hvønn morgun taka tann dagliga gongutúrin út á Endan á Vegnum saman við hinum pensionistunum í bygdini. Vit vilja á henda hátt ynskja henni hjartaliga tilukku við 75 ára degnum, og ynskja teimum báðum nógv [...] lærarastarv við skúlan á Giljanesi, og var lærari har til hann legði frá sær fyri aldur í 1992. Í Sandavági var eisini brúk fyri seymikonum, og mamma var saman við øðrum í fleiri ár seymikona á Skinnvirkinum [...] hjá Hans uppi í Húsi. Thor var skipari á m.ø. "Doceu" sum hann átti saman við brøðrunum John og Zacharias Nielsen, og hon er tí vaksin upp í einum valahúsum niðri á Sondum í Sandavági. Hóast húsini vórðu
Vesturleiki. Tað tykjast sørvingar vera nøgdir við, tí hetta eru nøvn, teir kenna aftur. Inni á skrivstovuni hjá Vesturvón er ikki minni góður hýrur. Borðreitt er við smurdum breyði og onkrum leskandi afturvið [...] hjá Vesturvón, verða teir »býttir um« við Akraborg og Varðborg. Soleiðis at skilja, at hesir báðir ganga inn í handilin og flyta til Leirvíkar. Hvat annars er við í handlinum av pengum, vilja hvørki keypari [...] landar upsa. Ólavur Petersen stendur á bryggjukantinum og tekur í móti og ynskir teimum vælkomnum. Bundið verður, meðan Vestursøki, sum hevur ligið á firðinum og snarað við sólini, leggur at aftanfyri. Landgongir
sjálvur var við til at byggja bilin. Schønning sigur í samrøðu við Dimmalætting, at hetta var tann fyrsti bilur í Føroyum sum hevði bandavspælara og hátalarar við musikki. Tað kom ikki væl við at hava bilin [...] vil vera við, at Almar Nordhaug fall væl í eyguni á Havnargentum, tá hann kom koyrandi á stóra akfari sínum. Og eingin ivi er um at hesin bilur hevði troðkað allar aðrar bilar burtur í røntgini á Bursatanga [...] norðmaður, Almar Nordhaug, sum kom til Føroya at hjálpa til við at fáa tunnuvirkið hjá Christiani Holm Jacobsen í gongd yviri við Strond í Havn, sum kom við hugskotinum um at byggja bilin. Tá tunnuvirkið var komið
giftist við Hans í Norðnastovu í Mikladali. Pápi og Mikal (Dalbø) búsettust í Syðrugøtu, Berlin á Skála og Emil í Klaksvík. Absalon gjørdist stórmaður á Skála Tann mest litríki av beiggjunum á Dunga var [...] ki eg á bringu beri, tað kann verja bæði stór og smá.” Umleið 1930 góvu tey húsið upp og fluttu út til okkum at búgva. Yngsta dóttirin, Sanna, sum hevði verið nógv heima, giftist tá við Peturi á Hædd í [...] Um tað mundið var mamma á sjúkrahúsi í Klaksvík og fastur okkara, Bergitta, tók ommu heim til sín. Hon doyði í 1945 í heiminum hjá Bergittu, gift við Sámal Jákupi Thomsen, við Gil, í Norðragøtu. Elspa
????? Fundur á Kirkju og hvat so? Í oysandi regni varð fólkafundur hildin á Kirkju í juli mánaða 1999. Umboð fyri politisku flokkarnar løgdu fram síni sjónarmið um, hvat gerast skuldi við teir ovurstóru [...] ini dragast við. Hóast politikaranir vóru á einum málið um trupulleikarna at okkurt átti at gerast, kom tó ikki nógv fram um, hvat og hvussu hetta skuldi fremjast í verki. Síðani fundin á Kirkju er tó [...] um, hóast hetta als onga ávirkan hevur havt á gerandislívið á útoyggjunum og heldur ikki megnað at vent nakrari gongd. Útoyggjaálitið, sum løgmaður lovaði á fundinum, er skrivað. Hóast álitið hevur nógv
