Í summar varð roynd gjørd at vekja áhugan fyri Plúmm-hittinum ´Stjørnuskot´. Hetta eydnaðist til fulnar - útvið sjey túsund fólk hava lurtað eftir lagnum á YouTube Eyðkenda ljósa røddin hjá Torkili Johannesen, ið syngur: ?Framman fyri speglinum, tú vilt verða stjørnan...?, var ein landaplága, tá lagið upprunaliga kom út á LP?ini ´Ung 85´.
Men við tíðini gleið lagið niður í føroysku dulvitskuna. Fyrr í summar varð aftur ein roynd gjørd at fáa lagið fram í hugaheimin hjá føroyingum. Sjónbandalagið varð lagt út á heimasíðuna YouTube.com, og hetta vakti ans millum manna.
Umboðsmaðurin hjá Torkili Johannesen, Gunnar Hansen, segði, at málið var luttøka á minst einum festivali í summar. Hetta mál rukku teir ikki, men á alnetinum fekk lagið sítt egna lív.
Føroyingar, eins væl og útlendingar, tóku tað til sín, og higartil hava ikki færri enn 6.700 fólk vitjað
Torkil og Plúmm á YouTune.com<a>









