málmansvenjara, sum altíð kann leiðbeina teg og rætta mistøk, sjálvt um tað ikki altíð er so stuttligt at fáa at vita, at tú gert eitt mistak, tá tú ikki heldur teg gera tað. Men eg havi altíð lurta eftir venjaranum [...] men eisini á tí økinum hevur hann lært nakað, og hann rópar meira nú. Eg havi eisini lært, at Jákup helst vil hava frið áðrenn dystirnar, og tí tosi eg ikki nakað serligt við hann fyrr enn beint upp undir [...] higartil, so veit eg ikki hvat tað kann blíva til hjá honum. Men tað er fullkomiliga upp til hann, tí hann hevur evnini og møguleikarnar at menna seg, hann skal bara gera av við seg sjálvan um hann vil. Ivast
at kosta 80-100 mill. krónur meir um árið fyri land og kommunur. Eg dugi at síggja, at tað verður ikki hugsingur um at seta so stóra upphædd av, men verður talan ikki um eina ávísa øking, so er eingin grund [...] prinsippir, men varð fyribils loyst. Hvussu hevði tú loyst málið, um tað kemur í aftur? ? Tað velst um, hvussu trupulleikarnar vera. Helst hevði eg loyst málið á sama hátt sum tað varð. Eg eri samdur í yrkisfelagnum [...] strævnari at undirvísa, tú missir tú meir fyri minni. Men fer næmingatalið ov langt niður, kostar tað ógvuliga nógv. Tí er tað ein ógvuliga trupul støða at koma í, tí sum landsstýrismaður ert tú bundin av fígg
á tann rætta mátan og innan fyri tann rætta tíðarkarmin. Tað er ikki nakað, tú ger frá einum degi til annan. Heldur hevur tað nakað við meira langsiktaðar tillagingar at gera. Anfinn Kallsberg heldur sjálvur [...] tað verður ein vanlukka, um landsstýrið ikki letur danska forsætisráðharran fara víðari við málinum? -Eg fái ikki svarað uppá tað, tí tað eru ymsar meiningar um hatta, og eg veit heldur ikki, hvat júst liggur [...] landsstýrinum longu nú tosa um hægri játtanir til bæði skúla og mentan og almanna- og heilsuverk og hvussu fer at eydnast at smíðja eina fíggjarlóg undir hesum fortreytum - um somu tíð sum skjøtil verður
Adelborg. ? Tá ið tú spælir sjónleik eru eyguni ikki so kritisk, sum tá ið tú ert við í einum filmi. Eg havi ikki tað stóra sjálvsálitið, tá ið eg hugsi um evni, sigur Adelborg. Men tú torir kortini at [...] fer at hækka støðið innan allan sjónleik. Tá ið tú spælir amatørleik, tráar tú alla tíðina eftir meir, eftir íblástri, tí spælir tú bara amatørleik, hevur tú lyndi til at standa í stað. Tí kunnu amatørleikarar [...] sær góðar stundir, og tú fært als ikki tíð til at blíva nervøs. Mær dámar væl, tá ið leikstjórar loyva leikarunum at royna seg fyrst í leiklutinum, tí tað verður alt ov keðiligt, um tú sum leikari skal fylgja
uttan orsøk, tí fløgan er á heilt góðari leið. Hetta er ein av teimum fløgunum, sum tú leggur í spælaran, tá tú kemur heim um kvøldið, og bara vil hoyra okkurt lekkurt. Lenu við sínu deiligu rødd og Niclas [...] sum eitt slag av demo at vísa fram, men um fólk eru áhugað í henni, kunnu vit kanska selja hana har eisini. Men tann næsta er longu í umbúna. Vit hava longu hugsað um at fara í gongd við okkurt nýtt. Tá mugu [...] dugi ikki altíð við tí, at tað skal vera Niclas, sum finnist at og rættar, viðgongur Lena. Eg veit ikki um tann næsta verður í stíli við hesa; fyrst vilja vit vita, hvat fer at henda framyvir, segði Lena