Her á gáttini til nýggja árið er hóskandi at hyggja at listanum yvir átroðkandi mál, ið Landsstýrið má viðgera og loysa sum skjótast. Ovast á listanum standa trý stór og týðandi mál: Samráðingar við Eu [...] virksemið og handilin við ES-lond, ið er týdningarmesti marknaðurin. Ísland verður ES-land um stutta tíð Júst í hesum fyrstu døgunum av 2009 váttar íslendski forsætisráðharrin, Geir Harde, at Ísland er á veg inn [...] fleiri útbúgvingartilboð í Føroyum. Tað bar til í samstarvi við stjórnina at styrkja havgranskingina á Fiskirannsóknarstovuni. Tí man hetta við Fróðskaparsetrinum eisini bera til í góðum samstarvi. Trý mál
vísa á, at tær kortini fara at verða á Breyðvirkinum allar dagar í vikuni, tí tá handilin verður stongdur mánadag og týsdag, verður ymiskt annað at takast við. - Vøra skal bíleggjast og fáast upp á pláss [...] hjúnini sóu, at fólk vóru glað fyri baksturin á Bornholm, lótu tey eisini upp breyðvirki á Amager. - Tá vit vóru á Amager og lærdu okkum arbeiðsgongd og at arbeiða við størri nøgdum, høvdu tey havt bakarí har [...] inni á gólvinum. Myndirnar, sum eru viðheftar seinni í greinini, vórðu tiknar dagin fyri upplating, tá In.fo vitjaði inni á gólvinum. Tað eru tær báðar, Randi Olsen (36) og Fríða Hansen (26) - við ættarbondum
Síðani vit vóru á vitjan hava tey sýnt fram í SMS, og handilin er eisini latin upp. Elisabeth kemur glasið úr útlondum, og hon skerur og sniðgevur. Eisini málar hon við serliga máling, men ikki á alt glas. Munur [...] fluttu heim til heimbygdina hjá honum, Eiði. Her eru vit á vitjan hendan fríggjdagin. Nakað uttaliga í bygdini við havnaøkið standa eini hús. Uppi á Grind, sum tað kallast. Her hava eiðisfólk nú fingið einki [...] Hvussu er og ikki, so haltar ikki við hondverkinum. Hvørgin teirra hevur fingist við glas burturav áður. Elisabeth, ættað úr Klaksvík, er útbúgvin sjúkrasystir og hevur arbeitt á fleiri økjum og stovnum innan
landskend við at vera á forsíðuni á SMS-blaðnum, var fyri stuttum við í eini modelkapping í Keypmannahavn. Blaðið ?Alt for Damerne? saman við ?Unique Models? skipaði fyri kappingini í samband við eina árliga [...] Tað var ein strævin dagur, og tær vóru sera troyttar aftaná. Seinni á kvøldinum fóru allar genturnar, saman við øðrum fólkum inn á eina sera flotta matstovu at eta. Dagin eftir fóru tær at royna klæðini [...] vann kappingina, og var á veg til Paris at arbeiða sum model. Eitt lív sum model? Lív helt tað vera spennandi at vera við í kappingini, men hon kundi ikki hugsað sær at verið við til eina kapping afturat
skuldu royna at taka lut á norðoyastevnu við 10-mannafarinum, men vit slerdu av. Vit hava ikki vant, og skuldu vit manna bátin, so høvdu fleiri nevndarlimir verið noyddir at sett við árarnar, og tað hava vit [...] genturnar við Páll Fanga, og onkuntíð hevur Fípan Fagra á onkrari stevnu verið millum teir fremstu, men vit skulu heilt aftur til 1970 fyri at finna Klaksvíkingin millum vinnararnar. Tað árið vann hann á nor [...] Elias Zachariasen, sum sigur hetta. Á aðalfundinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag fyri einum mánað síðani, varð hann nývaldur formaður í felagnum. Í nevndini saman við honum eru Heidi Andreasen, næstformaður