Tíðindaleiðarin í Útvarpinum: Púra burturvið

Johann Mortensen, tíðindaleiðari á útvarpsdeildini hjá Kringvarpi Føroya, heldur skuldsetingarnar hjá Bill Justinussen vera púra burturvið

- Tað er skelkandi, at ein politikari kemur við tílíkum ákærum.
Tað sigur Johann Mortensen, tíðindaleiðari á útvarpsdeildini hjá Kringvarpi Føroya um viðmerkingarnar hjá Bill Justinussen, sum í Sosialinum í gjár millum annað nevndi Útvarpið sum verandi ein miðil, ið hevur valt síðu í málinum um 266 B.  Bill Justinussen vísti á skeivleikan í, at ein tílíkur almennur fjølmiðil við lógarásettum kringvarspgjaldi gekk ímóti tí, sum ein stórur partur av fólkinum heldur.
Hesum heldur tíðindaleiðarin vera púra burturvið, og hann vísir samstundis aftur, at tey hava valt síðu í málinum um 266 B.
- Vit taka tey mál upp, sum vit halda hava tíðindavirði. Vit lata okkum ikki ávirka – hvørki av samkyndum, politikarum ella øðrum, staðfestir Johann Mortensen.
Í samrøðuni við Sosialin nevndi Bill Justinussen møguleikan fyri, at Kringvarpið – eins og tann almenni fólkaskúlin – verður bygt á ta kristnu siðalæruna. Hendan møguleika heldur tíðindaleiðarin óneyðugan.
- Kristið grundarlag ella ei, føroyski tíðindaflutningurin fylgir teimum grundleggjandi journalistisku grundreglunum, ið gera seg galdandi fyri góðan óheftan tíðindaflutning. Tað kemur upp á tal, at nakar fer at sensurera eitt blað ella ein almennan tíðindamiðil í Føroyum í dag, sigur Johann Mortensen.