um Múlafoss, og tá dugdi eg ikki á nakran hátt at síggja, at hann fór at gerast so kendur – ja, kendur um tað mesta av heiminum. Sjálvur heldur hann, at fossurin er vorðin vakrari og vakrari, sum árini [...] og Bø at undirvísa, eina viku í hvørjum staði. - Pápi Jeffri var úr Gásadali, og mamman var úr Sørvági. Tá eg minnist, búðu stívliga 60 fólk í bygdini, sigur Karl, sum blaðungur fór til Grønlands at rógva [...] Mikkelsen so heppin, at hann nú eigur eitt abbabarn í bygdini. Ein onnur familja við børnum býr eisini í Gásadali. ##med2## Karl væntar ikki, at Gásadalur verður ein bygd, sum fer at doyggja út. Nú eru nøkur
einkjur og børn, sum mitt í stórari sorg eftir at hava mist mann og pápa, vóru noydd at finna upp á okkurt at lívbjarga sær, tí ongin almenn hjálp ella trygging var at bøta um missin av forsyrgjara. Sunnuvá Haraldsen [...] uppgávuna at royna at útvega stuðul, í fyrsta lagi frá vinnulívinum, til krígssavnsverkætlanina. Samlaði fíggjartørvurin er mettur at vera umleið 10 milliónir krónur, og tað er langt síðan avgjørt, at peningur [...] føroyskur, so væntaði Magni Arge, at tað helst fór at verða neyðugt at leita sær út um landoddarnar eftir teimum seinastu krónunum. Magni Arge greiddi eisini frá, at hann hevði hitt stjóran á bretska Royal
býráð, og hann ivast onga løtu í, at tað hevur tænt bygdini, at hon hevur eitt umboð í býráðnum. - Langabbi mín, Guttorm Frederik Olsen, sum búði her í Árnafirði, sat í Klaksvíkar kommunu í eini 10 ár [...] ið komið aðrastaðni. At ArtiCon hevur brúkt tunnilsgrót til útfylling, hevur gjørt, at samlaða verkætlanin ikki kostar nær til tað, hon hevði kostað, um einki grót var nærindis at fara eftir, sigur hann [...] til hindurs fyri, at bátar kunnu liggja í bátahylinum í øllum veðri. Umframt at verjugarðurin er longdur, er molin á innara landinum eisini bygdur longur út, og tað er innan fyri her, at betongarbeiðið nýliga
fosturtøkulóg til 1. viðgerð í løgtinginum. Eg sat heima í míni íbúð í Keypmannahavn og lurtaði, og eg má viðganga, at at eg bleiv bæði kløkk og ørkymlað at hoyra støðið á málburðinum hjá summum tingfólkum [...] gomul, tá eg sjálv kom í ta truplu støðu, at eg var vorðin við barn. Eg minnist tað sum ræðuliga svárt at biða um hjálp frá mammu míni, sum tó stuðlaði mær at koma til lækna og greiða frá støðu míni. Eg [...] ikki føra at vera mamma. Eg fekk eina abort í Havn, áleið viku 11. Eg minnist aftur á hesa tíð sum eina tunga mjørkakenda tíð, men mítt tannáringa lív gekk víðari, og eg var ongantíð í iva um, at avgerðin
roknibøkur (støddfrøðibøkur) á føroyskum máli. Kortini eru tað ikki so fá, sum siga t.d. “lig við” og “ganga”. Tykist vera ringt at sleppa av við gamlar danskar ónollur. Hvat gerst? Hvat verður gjørt? Hvussu [...] GANGA / FALDA: Fleiri siga framvegis “ganga” heldur enn tað føroyska “falda”. Orðabókin sigur “falda” ella “ferðir”. Góðu skúlafólk og øll onnur!: Brúkið føroysku orðini! Í SENN, ikki AT GANGIN: Burtur við [...] Áhugavert verður at fáa ein bita “undir tonna” (tánna?), sum ein miðil skrivaði. Blóð “á tonna”/ tánna) sæst onkuntíð. Skal vera “tonnina”. Væl gagnist! E.S.: TØLINI: Annars haldi eg, at nú er tann stundin
