og aftur upplýsa fólkunum um, hvat tað er at vera sálarsjúkur. - Megna vit at bróta tøgnina, tabu’ið og tutlið í krókunum, eru vit komin langt á leið í arbeiði okkara. Hetta var nakað av tí sum kom fram [...] á lofti og lýstar. Miðdepil fyri øll hesi ymisku tiltøkini var Tórsgøta í Havn, her bæði framløgur, fyrilestrar, tiltøk og nógvur tónleikur var á skránni frá klokkan 15 seinnapartin til langt út á náttina [...] Bjarkhamar fram eina størri ritgerð, har hon hevur prátað við 30 avvarðandi hjá sálarliga sjúkum. Henda ritgerðin varð fyrst løgd fram fyri tíðindatænastuni, og seinni um dagin fyri tí politiska myndugleikanum
sínum fyrilestri dent á, at hon ikki fanst at fólkunum, sum arbeiddu í føroysku skúla- og sernámsskipanini. Øll royna at gera sítt besta, men skipanin er ikki nóg góð, staðfesti hon. - Mannagongdirnar eru stirvnar [...] nema sær eina útbúgving. Og niðurstøðan var, at langt er á mál og nógv kann gerast fyri at bøta um útbúgvingarmøguleikarnar hjá børnum og ungum við breki. Øll samd um vánaligu støðuna Ráðstevnan lýsti støðuna [...] 1998, og tá lærdu vit einki um sernámsfrøði, og tíverri er støðan ikki nógv broytt í dag, sigur Magnus Tausen í viðmerking við Sosialin. Hann vísir á, at av tí at lærarar ikki vóru førir fyri at lofta vaksandi
seinasu sjey dystunum, um endastøðan skal gerast eitt pláss betri, enn hon var í fjør. Men tá tað eru gøtumenn, sum vitja við Løkin, so er einki givið. Heldur ikki hóast GÍ higartil í ár ikki hevur staðið seg [...] Helst trý hvørja ferð. Tí sum stigatalvan sær út í løtuni, er tað ikki nóg mikið við eini taptari finalu móti B36, og um árstalsfelagið ikki verður meistari, so verður tað fyri steypasigurin, at teir fara [...] Stóra samrøðuevni í Fótbóltsføroyum fríggjadagin var uttan iva sáttmálin, sum NSÍ hevur gjørt við Karsten From. Fleiri vóru av teirri áskoðan, at leikarin ikki kann fáa spæliloyvið longu nú, men sum tað framgongur
umhhvørvismálum, var eisini ímillum gestirnar á almenna fundinum í Suðuroy leygardagin um samferðsluhavnina í Suðuroy. Hann helt, at vit eiga at ansa eftir natúruni, men tað er heldur ongin ivi um, at fremsta [...] beinanvegin, tá ið ætlanin verður løgd til rættis og ikki nú, hon er at kalla klár at seta í verk. Av tí at tað er so dýrt at gera royndir, ber ikki til at kanna allan fjørðin og eru tað pláss, sum eru [...] ætlanina. Og tað bar ikki til hjá honum at at seta eina avgerð hjá friðingarnevndini úr gildið uttan at bróta lógina, tí avgerðir hjá yvirfriðingarnevndini eru endaligar og kunnu ikki kærast til landsstýrið
til tað, tú ætlar at siga, og ikki sveima ov nógv um ymiskt evni. Tí ert tú ikki neyvur í tíni prædiku, kemur hon ikki longri enn til kantin á prædikustólinum. Og so nyttar hon einki. Tað vil siga, eingin [...] í tekstinum, slapp tað lisna orðið so at búnast og bera frukt. Hann gekk so og hugsaði um tað, lisið var, og um hvussu hann kundi leggja tað út soleiðis, at fólk skiltu, hvat hann segði. Føroysk viðurskifti [...] skriva tað niður. Og soleiðis gekk eisini hesaferð. Prædikuteksturin var, sum sagt, um hveitikornið, sum Johannes evangelistur skrivar um í 12. kapitli, har Jesus greiðir frá, hvussu hveitikornið fellur í
