Eitt er at hava orku og at leiða hesa orkuna, men har skal eisini vera ein karmur - ein infrastrukturur - at leiða hesa orkuna á.
Tann fyrsti karmurin, sum var tikin upp í vinnuligum og øðrum sambandi var lesi- og rokniførleikin. Almenningurin mátti læra at lesa og skriva, fyri at samfelagið kundi berast tekniskt framá.
Síðani ídnaðarkollveltingina heilt fram til miðja hesa øldina var høvuðsspurningurin fysiskir karmar - fysiskur infrastrukturur - við vegum, havnum, el og telesamskifti.
Ta fyrstu tíðina máttu ídnaðarvirkir leggjast har sjósamband var, síðani kom jarnbreytasambandið afturat og nú kunnu ídnaðarvirkir av hesi orsøk liggja so at siga alla staðni í vesturheiminum.
Í dag er tað vitanarinfrastruktururin, sum er kjarnan í kappingarførinum hjá einum landi.
Tekur tú eina orðabók og leitar eftir orðinum ?vitanarinfrastrukturur?, ?videninfrastruktur? ella ?knowledge infrastructure?, so finnur tú tað neyvan. Í øðrum, størri londum er talan um nógvar partar í vinnuligu karmunum, sum ikki verða tengdir saman.
Hjá okkum í lítlu Føroyum er tað skil í at tengja teir partarnar saman, sum hava við vitan at gera. Og heitið verður so ?vitanarinfrastrukturur?.
Serliga tríggjar spurningar eru viðkomandi í sambandi við vitanarkarmin fyri modernaða vinnu: Spurningin um viðkomandi føroyska gransking, spurningin um tekniskt-vísindaliga ráðgeving og spurningin um vørumenning.
Í teim londum, sum vit ofta samanbera okkum við, verður granskað fyri umleið 1-3% av BNP. Hetta talið svarar til einar 50-150 mió. kr. fyri Føroyar. Aðrastaðni verður helst roknað við, at tað almenna og tað privata tekur sær av helvt um helvt. Tað eru serliga stór virkir, sum granska saman við tí almenna.
Í Føroyum granska vit fyri umleið 0 kr. Tað er sjálvsagt ikki heilt rætt, tí stovnarnir úti á Debesartrøð granska, men umstøðurnar eru so trongar, at sæð við grovum brillum er tað einki.
Tann, sum roknar við, at eitt land kann vera karmur um modernaða vinnu anno 2000 við slíkum granskingarumhvørvi, má rokna umaftur.
Neyðugt verður at byggja ein heilt annan og víðari karm um okkara granskingarumhvørvi. Tíbetur hava fólkini, sum starvast á Debesartrøð, ikki mist mótið heilt, so vit eiga at hava nakað at byggja á.
Onkur hevur alment víst á, at vit bert skulu granska í tí, sum eingin annar granskar í: føroyskari søgu, føroyskum máli, føroyskum náttúruumhvørvi o.s.fr. Hetta eri eg púra ósamdur í.
Vit skulu í fyrsta lagi hava í huga, at á einum lærdum setri skapa og endurskapa tey sjálva vitanina. Høvuðssetningurin í einum føroyskum fróðskaparsetri eigur at vera at geva teim fáu, sum hava hug og evnir til tess, høvi til at arbeiða við sjálvari vitanini.
Í øðrum lagi skulu vit hava eitt granskingarumhvørvi, sum gevur føroyingum møguleika fyri at savna vitan og atkomu til altjóða gransking. Fyri at fáa slíka atkomu noyðast vit at hava breidd á fakøkjunum.
Í triðja lagi skulu vit hava møguleika at geva frálæru á høgum støði, soleiðis at vit skapa eitt náttúrligt granskingarumhvørvi við bæði lærdum og ólærdum. Annars verður víst til grein í Sosialinum 17. mars 1992, ?Fróðskaparsetrið á einum vegamóti ? ella??.
Umframt hesar høvuðssetningar er skil í, um Fróðskaparsetrið hevur náttúrligt samband við meira praktiskar uppgávur. Tað gevur eina dýpd í evnini at viðgera vitan og tað gevur einum modernaðum samfelag eitt granskingarhøvi, sum er treytin fyri nógvum modern-aðum vinnuligum prosjektum.
