Dagrøktarmammur fáa munandi lønarhækking

Stór framstig eru gjørd í royndunum at fáa sáttmála fyri dagrøktarmammurnar kring landið. Í allarflestu førum ber sáttmálin í sær, at dagrøktarmammurnar fáa eina munandi lønarhækking


 

Seinastu dagarnir eru stór framstig gjørd í royndunum at fáa dagrøktarmammum kring alt landið betri og tryggari sømdir at arbeiða undir.

Tað hevur annars gingið strilti at fáa sáttmála fyri hendan bólkin á arbeiðsmarknaðinum, men nú er rættiligt glið komið á.

Føroya Arbeiðarafelag gjørdi herfyri sáttmála fyri dagrøktarmammurnar í Kollafirði.

Og nú er eisini sáttmáli gjørdur fyri dagrøktarmammurnar í Hósvík.

Annars hevur Føroya Arbeiðarafelag strongt á at fáa samráðingar við tey bæði kommunufeløgini um sáttmála fyri dagrøktarmammurnar.

Mánadagin var fundur við Býarfelagið um sáttmála fyri dagrøktarmammurnar í kommununum, sum eru limir har.

Talan er um dagrøktarmammurnar í Vági, á Tvøroyri, í Runavík og í Fugla-firði.

Tvær aðrar kommunur eru í Býarfelagnum, Tórshavnar- og Klaksvíkar Kommuna, men dagrøktarmammurnar har eru undir sáttmála við Starvsmannafelagið.


Gingu væl

Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at samráðingarnar við tær fýra kommunurnar í Býarfelagnum gingu væl.

? Vit komu ikki á mál, men samráðingarnar eru í einum positivum anda.

Hon sigur, at fundur er avtalaður aftur í næstu viku og tá væntat hon, at tað fer at eydnast at semjast um ein sáttmála.

Tað er mest lønarspurningurin, sum skilir partarnar.

? Men munurin er ikki størri enn so, enn at tað eigur at eydnast at finna eina semju.

Ingeborg Vinther sigur, at dagrøktarmammurnar hava yvirhøvur verið sera illa løntar og at sáttmálin fer í nógvum førum at bera í sær at tær fáa eina munandi lønarhækking.

Eftir sáttmálanum, sum er gjørdur við Hósvíkar Kommunu, fáa dagrøktirnar har nú 3.120 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið.

Ein triðingur av lønini er skattafríur og er roknaður sum endurgjald fyri millummála til børnini, til at gera tað aftur í húsunum, sum børnini oyðileggja o.s.fr.

Tá ið sáttmálin við Býarfelagið er fingin fra hondini, er eftir at fáa sáttmála við kommunurnar í Kommunufelagnum.

Men fundur er eisini avtalaður við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í næstu viku.

Orsøkin til, at sáttmáli er gjørdur fyri dagrøktarmammurnar í Hósvík fyri seg, er, at Hósvík er ikki limur í nøkrum av teimum báðum kommunufeløgunum. Og Kollafjørður fer, sum nevnt undir Havnina á nýggjárinum.

Tá ið sáttmálarnir við Býarfelagið og Kommunufelagið eru komnir í lag, eru allar dagrøktarmammur undir sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag, uttan tær í Havn, Klaksvík, Sørvági og á Skála, sum eru í Starvsmannafelagnum.