- Tað, eg sakni, er, at løgtingið ger tað, løgtingið sigur seg ætla at gera. Í løgtinginum fríggjadagin, gav Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, løgtinginum av grovfílini. Nú løgtingið viðger fíggjarlógina, hevur ein spurningur verið, hvørji tilboð um regluligar kanningar fyri krabbameini, screeningar, føroyingar skulu fáa. Karstan Hansen sigur, at hann ivast ikki í, at øll vilja koma longur fram á leið. Hann sigur, at hann hevur lagt stóran dent á fyribyrging fyri at forða fyri, at so fá sum gjørligt enda í eini sjúkrasong. - Fyribyrging kostar í fyrstu atløgu, men verður fleiri ferðir spard inn aftur í longdini, umfram tær vanlukkur, ið raka hvørt einasta heim, har álvarslig sjúka stingur seg upp, staðfestir hann. Hinvegin vísir hann á, at tað er løgtingið, sum skal játta pengarnar, og verða teir ikki játtaðar, kemur hann ikki langt at seta nakað í verk. Men Karsten Hansen staðfesti samstundis, at hann saknar, at Løgtingið ger tað, løgtingið sigur seg ætla at gera. - Tað verður tosað nógv, men eg sakni, at løgtingið eisini tekur stig til at gera tað, løgtingið seg vilja gera. Tað er galdandi bæði fyri samgonguna og andstøðuna, legði hann afturat. - Veruleikin er, at einir 70-80 føroyingar doyggja av royking hvørt einasta ár. - Tað er ein veruleiki, øll vita um, og tað er eisini ein veruleiki, at á hesum øki eru føroyingar verri fyri enn tey eru í okkara grannalondum.
Men tað sær eisini út til, at tað er ein sannroynd, løgtingið ikki er sinnað at broyta, sigur Karsten Hansen. Hann nevnir, at í hesum sambandi vísir tað seg, at ístaðin fyri at løgtingið vil heldur stuðla ein parti av vinnuni við at loyva henni at selja tollfrítt tubbakk, sum gera tað lættari at keypa og selja tubbakk, hóast tað er próvfast, at tað er mangan er deyðiligt.
Men Karsten Hansen lovar samstundis, at hann steðgar ikki við stríðnum at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk, og eitt tiltak er, at strika reglurnar um at tað ber til at selja tubbakk tollfrítt.
Eisini partamaður hansara, Jenis av Rana, heldur, at tað er púra óskiljandi, at løgtingið bara letur standa til, hvat royking og drekking viðvíkur, tí tubbakk og rúsdrekka eru orsøkin til ógvuliga nógvar tilburðir av krabbameini.
|