sum í sínum lag stríddist fyri lívinum. Í Gundadali var tað kanska ikki púrasta óvæntað, at KÍ fyri fyrstu ferð í ár tapti útidyst. Men tað var ikki væntandi, at avrikið hjá gestunum skuldi verða somikið [...] B36-venjarin, at gullið fór til Eiðis. Útsøgnin ta ferðina var kanska meira av taktiskum slag, men hon hevur á ongan hátt órógvað EB/Streym. Tí var vónin helst svunnin burtur í einki longu undan dystinum [...] Skal paralellurin dragast hinvegin, var tað púrasta greitt, at HB nú hevur gloymt alt um steypakappingina. Tapið á Eiði bar við sær, at skal HB í Europa Tá telja vit ikki InterToto við - komandi ár, so skulu
til skipið. Á Thurø var einki tilfar, og aðrastaðni her um leiðir var heldur einki. Orsøkin var, at tað var so stórt og ógvusligt, at einki eikitræ av slíkari stødd fanst her um vegir. Til síðst eydnaðist [...] fullari ferð. Einasti skaði var, at stevnið fór. Var talan um eitt vanligt skip, so fór tað beint til botns. Eingin ivi um tað. Skaðin skuldi sjálvandi umvælast, men tað bar næstan ikki til at fáa tilfar til [...] tilfarinum. Og hóast Mai ikki er nøkur skonnart er hon gjørt úr serliga stórum tilfari. Harumframt er so tætt ímillum bondini í henni, at tað næstan eru tey beru bond. Einaferð meðan eg var á veg inn á Runavík
Klokkan 20 var eggjakast og togtogan, og um somu tíð høvdu fólk eisini høvið at vitja skúlan, har framsýning var av list og søla av ymiskum hondgjørdum lutum. Í Bakka-handlinum á Húsum var eisini framsýning [...] Kalsoynna kl. 23, og væl áðrenn hon kom út í oynna, var longu føroyskur dansur beint niðanfyri bygdarhúsið á Húsum. Lagið var gott, og fólk hugnaðu sær. Nøkur fóru avstað aftur fyrr um kvøldið; onnur fóru til [...] 11-13, og síðan var døgurði fyri teimum, sum knýtt eru at felagsvirkseminum. Klokkan 14 setti Finnbogi Ísakson, útoyggjastevnuna á Trøllanesi, og síðan var felagssangur. Eftir setanina, var konsert á Trøllanesi
hann ikki fór í skúla fyrrenn hann var um níggju ára gamal. - Hetta var í 1942, so eg var rættiliga gamal at fara í skúla á fyrsta sinni, sigur Eilef hugsunarsamur. Skipanin við lærarakreftunum um hetta [...] – í 1835 – fór ein viðingur, sum var giftur á Norðtoftum at lesa við børnunum í Norðtoftum, Depli og í Múla. Um tað mundið tá Eilef eftir røttum skuldi fara í skúla, var kortini ein broyting komin í: Tað [...] barnaheimi hansara. Hansara skúlavegur hevði tí ikki verið langur, men umstøðurnar lagaðu seg so óhepnar, at lærari fekst ikki til Múla hetta árið – og heldur ikki tað næsta! Hetta ávirkaði sum vera man skú
inn, var tað so skjótt, at hon tódnaði og ikki lak meira. Tað var so nógvur lortur í dokkini, at hann tetti lekarnar. Tað var ikki hildið at vera neyðugt at taka skipið upp. So vórðu vit samdir um at fara [...] fólk So komu boð um, at nú skuldi skiftast fólk. Hetta var í september 1941. Tað fóru eisini fleiri aðrir av. Tað var nervarnir hjá teimum, sum ikki toldu hetta lívið, og tað var ikki so løgið. Menn máttu [...] so oman aftur. Eg kom inn um portrið til havnalagið. Her stendur kokkurin og ein annar, sum eisini var av Skálafjørðinum. Teir práta um seyð. Tað var um gyllin her og har, og um eina skortflekkuta og aðra