strammaði um beinini, men tað var so langt niðri, at vit nærum ikki hoyrdu tað. Sjálvt um ein á var niðri undir, so rørdi tú ikki við vatnskorpuna, tá tú hoppaði. Tað var tað ov grunt til. Tá tú langt um langi [...] eisini kanst tú fara jet boating eftir áunum, river rafting, sum vit jú høvdu roynt, paragliding, skydiving, hanggliding, trekking í fjøllunum ella á gletsjaranum nærhendis, og um veturin kanst tú standa á [...] og var hon sera bilsin um at fáa vitjan. Vit settu okkum upp á dekkið í góðveðrinum og prátið gekk lívliga. Hon greiddi okkum frá um ótrúligu og spennandi ferð sína tvørtur um Atlantshavið, gjøgnum Panama
annan hátt, men í fleiri førrum er einki eftirlit sum so, sjálvt um man veit um dømi, har eitthvørt átti at verðið gjørt. Eingi tilboð eru um hjálp uttan kanska tað, at heilsusysturin vitjar oftari enn vanligt [...] síggja í fleiri førum, at svikin børn fara ígjøgnum allar hesar liðirnar uttan at nakað hendir. Vit tosa um loysing ella samband, hvussu nógv skal fiskast ella ikki, men hvussu fólk hava tað í okkara [...] eru úti fyri umsorganarsvik, eru ógvuliga illa fyri. Vit duga so væl at tosa um viðurskiftini í Føroyum uttan at gera nakað beinleiðis við tey. Vanligi hugburðurin er, at fólk ikki vilja blanda seg. Veruleikin
fingið andarúm eina løtu. Fólk kunnu koma her at hugna sær eina løtu og ikki hugsa um lestur og annað, sum tey hava um oyruni. Tað verður jú onki ball. Ein sitikonsert sum varar ein tíma og eitt korter [...] korter. Men vit lova at geva tað best vit eiga hesa løtuna. Hetta er endaspurturin hjá Moirae, so um tú skalt hoyra okkum eina seinastu ferð, so er tað nú! Orsøkin til at vit gevast er, umframt at onkur fer [...] oddamaður í sínum egna orkestri, og hann og Kaj hava longu tosa um at gera meira við bólkin Taxi, sum teir báðir hava saman við Jón McBirnie, men eg veit ikki rættiliga, hvat teir finna uppá?, segði Terji. Fløgan
grundlagt í 1632. Men nógvir eru um boðið í Estlandi, og í 1710 koma russarar eystanífrá. Og eftir hetta missa norðurlendingar so líðandi sína ávirkan í landinum. Nógvar mentanir Um tú gongur ein túr í høvuðsstaðnum [...] Tallinn, sært tú eisini fleiri prógv um tær ymsu mentaninar, sum hava gjørt seg galdandi í býnum og í landinum. Ein góður gongutúrur er gamli býarparturin við borgini og býarmúrunum, har tú veruliga merkir [...] nógv vendir móti øllum vestureuropeiskum og amerikanskum. Um tú sum ferðamaður er eitt sindur vilstur og noyðist at spyrja onkran á gøtuni um okkurt, er frægast at spyrja onkran í yngra ættarliðnum, tí
vera býttur. Fleiri dømi um mismun ? Hetta er, sum longu víst á, ikki nakað eindømi, men dagligur kostur hjá forfjónaða pápanum, sigur Ólavur í Beiti. ? Dømini eru so mong. Eg veit um ein einligan pápa við [...] ir, sum tó tykjast hava sera ilt við at fáa gjørt nakað við, at tað verður gjørdur mismunur á foreldrunum. Ein skilnaður hevur, óansæð um talan er um giftu ella pappírleyst samlív, altíð tapararnir. Børnini [...] eg havi ein illgruna um, at vanliga uppfatanin av pápanum, er, at hann livir eitt sera flákrut lív, og er tí ikki førur fyri at hava nakað samband við sítt barn ella síni børn. ? Tú skalt minnast til, at