Og á høvdinum bera tit tekinið um, at sigurskrúnan er vunnin. Sum vit standa her og hyggja út yvir hesa lítlu viðalund, sum var gróðursett fyrst í øldini, rennur fram fyri okkum myndin av hesum stað, [...] 1992 og tann 9. juni 1998 ? standa sum minnilig tekin um fall og endurreisn. Hesar hendingar hava ein tvífaldan boðskap til okkara. Vit fegnast um, at okkara land endiliga var umboðað virðiliga og við [...] ásanna tá, at tær hugmyndastevnur, ið toygdu upplýsingartankan til at fevna, ikki bara um alisfrøði og tøkni, men eisini um menniskjans huga og jarta, royndust stuttskygnar og skeivraknar. Romantikkin, har
og rímuligt, men í nøkrum førum var kanska nógv betri, um hesi mál vórðu viðgjørd fyri víðopnum hurðum. Hesi skattamál snúgva seg um umsóknir um avsláttur í álíknaða skattinum,- í mongum førum sera herskin [...] at geva upp. So einfalt er tað. Ella sagt við øðrum orðum,- tað eru bert tey býttu vinnurekandi sum rinda skatt. Nagli í hurðina Tað eg veit um, kunnu vinnurekandi í eitt nú londunum uttan um okkum ikki [...] skilst alt til. Onkuntíð hava ætlanir verið um okkurt líknandi lógaruppskot, men mær vitandi kom tað ikki longur enn niðan móti Tinghúsvøllinum og vendi so út aftur í Tinganes av einari ella aðrari orsøk
partar av hesi uppgávuni. Skulu vit tosa um karmar fyri modernaða vinnu í Føroyum, so mega vit taka spurningin um skipaða vørumenning í álvara og skapa karmar um eina slíka. Mítt uppskot er at gera hetta [...] heitið verður so ?vitanarinfrastrukturur?. Serliga tríggjar spurningar eru viðkomandi í sambandi við vitanarkarmin fyri modernaða vinnu: Spurningin um viðkomandi føroyska gransking, spurningin um tekniskt- [...] vitanarinfrastrukturur?, ?videninfrastruktur? ella ?knowledge infrastructure?, so finnur tú tað neyvan. Í øðrum, størri londum er talan um nógvar partar í vinnuligu karmunum, sum ikki verða tengdir saman. Hjá okkum
verður um Papua Ný-Guinea millum óvitandi, so kemur prátið skjótt inn á mannátarar. Hoyrir tú so um ein føroyskan tannlækna, sum seinastu tíðina hevur trekt tenn út á hesum leiðum, so er ikki so lætt at [...] doyvandi. Tá pínan er burtur, so halda tey, at tey eru frísk og so fara tey beinanvegin aftur til arbeiðis, sigur Halldis Grønastøð. Brúk fyri evangeliinum Halldis er ikki í iva um, at tað er eitt gott arbeiði [...] hoyrt gleðiboðskapin, so eru tey ikki so óttafull longur, sigur Halldis. - Munur er á ættbólkum, sum hava hoyrt evangeliið og tey sum ikki. Hóast Gud er komin inn í teirra liv, so er gerandisdagurin stríggin
og førdir fyri rættin Heine Bertelsen og Gutte Heinesen David Pouls, allir úr Tjørnuvík, sum vitnir um ólukkuna við Andreas Hermandsen síðsta summar, tá ið teir skuldu klippa seyði á einum staði, kallað [...] fyri teimum trimum vitnunum, sum vóru til staðar. Síðani varð Heine Bertelsen sum fyrsta vitni førdur fram fyri rættin og vann við eiði og upprøttum fingrum eftir lógini, sum fylgir. Týsdagin fyri Ólavsøku [...] persónin sá hann eisini fara av berginum og beint í havið. Vitnið sá hann koma einaferð upp aftur, so hann lá omaná sjónum, men tað var ógjørligt at bjarga honum. Síðani vitnið ikki visti meir at siga
