VW Boblan sló heimsmetið hjá Ford T

Tað er vanligt at hoyra, at týski einaræðisharrin, Adolf Hitler átti hugskotið til bobluna. Hetta er ikki veruligi sannleikin, sum annars byrjar í 1920

Magnus Gunnarsson


Tað hevur av og á verið frammi at, tað vóru nazistarnir í Týsklandi, sum komu við hugskotinum um Fólkavognin. Týskarar skuldu hava eitt álítandi og bíligt flutningstól, og Ferdinand Porsche varð settur at standa fyri konstruktiónini av Fólkavogninum, sum síðan varð framleiddur við vælsignilsi frá nazistunum. Bilurin, ið gjørdist ein ?heimssucces?.

Hetta er partvís vís rætt, men søgan um Ferdinand Porsche og hugskotið um Fólkavognin er ein longri søga, sum byrjar í 1920.


Hugskotið til Fólkavognin

Ferdinand Porsche má metast sum eitt av teimum stóru nøvnunum í heimsbilasøguni, men hann var eisini ein rættuliga sermerktur persónur. Hann var føddur í 1875 og fór í læru á einari elektromekaniskari fyritøku í Wien í1893. Í 1906 varð hann settur sum yvirkonstruktørur, og í 1917 sum aðalstjóri á fyritøkuni Austro-Daimler.

Sambært Ferdinand Porsche sjálvum kom hugskotið um ein Folkavogn fyrstu ferð fram, tá ein greivi, Alexander Kolowrat, undir einum morgunmati í 1920 legði uppskotið fram fyri Fredinand Porsche. »Ein bilur til leikmannin, sum ikki hevði so nógvar pengar um hendi«.

Í 1923 fór hann at arbeiða hjá Daimler Motoren AG í Stuttgart, har hann millum annað arbeiddi við teimum stóru Mercedes sportbilunum. Eftir tað var hann stjóri Steyr fyritøkuni í Eysturríki.

Í 1931 kom Porsche við eini ætlan, ið nevndist »projekt 12« sum má metast sum tann fyrsta ætlanin, ið skuldi føra til VW Type 1. Fíggjarorkan í bilídnaðinum var so vánalig, at ongin hevði orku til at menna eitt nýtt bilmodell og at framleiða tey neyðugu verksmiðjutólini. Tó varð samstarv gjørt við stórsta motorsúkkluframleiðaran í Týsklandi, Zündapp, og í hesum samarbeiðinum kom navnið Volkswagen fyrstu ferð fram. Eisini arbeiddi Porsche saman við NSU, sum tá var ein motorsúkkluverksmiðja. Hetta samstarv helt uppat, eftir at Hitler í 1933 bleiv ríkiskanslari, og ongin visti, hvussu framtíðin fór at verða.


Motorvegir og

egnan bil til týskarar

Á bilframsýningini í Berlin var vanligt, at ríkisovastin helt røðu. Fyrsta almenna røðan hjá Hitler sum ríkiskanslari var við hesa bilframsýning í 1933, har hann lovaði, at motorvegirnir skuldu gera eitt net um alt Týskland, og hvør týsk familja skuldi hava ráð til egnan bil, og at Týskland skuldi vera best innan motorítróttin fyri at vísa teirra høga tekniska støði.

Porsche sendi eina frágreiðing um Fólkavognsætlanina til Hitler, og seinni møttust teir í Berlin. Tað bleiv ikki Porsche, ið legði ætlanina fram fyri Hitler, men øvugt, at Hitler legði ætlanina fram fyri Porsche. Sum vanligt legði Hitler alt fram, sum um tað var hansara hugskot. Porsche hevði roknað út, at bilurin kom at kosta 1.550 Markar, men Hitler svaraði, at alt undir 1.000 Markar var í ordan. Í bilídnaðinum vistu tey ikki rættuliga, hvat kundi gerast fyri at fáa kostnaðin so langt niður.

Tann 8 mars 1934 helt Hitler aftur røðu, tá bilframsýningin læt upp. Hesaferð var hann ikki í klædningi, men í hernaðarbúna. Hann segði, at um bilídnaðurin ikki megnaði at gera ein Fólkavogn til rætta prísin, so skuldi staturin nokk klára uppgávuna. Hetta førdi til, at Ferdinand Porsche, saman við øðrum, mátti arbeiða í døgndrift fyri at náa málinum,. Eisini varð Porsche sendur eina námsferð til U.S.A. Heimafturkomin var hann sannførdur um, at Fólkavognurin kundi framleiðast til tann ásetta kostnaðin, um hann fekk somu framleiðslutólini, sum amerikanarnir høvdu.


VW kláraði heimsmetið hjá Ford T

Grundarsteinurin til Fólkavognsverksmiðjuna varð lagdur tann 26. mai í 1938 við gamla Wolfsburg slottið nærhendis lítla býnum Fallersleben. Tá seinni verðaldarbardagin brast á, var verksmiðjan ikki liðug. Tá so framleiðslan kom í gongd, var tað hernaðarbilarnir, VW Kübelwagen, sum vórðu framleiddir.

Tá kríggið var av, vóru 60% av verksmiðjuni í sori eftir øll loftálopini, restin bleiv brúkt til bilverkstað hjá bretum og amerikumonnum. Endurreisingin var sera stríggin, men teir komu so líðandi í gongd aftur. VW motorurin var luftkøldur og roknaður sum sera slitsterkur. Verksmiðjan gav eitt armbandsur til teir eigarar, sum kláraðu at koyra 100.000 km við sama motori. VW í Wolfsburg var eina tíð stórsti leverandørur av urum í Týsklandi.

Í 1945 vórðu framleiddir 1785 bilar, í 1948 høvdu teir framleitt 19244 bilar, og tíggju ár seinni, í 1958, vórðu framleiddir yvir hálv millión av teimum væl umtóktu VW Type 1 (Bobluni).

Ferdinand Porsche hevði helst ikki roknað við, at Fólkavognurin fór at sláa framleiðslumetið hjá Ford T, men tað gjørdi hann so dyggiliga. Tann 17 februar í 1972 vóru framleiddar 15.007.034 VW-Boblur, ikki nakað runt tal, men hetta var tað gamla heimsmetið, sum Ford T náddi í 1927. Nú eru framleiddar langt yvir 20 milliónir Boblur, og bilarnir verða enn framleiddir í Mexico og Brasilia.

Ferdinand Porsche andaðist í 1951, men navnið livir víðari í Porsche bilunum sum hann var við til at leggja lunnar undir.