Shiamuslimar taptu valið í Kuwait

Á valinum í Kuwait í gjár var shiamuslimski minnilutin fyri stórum ósigri, og frælsisflokkurin hevði lítla framgongd. Bara tvær kvinnur eru valdar í tjóðartingið.

Shiamuslimarnir missa meir enn helmingin av sessum sínum í tjóðartinginum sambært endaliga valúrslitinum, sum er sent út tíðliga í morgun. Minnilultin fær bara átta av teimum 50 sessunum, skrivar Jyllands-Posten.

Við valið í desember fingu shiamuslimarnir, sum eru á leið 30 prosent av íbúgunum í lítla landinum, 17 umboð.

Frælsisflokkurin, sum einki umboð fekk á farna vali, fær nú trý umboð, og sunnimuslimarnir fara úr sjey niður í fimm.

Valluttøkan var 52,5 prosent, hóast tað var sera heitt í landinum í gjár, um 45 stig. Seinast vóru bara 40 prosent á vali. Haraftrat er ramadan, og andstøðan hevði eisini mælt fólki til ikki at fara á val.

Orsøkin til frámælið frá andstøðuni er misnøgdin við eina vallóg, sum kom í 2012. Andstøðan heldur, at hon loyvir emirinum, Sabah al-Ahmed al-Sabah, og hansara familju at svika við valúrslitinum og halda fast við valdið.

Tríggjar kvinnur hava sitið í tjóðartinginum, men nú verða tær bara tvær.

Hetta var sætta tjóðartingsvalið í Kuwait seinastu sjey árini.

(Mynd: Gustavo Ferrari/AP)