tekur tað so at koma teir knappar 2 kilometrarnar frá Vágum um Vestmannasund til »meginlandið«? Hetta strekki skal alt flogferðafólk okkara. Umframt øll onnur ið ferðast sama veg. Um ferðingina um Vestmannasund [...] milliónir, um undirsjóvartunnilin partvíst verður fíggja við bummpeningagjaldi. Hetta vil so aftur gera at landskassin verður minni lastaður, enn um hann skuldi fíggja alt projektið. Tað vil so eisini loysa [...] henda nú. Nevniliga 3 1/2 minuttir um sundið, døgnið runt, uttan bíðitíð. Talan er um skilagóðan lokalpolitikk og ikki minst neyðugan landspolitikk. Talan er her um lívæðrina til Vágarnar. Nevniliga u
kann undra ein. Tað er komið fram, at hendan yvirtøkan av skipasýninum skal fremjast, tí tað blívir stilla ov stór krøv til okkara fiskiskip. Ætlar samgongan at lækka krøvini so at trygdin hjá skipi og manning [...] Skipasýnið, tí krøvini skulu lækkast, er ein dáragerð, sum fer at ganga út yvir skip og manning so ella so. Núverandi samgonga ætlar við hesum uppskotum, at gera Føroyar til eitt U-land viðvíkjandi trygd [...] Í hesum uppskoti er lítil og eingin broyting um krøvini til manning á fiskiskipum, soleiðis sum tey eru ídag. Nú vísir tað seg, at ávísir politikarar renna ørindi fyri reiðarar, tí hesir politikarar vilja
Hóast sólin ikki kagaði fram í Havn leygardagin, so gjørdi hon tað aðrastaðni. Millum annað í Koltri. Og tí má sigast, at limirnir í Havnar Bjargingarfelag og Reyða Krossi vóru stak hepnir. Teir høvdu [...] fingið tyrluna hjá Atlantsflog at verða við í bjargingarroyndini. Teir hava bjargingarroynd einaferð um vikuna. Hesaferð var hon bert flutt út í Koltur í staðin. Bjragingarroyndin gekk upp á stás og øll [...] Føroyum nú tikið upp aftur og leygardagin var tann fyrsti nýggi bjargingarringurin settur upp í Koltri. So nú skuldu umstøðurnar hjá ferðafólki í Koltri verði eitt sindur frægari.
? Tað hevur verið so friðarligt sum sjáldan, men hóast tað, so er enn onkur, sum heldur tað verða stuttligt at ganga og bróta stakitt. Tað sær út til at tá ung fólk fara í býin, so skulu dreingirnir gera [...] var brotin antin av fallið ella av tí at maðurin var álopin. Hetta vildi maðurin tó einki siga um sjálvur, so løgreglan hevur lagt málið til viks, sigur Suni Vinther, støðleiðari í Havn. Maðurin varð annars [...] einki farið fram, sum var ímóti lógini. Í Vágum tekur løgreglan sær av flogvøllinum, og tað merkir heilt fitt av eykaarbeiði. Av støðini í Vágum verður sagt, at har hevur verið stórur aktivitetur um vikuskiftið
Tað var Jóansøka í Vági um vikuskiftið og sum vanligt er á summarstevnunum, so savnast nógv fólk. Men tað gekk tó friðarliga fyri seg, sigur løgreglan av Tvøroyri. Leygardagurin var einasti dagurin, har [...] veðrið var heldur ikki til vildar. Tað fór at regna leygarkvøldið um ellivu tíðina og tað sleyt ikki í aftur fyrr enn í morgun. Hóast regn, so var fitt av fólki í dansi kortini. Serliga nógv vóru sunnukvøldið [...] við út yvir tað vanliga. Seint leygarkvøldið lá ein speed-bátur og sigldi við fullari ferð aftur og fram á fjørðinum. Báturin kom heldur nær sandinum til tíðir og løgreglan helt, at best var at kanna mannin