sama, sum telefyritøkurnar í Danmark hava gjørt, og tað er eftir øllum at døma eydnast sera væl niðri á flatlondum og í hinum Norðurlondunum við. Finnland og Ísland eru tey londini, sum hava lutfalsliga størst [...] í bløðum og øðrum miðlum við fartelefonum til konfirmantin. Ein fartelefon eru heldur ikki ein serliga d?r konfirmatiónsgáva, og tí er nærliggjandi at hugsa sum Símun Abrahamsen, at fleiri ung ganga við [...] tíðina, og støðan í Føroyum líkist alt meira teimum í hinum Norðurlondunum, sum hava eitt tað størsta talið av fartelefonum fyri hvønn íbúgva. Nú taka tey ungu eisini við nðggja møguleikanum, og skúlarnir
at tað er púra óskiljandi, at løgtingið bara letur standa til, hvat royking og drekking viðvíkur, tí tubbakk og rúsdrekka eru orsøkin til ógvuliga nógvar tilburðir av krabbameini. [...] galdandi bæði fyri samgonguna og andstøðuna, legði hann afturat. - Veruleikin er, at einir 70-80 føroyingar doyggja av royking hvørt einasta ár. - Tað er ein veruleiki, øll vita um, og tað er eisini ein veruleiki [...] at keypa og selja tubbakk, hóast tað er próvfast, at tað er mangan er deyðiligt. Men Karsten Hansen lovar samstundis, at hann steðgar ikki við stríðnum at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk, og eitt tiltak
barnaverndarøkinum, skúlaøkinum og sosiala økinum. - Samanlegging er helst vegurin fram og tí er tað gott at byrja við samstarvi á ymsum økjum og so byggja tað út so við og við. Annars heldur hon, at skulu [...] støðan er nú. - Vit hava sjey kommunur og rinda løn til sjey borgarstjórar. Vit hava eina tekniska deild í Vági og eina á Tvøroyri, hóast tað er nóg mikið við einari, og soleiðis hava vit tvær fyristingar [...] hevur oyggin eina avbjóðing, sum ber av øllum og tað er at fáa ung aftur í oynna at búgva. - Tað er størsta avbjóðingin fyri Suðuroy, heldur hann So við og við Ranvá Albinus, sum er uppstillað til bygdarráðið
hvussu tey eita á føroyskum, og fyri summi gevur tað meining. Hóast børnini eru ung, so greiði eg teimum frá, hví tað er so umráðandi at tosa føroyskt og vera góð við og verja móðurmálið. Ávirkanin úr [...] - Eg rætti tey og biði tey tosa føroyskt. Tað hevur týdning at taka í hetta alla tíðina, tí eg síggi og havi sæð síðstu árini, hvussu illa tað kann ganga, um vit bara lata standa til og loyva børnunum [...] børnini duga enskt. Lesa foreldur nógv fyri børnum sínum, og tosa tey nógv við tey, hava tey gott føroyskt mál og ríkt orðfeingi fram um til dømis enskt, og so eru tey eisini meiri mótstøðufør móti enska teldumálinum
Torleif Bech í Porkeri. Hann er føddur í 1930, og hann er ein av teimum, sum minnist so ótrúliga væl til. Eisini dugur hann væl at siga frá, bæði frá søgu í Porkeri og frá sínum egna lívi. Tað er slíkt, sum er [...] sjóvinnubygd. Har hava verið nógvir kendir skiparar, og porkeningar hava altíð verið dúgligir útróðrarmenn. Fleiri skip hava eisini hoyrt heima í Porkeri og eiga tey sín part av skipasøguni. Um vit bert taka [...] var úr Porkeri, og var hon ein merkiskvinna. Hetta er so eisini partur av søguni hjá Porkeri. Torleif er giftur við Jolinu, sum er ættað frá bygdini, Innan Glyvur, millum Strendur og Skála. Tey eiga fýra
