og hann var við í onkrum tónleikabólkum. Hanus var til dømis við fyrstu árini hjá Frændum, og hann legði rødd til sangir á tveimum
Enterprice Oil, har StatoilHydro er fyritøðufelag. Tað var í hesum loyvinum, at Brugdan varð borað í 2006. Hóast hon gav nógvar upplýsingar, so varð hon ikki eitt oljufund. Tummas Hansen sigur, at Shell hevur [...] Hesi loyvi ganga ikki út fyrr enn um eini tvey ár. Tummas Hansen sigur, at her finnast seismisk data, sum ymsu feløgini hyggja at. Tað gongur so sína gongd. -Vit fara so leypandi at meta um loyvini og vit [...] spentir við, hvussu gongur í øðrum loyvum. Her hugsar Shellstjórin bæði um komandi boringina hjá ENI í summar í 005 men eisini um ætlaða brunnin á Súluleiðini í loyvi 008, har Chevron er fyristøðufelag
tey bæði kommunufeløgini um sáttmála fyri dagrøktarmammurnar. Mánadagin var fundur við Býarfelagið um sáttmála fyri dagrøktarmammurnar í kommununum, sum eru limir har. Talan er um dagrøktarmammurnar í Vági [...] gingu væl. ? Vit komu ikki á mál, men samráðingarnar eru í einum positivum anda. Hon sigur, at fundur er avtalaður aftur í næstu viku og tá væntat hon, at tað fer at eydnast at semjast um ein sáttmála. Tað [...] Tað er mest lønarspurningurin, sum skilir partarnar. ? Men munurin er ikki størri enn so, enn at tað eigur at eydnast at finna eina semju. Ingeborg Vinther sigur, at dagrøktarmammurnar hava yvirhøvur verið
har hann heitti á ES-londini um at útseta Brexit. Hetta tí ein gomul samtykt í tinginum staðfestir, at um eingin avtala var góðkend av parlamentinum áðrenn 19. oktober, var tað álagt forsætisráðharranum [...] ES-londini um at útseta Brexit. Enn er ikki greitt hvør støðan er hjá øllum ES-londunum, men danski uttanríkisráðharrin ger greitt, at man í Danmark góðtekur eina útsetan. - Vit eru klár at útseta, um tað er [...] parlamentinum í gjár, har limirnir í undirhúsinum sýttu fyri at atkvøða um Brexit-avtaluna millum bretsku stjórnina og ES inntil hon er nærri viðgjørd, mátti bretski forsætisráðharrin Boris Johnson í gjárkvøldið
at skora málini. At tað júst var eg, sum skoraði, hevur ikki so nógv at siga. Týdningarmiklari var tað, at vit endaðu betri, enn vit byrjaðu. Tað gevur okkum betri vónir um, at tað fer at ganga hampuligt [...] Heidi Sevdal er uppvaksin í NSÍ, og hon býr framvegis í Runavík. Nú spælir hon við HB. Broytingar Leygardagin komu boð um, at Rannvá B. Andreassen og Fríðrún Danielsen ikki kundu spæla við orsaka av kortunum [...] við, og bóltførleikin hjá teimum var væl betur, enn føroysku kvinnurnar áður hava upplivað. Hesin veruleikin saman við tí at stórur fjáltur var á føroysku spælarunum var orsøkin til, at heimaliðið á Tórsvølli