Sigldi dýrandi fullur á Trongisvágsfirði

Jóansøkan er farin afturum og løgreglan á Tvøroyri letur stak væl at. Einasta sum løgreglan var órógva av var, at ein maður sigldi dýrandi fullur í einum speed-báti

Tað var Jóansøka í Vági um vikuskiftið og sum vanligt er á summarstevnunum, so savnast nógv fólk.

Men tað gekk tó friðarliga fyri seg, sigur løgreglan av Tvøroyri.

Leygardagurin var einasti dagurin, har løgreglan hevði nakað at takast við út yvir tað vanliga.

Seint leygarkvøldið lá ein speed-bátur og sigldi við fullari ferð aftur og fram á fjørðinum.

Báturin kom heldur nær sandinum til tíðir og løgreglan helt, at best var at kanna mannin nærri.

Báturin kom til lands og maðurin varð tikin við á støðina har blóðroynd varð tikin av honum.

Av støðini á Tvøroyri verður sagt, at maðurin var dýrandi fullur.

? Hann var á veg til Hvalbiar, men rakti Trongisvágsfjørð, sigur vakthavandi, sum leggur afturat:

? Tað var nokk eitt undur, at hann rakti Suðuroynna, yvirhøvur.

Annars gekk alt serstakliga friðarliga fyri seg, sigur vakthavandi.

? Men veðrið var heldur ikki til vildar. Tað fór at regna leygarkvøldið um ellivu tíðina og tað sleyt ikki í aftur fyrr enn í morgun.

Hóast regn, so var fitt av fólki í dansi kortini. Serliga nógv vóru sunnukvøldið, tá Aage Heltsen úr Noregi spældi til dans.

? Høllin var stúgvandi full, men tey vóru bara í góðum lag, tíbetur, sigur vakthavandi á Tvøroyri at enda.