fór, og tað var tað eisini. Pabba hevði verið á útróðri dagin fyri, sum eg fór fyrstu ferð. Teir vóru fimm menn, og teir fingu 36 sentnarar, 3.600 pund, av stórum toski. Nú var eg sætti maður, og fongurin [...] øll bygdin syrgdi og øll oyggin luttók í sorgini. Hóast tað var langur vegur millum Sumba og Porkeri tá í tíðini, so vóru fólk í stórum tali komin haðani til Porkeris henda dagin, eins og fólk úr øðrum bygdum [...] tóku líkið úr sjónum, bóru tað í kirkjuna í Sumba og fylgdu við líka til Porkeris. Teir bóru líkið fyrst í heimið og dagin eftir til kirkjuna í Porkeri og síðan í kirkjugarðin. Prestur til jarðarferðina
sum Mikkjal hevur yrkt. Hann er prentaður í blaðnum Naade og Sandhed for unge og gamle, som Arthur Brend, enskur tannlækni og trúboðari, og Dánjal J. Danielsen, kendur frá sínum virksemi í Congo, fóru [...] hevur hann bæði fyrr og aftaná bardagan siglt í ódnarveðri eysturi við Russland og vesturi við Grønland eins og við Ísland og Føroyar á vetri og sumri. 10 dagar áðrenn hann doyði kom hann eystaneftir [...] tey, sum eg havi hitt í hesum tungu døgum. Stórt og tapið og saknið. Vit lýsa frið og signing yvir minni teirra. Um Pola Poli var føddur 25. august 1912, og hann tók skiparaprógv í 1935. Hann fór til skips
hava fingið nøkur størri og meira nútímans brúk við mjólkneytum í stórum og nýggjum fjósum. Hvørki í Suðuroy, Vágum ella Norðstreymoy er nøkur mjólk, og í Norðoyggjum er bara stóra og lutfalsliga nýggja f [...] hevur sína framleiðslu og handil á Toftum, handil í SMS og nú eisini nýggjan og stóran handil í Vágsbotni í Havn. Knýtir ættarliðini Navnið Torkilsheygsgarður er eitt navn, sum Leivur og familja hansara sjálvi [...] Húshaga omanfyri Toftir og Nes, og hinir 150 eru í hagapørtunum, Yviri í Haga og úti á Nevinum við Rituvík, umleið 75 á hvørjum staði, hesir seinnu vanliga róptir Rituvíkshagi og Nevhagi. Leivur vísir á
alnetinum fekk lagið sítt egna lív. Føroyingar, eins væl og útlendingar, tóku tað til sín, og higartil hava ikki færri enn 6.700 fólk vitjað Torkil og Plúmm á YouTune.com [...] fyri speglinum, tú vilt verða stjørnan...?, var ein landaplága, tá lagið upprunaliga kom út á LP?ini ´Ung 85´. Men við tíðini gleið lagið niður í føroysku dulvitskuna. Fyrr í summar varð aftur ein roynd gjørd [...] fáa lagið fram í hugaheimin hjá føroyingum. Sjónbandalagið varð lagt út á heimasíðuna YouTube.com, og hetta vakti ans millum manna. Umboðsmaðurin hjá Torkili Johannesen, Gunnar Hansen, segði, at málið
Strøm, timburmeistari og Maria f. Hjelm - hann var frá Kráir og hon av Løðhamri. Torkil vaks upp á Løðhamri, saman við einum eldri bróðuri, Osvald, og einari yngri systir, Veru. Ein ung og vøkur genta úr Øravík [...] sum æt Herborg, var komin í húspláss har í Vági. Torkil og hon komu at kennast og tey giftust tann 18. febr. 1937. Tey búsettust á Løðhamri, og har búgva tey enn tann dag í dag. Tey høvdu ta stóru eydnu [...] krúndiamantbrúdleyp saman fyri hálvumøðrum ári síðani. Torkil og bróðurin smíðaðu saman við pápa teirra. Teir bygdu hús, og um vetrarnar smíðaðu og umvældu teir umborð á skipunum, tað var altíð nokk at gera