Hann hevði alla tíðina í huganum at halda seg til prædikutekstin og royna at fáa hann út, soleiðis at fólk hoyrdu og skiltu tað, prædikað varð. Og tí málinum metir Meinhard Bjartalíð, prestur á Viðareiði, seg at hava rokkið.
Meinhard Bjartalið sigur, at tíðin, hann arbeiddi við ólavsøkuprædikuni, fyri mesta er farin við at finna ta røttu beinagrindina, sum sjálv prædikan síðan skuldi skrivast uttaná.
Tað er soleiðis, sigur prestur, at hann byrjaði at arbeiða upp á prædikuna tíðliga í juli mánað. Hann las prædikutekstin, og sum við hveitikorninum í tekstinum, slapp tað lisna orðið so at búnast og bera frukt.
Hann gekk so og hugsaði um tað, lisið var, og um hvussu hann kundi leggja tað út soleiðis, at fólk skiltu, hvat hann segði.
Føroysk viðurskifti
Meinhard Bjartalíð sigur, at hann valdi at vinkla prædikuna upp á føroysk viðurskifti. Og fyri at tey skuldu vera so heimlig sum gjørligt, valdi hann kenda umhvørvið á Viðareiði sum útgangsstøði. Kristian Osvald Viderø og Christian Matras áttu góðan part av íblástrinum.
Tað er hesin parturin av forarbeiðinum, sum tekur ta nógvu tíðina. Tá alt er gjøgnumarbeitt nakrar ferðir og liggur greitt í høvdinum, er eingin søk soleiðis at skriva tað niður. Og soleiðis gekk eisini hesaferð.
Prædikuteksturin var, sum sagt, um hveitikornið, sum Johannes evangelistur skrivar um í 12. kapitli, har Jesus greiðir frá, hvussu hveitikornið fellur í jørðina og doyr fyri síðan at bera ávøkst.
Meinhard Bjartalíð, prestur, flutti hesa myndina yvir á føroysk viðurskifti. Núlivandi føroyingar kenna helst betri til, hvussu eplið verður sett niður og tikið uppaftur, enn teir kenna til kornvelting.
Men prestur fór víðari í síni útlegging av hesum at fara í moldina og doyggja fyri at skapa møguleikar fyri áhaldandi lívi.
Hann vísti á, at eisini menniskjað livir víðari av teimum, sum undan eru farin. Fedrarnir, sum lagdir eru í moldina, liva kortini víðari við okkum, sum nú eina løtu ganga omaná. Prestur segði soleiðis:
»Tað er av sonnum vísdómur í hveitikorninum. Hendan vísdóm lýsir Heðin Brú meistarliga í "Fedranna talu":
"Grein honum lutir, ið ættin kosti til stavnhald: Lívføri títt er slektin, tey, sum í mold liggja. Komu tey stutt ella longur, tú skalt víðari byggja. Lívlát er ikki deyðin. Lívlát er hetta at seta førningin frá sær við vegin. Tað, sum frá fedrunum goymdist, og sum tú sjálvur søkti, meðan tú førkaði fótin. Sonurin tekur aftur viðføri títt at bera longur fram á vegin.«
Eingin revsiprædika
Tað er hvørja ferð við spenningi, fólk seta seg at lurta eftir prædikuni, prestur heldur, tá myndugleikin er komin í kirkju ólavsøkudag. Mong munnu bíða eftir, hvussu harðliga prestur fer at revsa politikararnar, fyri eitt og annað, teir nú hava gjørt í tíðini, farin er, síðan teir vóru til ólavsøkuguðsænastu seinast.
Men viðareiðisprestur sigur, at tað var ongantíð í hansara tonkum at fara at halda nakra revsiprædiku. Hann ætlaði frá fyrsta degi at halda seg til dagins tekst, og tað gjørdi hann so.
Meinhard Bjartalíð sigur, at tað er umráðandi at halda teg til tað, tú ætlar at siga, og ikki sveima ov nógv um ymiskt evni. Tí ert tú ikki neyvur í tíni prædiku, kemur hon ikki longri enn til kantin á prædikustólinum. Og so nyttar hon einki. Tað vil siga, eingin hoyrir hana.
Men tað er ikki bara sjálvan prædikutekstin, prestur skal hugsa um, meðan hann fyrireikar seg til eina prædiku.
Hann skal eisini velja kollektir, bønir og sálmar. Ikki minst sálmarnir eru týdningarmiklir í einihvørjari guðstænastu. Tí her eru øll við og luttaka aktivt í guðstænastuni. Og tað er nógv lættari at luttaka, tá tú ert við í onkrum, tú kennir, enn um tað er tær fremmant.
Meinhard Bjartalíð sigur, at hann var hugtikin av sálmasanginum og urguleikinum í dómkirkjuni á ólavsøku. Hann var góður, sigur prestur uttan at gera ov nógv av.
Viðareiðis prestur er líkasum á heimavølli, tá tosað verður um sang og tónleik. Kanska serliga kirkjuligan. Hann er kendur um landið alt sum bæði urguleikari og kórleiðari. Og hann gav sálmasanginum tað skoðsmál, at hann var lívgandi og hátíðarligur. Ikki minst Tórshavnar Manskóri og dómorganistinum, Oddvør Johansen, fyri at takka.
Prestur sigur, at tað er altíð við ávísum spenningi, at farið verður á prædikustólin. Soleiðis var sjálvandi eisini á ólavsøku, hóast hann ikki hevði fleiri summarfuglar í búkinum, enn hann onkuntíð fyrr hevur havt. Hann sigur, at tað var tó mest, áðrenn alt byrjaði, at hann kendi spenningin. Tá hann var komin í kirkju, gekk tað bara av sær sjálvum.
Meinhard Bjartalíð greiðir frá, at hann hevur fingið fleiri viðmerkingar um prædikuna. Frá starvsfeløgum, politikarum og fólki, hann møtti í Havnargøtum, tá hann seinni ólavsøkudag, sum so mong onnur á ólavsøku, var og spákaði við familjuni.
Allar hava tær verið positivar, fegnast Meinhard Bjartalíð, prestur á Viðareiði, um.tað, sum stendur í Landsbankanum, verður tikið við. Nettoskuldin hjá landskassanum er væl lægri, um peningur, sum liggur í grunnum og virðið av Føroya Banka verður tikið við.
- Eitt úrslit av rikna politikkinum er, at tað almenna er ein minni partur av samlaða búskapinum. Hetta er eitt politiskt ynski, sum hevur staðið frammarlaga hjá samgonguni, segði Anfinn Kallsberg.