hann í 1898 flutti heim aftur at búgva. Heimkomin var hann við til at byggja skipasmiðjuna í Vestmanna og á Skála. Í 1905 flutti hann aftur til Havnar at búgva og fór at arbeiða í gomlu smiðjuni hjá Magnus [...] og byrjaði sjálvur egna smiðju undir navninum »Askham's smiðja« Í 1942 broytti smiðjan navn og kom at eita »Th. Askham & snr.«. Synirnir Simon William Askham, Thorstein Askham og Tummas Juel Askham »Ullaba« [...] dansistað upp gjøgnum 80-ini. Í dag er m.a. matstovan ”Gourmét” á sama stað. Leggjast skal afturat, at fyrsta sveisitólið kom til landið í 1914, og var tað Thomas Askham, sum innflutti tað.
grundreglunum, ið gera seg galdandi fyri góðan óheftan tíðindaflutning. Tað kemur upp á tal, at nakar fer at sensurera eitt blað ella ein almennan tíðindamiðil í Føroyum í dag, sigur Johann Mortensen. [...] - Tað er skelkandi, at ein politikari kemur við tílíkum ákærum. Tað sigur Johann Mortensen, tíðindaleiðari á útvarpsdeildini hjá Kringvarpi Føroya um viðmerkingarnar hjá Bill Justinussen, sum í Sosialinum [...] sum verandi ein miðil, ið hevur valt síðu í málinum um 266 B. Bill Justinussen vísti á skeivleikan í, at ein tílíkur almennur fjølmiðil við lógarásettum kringvarspgjaldi gekk ímóti tí, sum ein stórur partur
stig á muni millum liðini, og so er at síggja sera torført út hjá grøna havnarliðnum. Tí má Kyndil í roynd og veru vinna dystin fyri at halda fast í møguleikanum at røkka FM-finaluni. Gongdin hevur verið [...] seinasta vikuskiftið akkura´t kláraðu at koppa Neistanum við einum eitt máls sigri. Hjá Kyndli hevur eisini gingið heilt væl síðstu dystirnar. Teir byrjaðu við at tapa heldur óvæntað ímóti H71 í endaspælinum [...] grannauppgerðina ímóti Neistanum, áðrenn teir fingu kempa seg til ein javnleik í Kollafirði, eftir at hava verið aftanfyri við átta málum.
Tað var klokkan 9.15 í Føroya Rætti í morgun, at ákærurnar vórðu lisnar upp. Tvær ákærur vóru ímóti manninum, sum báðar ganga uppá, at hann hevur framt siðamisbrot móti 14 ára gomlu fosturdóttur sínari [...] teimum. Í fyrra førinum er maðurin ákærdur fyri at hava havt “anden kønslig omgang end samleje” við gentuna – í hesum førinum oralsex –, fyri síðani at hava gjøgnumført vaginala samlegu við hana. Sambært [...] Sambært ákæranum var hetta hent einaferð áðrenn juni í fjør, og nýtti maðurin harðskapshóttanir til at ávirka gentuna við. Í seinna førinum hótti maðurin eisini gentuna við harðskapi. Fyrst hevði maðurin vaginala
ikki til at flyta flogfarið, og tí vórðu ferðafólkini koyrd inn til terminalin við bussum. Magni Arge sigur, at flogfarið steðgaði normalt, og at eingin vandi var á ferð. Magni Arge sigur eisini, at slíkt [...] men okkurt bendir á, at tað var eitthvørt við ABS-bremsiskipanini sum gjørdi tað, segði Magni Arge í stuttari viðmerking í gjárkvøldið. Tá slíkt hendir, so blíva hjólini so heit, at skipanin automatiskt
Veitslan verður í felagshúsinum Herðubreið á Seyðisfirði kl. 18. Tey ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at sigja frá á tlf. 422822, 722822 ella 509822 áðrenn 8. mars. Silvurbrúdleyp Mánadagin 2 [...] mikudagin 4. apríl í Leguhúsinum í Nesvík frá kl. 19. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða vinarliga biðin um at tekna seg á tlf. 421314 ella 230850, áðrenn 20. mars. Mánadagin 11. juni 2007 hava [...] Dagurin verður hildin leygardagin 23. juni kl. 18. í Veddum forsamlingshus. Tey, ið ynskja at gleða okkum við at koma, kunnu tekna seg áðrenn 1. mai 2007 á tlf. 0045 98398339.
ferðirnar hava vit havt tað gleði at hava havnamannin Hans Jacob á Lava við, sum hevur glett okkum við sínum sangi og vitnisburði. Hann verður eisini við nú og kemur at spæla og syngja á møtinum í Esbjerg [...] drekkamuður verður at fáa eftir hvørt møti. Kom og ver við, tí tú kanst møta tínum landsmonnum her og fáa eitt gott prát. Til tykkum heima, sum kenna fólk á hesum leiðum, gerið okkum tann beina at siga teimum [...] Hinshcliffe úr Onglandi. Hetta verður kunngjørt nærri seinni. Um onkur ynskir at vita meiri um møtinin eru tit vælkomin at ringja til okkum á Malta 98944370 ella +298 228314. Teldupostadressa: gjaranes@post
Queen breyt frá øllum á kvøldinum, tí tað skerst ikki burtur, at hóast fólk hava tosað um eina Lordi-effekt og at Grand Prixið ongantíð fór at verða tað sama aftur, so høvdu fyrireikararnir av Grand Prixnum [...] og festligt og ein herlig sjálvsironi, ið klæðir Grand Prixnum. At øll ikki eru samd í, at sjálvsironi er rætta leiðin var prógva við, at danski soul favoritturin James Sampson og tann minst sjálvironiski
hvørt um annað skunda sær í allar ættir. Ymiskt kundi verið gjørt fyri at bøta um hesi viðurskifti. Tað týdningarmesta í hesum høpi, er at brúkarin, t. e. børnini, foreldrini, lærararnir og myndugleikarnir [...] Hesi skulu síðani orða ein politikk á økinum, og bera so í bandi, at boðini koma út til tey, ið ferðast í grannalagnum. Eitt gott høvið at fáa eitt slíkt samstarv í lag, er tá ið skúlin av álvara er byrjaður [...] Ymiskt er, hvussu ferðsluviðurskiftini eru uttan fyri landsins skúlar. Í Havnini er ferðslan ógvuslig so at siga allastaðni í býnum, serliga kl 8 á morgni. Heilt nógv børn blíva koyrd í skúla hvønn morgun, og
Endamál felagsins er »at virka fyri at styrkja svensk-føroysk viðskifti, herundir menna tað búskaparliga, mentanarliga og sosiala samstarvið millum Svøríki og Føroyar, umframt at skapa grundarlag fyri [...] og eitt tað fyrsta vit ætla er at náa út til allar sviar í Føroyum og onnur ið kunnu hugsa sær at arbeiða fyri tess áhugamálum,« segði Ann-Kristin Nilsson. Tey ið ynska at gerast limir kunnu venda sær til