Todi fingið kanón sáttmála

Fótbóltur: Landsliðsmaðurin í FCK, Todi Jónsson, sigur seg hava fingið ein betri sáttmála, enn hann higartil hevur havt

Góðar tvær vikur, áðrenn hann hevði havt møguleikan at samráðast við møgulig áhugað feløg, uttan at tað hevði verið neyðugt at drigið FCK upp í samráðingarnar, hevur Todi Jónsson skrivað undir ein nýggjan sáttmála við FCK. Sáttmálin fer longu frá nýggjárinum av at galda í staðin fyri sáttmálan, sum átti at havt verið galdandi fram til 30. juni komandi ár. Og tað er nú greitt, at um Todi og FCK ikki semjast um nakað annað, so verður føroyski álopsmaðurin í stórfelagnum í Keypmannahavn í hvussu so er inntil á sumri í 2003.

Todi Jónsson, sum 2. februar verður 28 ár, vil ikki siga nakað ítøkiligt um, hvat er í sáttmálanum, men hann dylir ikki, at fyri hann er talan um ein betri sáttmála enn tann, sum higartil hevur verið galdandi:

? Eg eri stak væl nøgdur. Nú trívist eg væl í FCK, og at teir hava skrivað undir upp á nýggja sáttmálan, taki eg sum eina álitisváttan frá felagnum. Tað hevur stóran týdning fyri meg, tí tað er eingin loyna, at tað er ikki so ógvuliga langt síðani, at tað ikki sá serliga bjart út fyri einum nýggjum sáttmála, sigur Todi Jónsson.

Í Danmark verður sagt, at teir best løntu spælararnir í FCK teljast millum teir best løntu spælararnar í Danmark. Hóast Todi Jónsson, sammett við so nógvar aðrar spælarar í Danmark, hevur havt ein góðan sáttmála, so sigst, at hann hevur ikki higartil verið millum teir spælararnar, ið hava fingið mest í lønarposan. Nú er sáttmálin uppaftur betri, enn hann var, og skulu vit trúgva tí, sum vit hoyra og síggja um lønirnar hjá dýrastu spælarunum í superliguni, so er tað neyvan at skjóta langt við síðuna av, um vit rokna við, at fasta árslønin hjá føroyska álopsmanninum fer at tátta í eina millión.


Møguleikin opin

At Todi Jónsson hevur bundið seg til FCK fram til á sumri í 2003 ber sjálvandi í sær, at tað tey næstu árini ikki fer at bera til hjá honum at fara aðra staðni at spæla fótbólt, uttan at FCK er við uppá tað.

Todi Jónsson hevur ongantíð dult, at hann droymir um at spæla fótbólt eitt nú í Onglandi. Men Todi hevur havt bæði beinini á jørðini, og hann hevur ferð eftir ferð ásannað, at um útlendsk feløg skulu gerast áhugað í honum, so er neyðugt, at avrikini verða meiri støðug, enn tey hava verið í 1999.

Seinastu mánaðirnar hava bæði FCK og Todi Jónsson verið væl betri fyri, enn tey vóru fyrri á árinum, og tí er møguleikin fyri útlendskum fótbóltsævintýri ikki heilt burtur:

? Eg havi valt at halda meg til tað, sum eg kenni og eri tryggur í. FCK er eitt tað kendasta felagið í Danmark. Útlendingar fylgja væl við, og burtursæð frá Brøndby er eingin betri sýnisgluggi í Danmark móti útlandinum enn FCK. Sáttmála-bundnir spælarar verða keyptir og seldir alla tíðina, og tí er møguleikin fyri at flyta til útlendskt felag framvegis til staðar, men hetta hugsi eg ikki so nógv um akkurát nú. Eg eri glaður um nýggja sáttmálan, og í fyrstu atløgu fer tað at snúgva seg um at liva upp til álitið, sum eg kenni FCK hevur víst mær, sigur Todi Jónsson.

Í FCK venja teir framvegis. Teir fara ikki í jólafrí fyrrenn í vikuskiftinum, og teir skulu longu mynstra aftur í felagnum, tá ein vika er farin av januar.


Harðar samráðingar

Tað var ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm, sum vegna felagið skrivaði undir sáttmálan við Toda Jónsson. Holmstrøm, sum í síni tíð var ein sera nærgangandi álopsmaður og seinni ein høgt virdur og harður venjari, er eisini ein harður samráðingarmaður, og tað hevði Todi Jónsson fyrireikað seg til.

Tá Todi í 1997 varð keyptur úr Lyngby og til FCK, var Poul Erik Petersen ítróttarligur stjóri í FCK. Hann veit sjálvandi, hvussu tað skal samráðast, og tí mundi tað ivaleyst vera snilt av Toda, at hann helt seg til henda roynda mannin og lat hann sína vegna knúlvast við Niels Christian Holmstrøm.

? At samráðast er altíð spennandi, og at samráðast um sáttmálar í fótbólti, er sjálvandi serliga áhugavert. Eg skal ikki dylja, at tað kennist sum ein lætti, nú hetta er komið upp á pláss, og hóast fótbóltsárið hevur verið langt, og hóast FCK hevur verið nógv í andglettinum, so gleði eg meg longu nú til at seta hol á nýggja fótbóltsárið, sigur Todi Jónsson.

Síðani hann í 1997 kom til FCK, hevur Todi Jónsson ? burtursæð frá tað nógva av einum hálvum ári, tá hann var plágaður av skaða ? verið fastur fúsur á liðnum hjá FCK. Hann hevur spælt 82 dystir, og hann hevur skorað 22 mál. Nú eru lunnar lagdir undir, at dystartalið skal bæði tvey og trífaldast, og sjálvt um leikluturin hjá Toda í FCK nú er øðrvísi, enn hann upprunaliga var, so munnu fótbóltshugaðu føroyingarnir vóna, at máltalið eisini fer at fjølgast rættuliga nógv.