staðfestir, at man verður bundin at telduspølum, men av tí at Emil hevur lisið eina grein um, at onkur setur spurnartekn við diagnosuna, kemur hann til niðurstøðuna, at man ikki verður bundin at telduspølum [...] yvirvekt ella at vera ólukkuligur, og tí fari eg ikki at gera viðmerkingar til hesi uppáhald, í fyrstu atløgu. Greinin, hvørs endamál var at sannføra áhoyrarnar um, at man ikki verður bundin at telduspølum [...] predicted less social competence at age 12 but only among girl s2. Hetta merkir, at tann greinin, hann brúkti fyri at vísa okkum á, at man ikki verður asosialur av at spæla telduspøl, faktiskt vísti samband
rivi, at neyðugt var ikki við lógarbroyting. Heilsumálarráðið svaraði sannførandi at: ’Heilsumálaráðið metir ikki, at tað er neyðugt at broyta nakra lóg undir málsræði Heilsumálaráðsins, fyri at norðurlendski [...] Kjarnin í málinum er, at frítøkan átti at verið tryggjað frá byrjan av - so ella so - eftir at løgtingið hevði samtykt sáttmálan. At vit nú skriva ár 2024 – níggju ár eftir, at Løgtingið samtykti sáttmálan [...] fyrningarreglurnar. Tað er at vóna, at tey eru so mikið at sær komin hjá Heilsutrygd ikki at gera fyrningarreglur galdandi mótvegis útisiglarum í hesum máli. Hini sosialu gjøldini Men ikki er lætt, tá sosial
var knýttur at nøkrum fjølmiðli, mátti eg rinda útbúgvingina sjálvur, men tað hevði lítlan týdning afturímóti gleðini yvir, at kunna fáa útbúgvingina. Eg vil eisini siga, at tað krevur nógv at taka eina [...] ndingar”. Seinni kom hugurin at skriva, og tað lá í luftini, at eg vildi verða journalistur, men har var bara ein avbjóðing: Útbúgvingin kundi ikki takast í Føroyum, og at fara av landinum hevði eg ongan [...] journalistiska fakið at gera. Eg var við til at geva eitt lokalblað út í Eysturoynni seinast í áttatiárunum, og seinni hevði eg eitt videostudio. Eisini plagdi eg, gjøgnum telefonina, at lesa tíðindi í føroyska
i eisini, so eg tók hesa útbúgving yvir longda tíð. Hvussu minnist tú tína lestrartíð? Eg má siga sum er, eg havi aldrin dámt at gingið í skúla, kanska mest tí ein skal vigast av fleiri ferðir og standa [...] Ja, tað er ikki so einkult at siga. Faktiskt so hevur fortíðin evnað meg til tað, sum eg eri í dag, og tað, eg takist við. Eg eri sera væl nøgdur, og tað er altumráðandi, at eg eri nøgdur og trívist í [...] Eg byrjaði fyrst í 1999 at lesa til skipara, men gavst av serligum umstøðum. Men so í januar í 2020 byrjaði eg aftur og tá til skipsførara. Hetta var sjálvlestur, grundað á, at eg var í fulltíðarstarvi
Væl dugdi hann eisini at fiska síl. Gott agn, góðar húkar og útgerð hevði hann altíð, og ikki minst, so hevði hann eina ótrúliga nøs at finna røttu støðini at fiska við tí úrsliti, at hann næstan altíð var [...] - so sum at síga í berginum eftir krákuungum, at tendra í fjúsið á heimagjørdum bumbum, og tílíkt. Puch knallertin hjá honum var tiltikin, og hann kundi koyra har sum ongin annar hættaði sær at koyra, so [...] skemtari av guds náði, og stuttligari mann skal ein leita leingi eftir tá góða lag var. Fólk kundi satt at siga sita í skellilátri nærum samanhangandi, tá hann fortaldi sinar vælkrydraðu søgur um hendingar