Bæði berjast fyri finaluplássinum

Vinnur StÍF dystin, so kunnu teir senda Kyndil út myrkrið í stríðnum um eitt finalupláss. Tí fer Kyndil eisini at leggja nógv fyri í dystinum á Skála sunnudagin

Lagt verður upp til eitt brak av einum dysti, tá StÍF tekur ímóti Kyndli í Atlantic Airways deildini hjá monnum. Undan dystinum liggur StÍF á einum rætiliga tryggum øðrum plássi, sum gevur atgongd til FM-finaluna. Vinna teir dystin ímóti Kyndli, so kunnu teir veruliga senda Kyndil út í kuldan, tí so vera brádliga seks stig á muni millum liðini, og so er at síggja sera torført út hjá grøna havnarliðnum. Tí má Kyndil í roynd og veru vinna dystin fyri at halda fast í møguleikanum at røkka FM-finaluni.
Gongdin hevur verið góð hjá strandingum í endaspælinum. Í fyrsta dystinum taptu teir fyri oddaliðnum, VÍF, í Vestmanna, men síðani tá hava teir vunnið tveir teir síðstu dystirnar. Fyrst vunnu teir tryggan sigur á H71, áðrenn teir seinasta vikuskiftið akkura´t kláraðu at koppa Neistanum við einum eitt máls sigri.
Hjá Kyndli hevur eisini gingið heilt væl síðstu dystirnar. Teir byrjaðu við at tapa heldur óvæntað ímóti H71 í endaspælinum, men síðani hava teir vunnið grannauppgerðina ímóti Neistanum, áðrenn teir fingu kempa seg til ein javnleik í Kollafirði, eftir at hava verið aftanfyri við átta málum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$StÍF hevur havt munin
Undan dsytinum má StÍF helst metast at vera lítil favorittur. Teir liggja betri fyri á stigatalvuni, og so hava teir eisini heimavøll. Strandingar hava tó harafturat verið oman á í innanhýsis dystunum ímóti Kyndli í ár.
Í fyrra dystinum í grundspælinum leiktu liðini inni á Skála, og tá megnaði StÍF, sum ikki einaferð, at vinna dystinum við einum máli. Í seinna dystinum, sum var í høllini á Hálsi, var StÍF aftur oman á. Munurin var tó heldur iki stórur hesa ferð, tí enn einaferð megnaði StÍF nevniliga at vinna dystin við einum máli.
Sostatt hevur StÍF vunnið báðar undanfarnu dystirnar í ladskappingini ímóti Kyndli í ár. Munurin hevur tó verið so lítil, at Kyndil meir enn so kann koppa strandingum. Ein skal hava í huga, at hetta kann vera seinasti møguleikin hjá Kyndli at røkka FM-finaluni. Tapa teir ímóti StÍF, so eru møguleikirnar at kalla vekk hjá teimum. Tí fara teir at kempa við lív og sál fyri at vinna dystin, og so er spurningurin, um StÍF enn einaferð fer at basa Kyndli.