Sviar í Føroyum stovna felag

ÁHUGAFELAG
Tíðindaskriv

Sviar búsitandi í Føroyum hava sett á stovn eitt svenskt-føroyskt áhugafelag, ?Svensk-färøisk førening?. Á stovnandi aðalfundi tann 20. juni á Svenska Konsulatinum í Havn kom ein bólkur av svenskum útisetum í Føroyum saman og samtykti navn, endamál og viðtøkur fyri tað nýggja felagið.
Endamál felagsins er »at virka fyri at styrkja svensk-føroysk viðskifti, herundir menna tað búskaparliga, mentanarliga og sosiala samstarvið millum Svøríki og Føroyar, umframt at skapa grundarlag fyri tiltøkum ið styrkja samanhaldið og økja um ta sosiala sambandið millum sviarnar í Føroyum gjøgnum ymisk tiltøk og hugnaliga samveru og hóskandi virksemi.«
Í nevndina vórðu vald Ann-Kristin Nilsson, Katarina Petersen og Torbjørn Nystrøm; til eykalim varð vald Majlis Timmermann. Nevndin skipaði seg við Ann-Kristin Nilsson sum formanni, Katarinu Petersen sum næstformanni og Torbjørn Nystrøm sum kassameistara.
»Felagið fer nú undir sítt virksemi og eitt tað fyrsta vit ætla er at náa út til allar sviar í Føroyum og onnur ið kunnu hugsa sær at arbeiða fyri tess áhugamálum,« segði Ann-Kristin Nilsson.
Tey ið ynska at gerast limir kunnu venda sær til Ann-Kristin Nilsson gjøgnum epost anki_n@yahoo.com ella telefon 214433.