ferðir, fyrstu ferð í sambandi við at uppringingargjøld vórðu sett í verk tann 1. juni í ár, tá gjaldið lækkaði niður í 3,30 kr. og aðru ferð 1. des., tá samtalugjaldið lækkaði niður í 2,80 kr. Tey nevndu [...] lækkingar gjørdar í gjøldunum. Eisini er tað vorðið ólíka lættari at útvega sær eina GSM fartelefon, tí tey flestu sølustøð, sum selja GSM fartelefonir, selja SIM-kort, soleiðis at telefonin virkar í tí løtu
so er neyðugt, at avrikini verða meiri støðug, enn tey hava verið í 1999. Seinastu mánaðirnar hava bæði FCK og Todi Jónsson verið væl betri fyri, enn tey vóru fyrri á árinum, og tí er møguleikin fyri útlendskum [...] opin At Todi Jónsson hevur bundið seg til FCK fram til á sumri í 2003 ber sjálvandi í sær, at tað tey næstu árini ikki fer at bera til hjá honum at fara aðra staðni at spæla fótbólt, uttan at FCK er við [...] til staðar, men hetta hugsi eg ikki so nógv um akkurát nú. Eg eri glaður um nýggja sáttmálan, og í fyrstu atløgu fer tað at snúgva seg um at liva upp til álitið, sum eg kenni FCK hevur víst mær, sigur Todi
Akkurát soleiðis vóru tey; høvdini vóru sum stórar kúlur á smáum, klønum hálsum, sum storkar _ og húðin var tambað uttan um beinagrindina sum gult sárbind _ Og tá várið kom, høvdu tey ikki longur andlit. [...] ymsastaðni í Europa, og sum annars mangastaðni var ein friðarrørsla. Teirra endamál var ikki bara at savna tey rættrúnu og útvaldu, men at seta á stovn tað nýggja jarðarliga paradísið. Men fyrst ráddi um at fara [...] yvirflóð. Samstundis vórðu fólk tvingað at lata ognir, klæðir og pengar frá sær og liva í mestu armóð. Tey, sum mutaðu ímóti ella ikki vildu akta, vórðu hálshøgd, viðhvørt av kongi sjálvum. Í eitt ár livdi
vera. Summi halda, at tað er oljufeløgini sjálvi, sum skulu gera av, hvaðani tey vilja reka sítt virksemi, tí sjálvandi eru tey best før fyri at døma um hvar oljuhavnir liggja best fyri. Millum teirra er [...] nakað meiri at gera. ? Og tað fer at hækka støðið á tænastuveitarunum munandi, so at tey blíva nógv effektivari, enn tey hava verið. ? Møguliga verður hvør arbeiðstími eitt sindur dýrari. Men tað fer at koma [...] dagrøkt o.s.fr. ? Hetta er nakað, sum oljufeløgini leggja dent á, eru á staðnum. ? Tí tey leggja eisini stóran dent á, at tey vilja ikki koma higar at broyta samfelagið, sum er, sigur Pauli Einarsson.
bilmodell og at framleiða tey neyðugu verksmiðjutólini. Tó varð samstarv gjørt við stórsta motorsúkkluframleiðaran í Týsklandi, Zündapp, og í hesum samarbeiðinum kom navnið Volkswagen fyrstu ferð fram. Eisini [...] aðalstjóri á fyritøkuni Austro-Daimler. Sambært Ferdinand Porsche sjálvum kom hugskotið um ein Folkavogn fyrstu ferð fram, tá ein greivi, Alexander Kolowrat, undir einum morgunmati í 1920 legði uppskotið fram [...] kosta 1.550 Markar, men Hitler svaraði, at alt undir 1.000 Markar var í ordan. Í bilídnaðinum vistu tey ikki rættuliga, hvat kundi gerast fyri at fáa kostnaðin so langt niður. Tann 8 mars 1934 helt Hitler
Tað er neyðugt við 50-60 stovnsplássum til eldri fólk í Havnini tey fyrstu árini. Og í longdini er neyðugt við 70-80 plássum, tí tey eldru økjast í tali. Ein framrokning vísir nevniliga, at í 2016 verða [...] høgt, tá ið hann stingur eldrapolitikkin tey komandu árini út í kortið. ? Eg haldi, at tað hevur stóran týdning at seta sær høg mál. Men vit vita øll, at tey verða ikki framd eftir einum ári, ella tveimum [...] sum Tórshavnar Býráð hevur gjørt av viðurskiftunum hjá tiemum eldru í Tórshavnar Kommunu. Hetta er fyrstu ferð, at ein verulig kanning gjørd, sum lýsir viðurskiftini hjá teimum eldru havnarborgarunum. Tað
settust ikki á boðini og settu beina kós oman í fjøruna. Høgni Mohr og Hannus Petersen vóru teir fyrstu sum komu oman, og hóast sjógvurin ikki var tespuligur á at líta, so kom tað ikki teimum til hugs [...] vanligum umstøðum er líka stór til øll, men tað var hon ikki í ár. Hesaferð hevur grunnurin mett, at tey áttu at taka ein burturúr fyri serligt dirvi. Ein dani fekk tí 15 túsund krónur fyri at vera farin
við fólki sum honum hóvar og neyðtekur tær gentur, sum ikki eftirlíka honum. Harra Peder fær frá fyrstu byrjan stikni til hesar menn, og við seg sjálvan sigur hann við fútanum í huga: »thi det er uomtvistelig [...] Tað eyðkennir skaldsøguna, at persónarnir ikki eru eintýddir, men hava bæði góð og vánalig brigdi. Tey, sum serliga fáa toyggið frá myndugleikunum, eru havnarfólk, og við komuna til Føroya sigur skiparin [...] embætismenninir liva og láta, sum teimum lystir og sjálvur ferðast hann sum ein annar Kristus millum tey vesæligu og forfjónaðu. Hann roynir at hjálpa, har hann kann, men er illsintur og dámar at smakka sær
avleiðir tann ovurspenningin sum børnini ? og tey vaksnu við fyri alt tað - annars byggja upp fram til jóla. Her í Álandi hevur hugurin hjá flestu børnum tær báðar fyrstu vikurnar í desember verið upptikin av [...] Tá eg skrivi hetta er 13. desember. Fyri tey flestu í vesturheiminum bert ein av teimum 24 døgunum í desember mánaði, meðan bíðað verður eftir jólunum. Men ikki fyri tann, ið býr í tí svenskt talandi partinum [...] hevur glett seg síðani eina ferð í oktober til, at hon skuldi vera Lusia í barnagarði sínum. Og teir fyrstu tveir tímarnar nú í morgun lá arbeiðið í álendska løgtinginum og landsstýrinum stilt, meðan starvsfólk
verk. ? Og nú býráðið hevur samtykt bæði tann politiska málsetningin og tilmælini, hava vit fyri fyrstu ferð fingið nakað heilt ítøkiligt at stevna fram ímóti á eldraøkinum, sigur forkvinnan í sosialunevnd [...] víðari við málinum. Elin Lindenskov sigur, at høvuðsuppgávan hjá sosialu nevnd verður nú at raðfesta tey tiltøk, sum skulu setast í verk. Ikki eftir einum degi Elin Lindenskov sigur, at hon er greið yvir