Til sjálvt Fróðskaparsetrið hava vit brúk fyri væl størri orku, enn vit higartil hava brúkt. Talan er um nakrar 10-tals mió. kr. árliga.
Tí hava vit eisini brúk fyri at skipa tann almenna sektorin soleiðis, at Fróðskaparsetrið kemur í eina støðu í samfelagnum, sum ger at orkan kemur til nyttu.
Annar spurningurin er um tekniskt- vísindaliga ráðgeving til vinnuvirkir. Í londunum kring okkum er tað so sjálvsagt, at vísindaligir stovnar eru við til at menna vinnuliga framdrift.
Eitt dømi eru donsku vindmyllurnar. Um helvtin av øllum vindmyllum í heiminum eru av donskum uppruna. Hetta er ikki bert tí onkur danskur smiðjur einsamallur fekk eitt gott hugskot! Mangir partar fóru til verka, bæði á vísindaligum, tekniskum og praktiskum støði.
Stórur partur av hesum var gjørt alment gjøgnum m.a. GTS stovnar (Godkendte Teknologiske Serviceinstitutter) og hægri lærustovnar.
Í 1993 vóru 15 GTS stovnar í Danmark við nærum 4000 fólkum í starvi (Risø íroknað, men uttan TIC-miðstøðir).
Her í Føroyum hava vit lítlan og ongan møguleika fyri at seta slík apparat á stovn. Vit hava hvørki orku ella fólk til tað.
Vit hava møguleika til at umskipa partar av tí almenna sektorinum og vinnuskúlunum. Við eini slíkari umskipan og samskifti við útlendskar stovnar eigur at bera til at samansjóva nakrar aðrar uppgávur og ráðgevingaruppgávuna til framtøk í modernaðari vinnu.
Tí hevur tað so stóran týdning, at tann almenni sektorurin verður skipaður soleiðis, at tað ber til at uppbyggja eina føroyskt leidda tekniskt- vísindaliga ráðgeving til eitt modernað vinnulív.
Soleiðis nærkast vit tí triðja spurninginum: um vørumenning.
Einki vinnuligt prosjekt fellur niður av himli sum tað danska merkið Dannebrog. Vinnulig prosjekt byggja á eitt hugskot, men tað er minsti parturin. Hugskotið verður viðgjørt, mennt og tilevnað bæði frá einum marknaðarligum sjónarmiði, einum framleiðslusjónarmiði og einum vørusjónarmiði (hvussu vøran virkar og sær út).
Heilt ofta - fyri ikki at siga oftast - er tað ein einstaklingur, sum fær eitt vinnuligt hugskot. Ofta byggir hetta hugskotið á royndirnar hjá viðkomandi í egnum starvi. Uppgávan hjá vinnukarmunum er at menna slík hugskot, soleiðis at tey kunnu gagnnýtast. Hetta er tað, vit nevna vørumenning.
Hendan vørumenningin fer fram í einum samskifti millum nógvar partar. Nøkur síggja hvønn tørv vøran lúkar. Onnur hava eina ætlan fyri, hvussu vøran kann framleiðast og uppaftur onnur arbeiða við spurninginum um, hvussu mong og hvørji kundu havt áhuga í vøruni og til hvønn prís.
Ein partur av hesi vørumenningini er eisini tann kræsni keyparin. Í mongum førum er høvi hjá tí almenna at røkja partar av hesi uppgávuni.
Skulu vit tosa um karmar fyri modernaða vinnu í Føroyum, so mega vit taka spurningin um skipaða vørumenning í álvara og skapa karmar um eina slíka.
Mítt uppskot er at gera hetta í eini samansjóving millum vinnuskúlarnar, aðrar partar í tí almenna sektorinum og vinnuna.
Tí hevur tað so stóran týdning, at tann almenni sektorurin verður skipaður soleiðis, at eitt samskifti millum privat og alment í vørumenningini ber til við skili.
Karmurin um eina modernaða vinnu í Føroyum krevur, at tann almenni sektorurin hevur ein virknan vitanarinfrastruktur.
Tað er neyðugt í londum við einum væl betri skipaðum vinnulívi enn tí føroyska.
Hetta er ein orsøk til, at tann almenni bygnaðurin eigur at standa ovast á breddanum, tá vit viðgera spurningin um karmar fyri modernaða vinnu í Føroyum.
Signar P. Heinesen