Helgi Abrahamsen
Løgtingslimur
Hvat hevur tú lisið ella lært til?
Eg havi útbúgving sum journalistur, frá Danmarks Medie- og Journalisthøjskole. Útbúgvingina fekk eg fyri 10 árum síðani.
Hví valdi tú hesa útbúgving?
Áhugin fyri journalistiska fakinum byrjaði longu, tá eg var smádrongur. Foreldrini áttu ein spolabandupptakara, har eg ofta gjørdi mínar egnu “útvarpssendingar”. Seinni kom hugurin at skriva, og tað lá í luftini, at eg vildi verða journalistur, men har var bara ein avbjóðing: Útbúgvingin kundi ikki takast í Føroyum, og at fara av landinum hevði eg ongan hug til. Tí bleiv tað ikki til nakað tá. Eg royndi tó ymiskt, sum hevði við tað journalistiska fakið at gera. Eg var við til at geva eitt lokalblað út í Eysturoynni seinast í áttatiárunum, og seinni hevði eg eitt videostudio. Eisini plagdi eg, gjøgnum telefonina, at lesa tíðindi í føroyska nærvarpinum í Keypmannahavn.
So hendi tað, tá eg var blivin løgtingmaður, at eg sá eina lýsing frá Kringvarpinum, har tey bjóðaðu fólki at taka journalistútbúgving gjøgnum Danmarks Medie- og Journalisthøjskole. Eg søkti, og bleiv tikin upp.
Hvussu minnist tú tína lestrar?
Undirvísingin gekk soleiðis fyri seg, at ein partur var á netinum, og onkuntíð vóru vikuskiftisskeið í Kringvarpinum ella aðrastaðni, har undirvísarin var í Føroyum. Eisini arbeiddu vit ein part av tíðini við bólkaarbeiði. Av tí at eg ikki var knýttur at nøkrum fjølmiðli, mátti eg rinda útbúgvingina sjálvur, men tað hevði lítlan týdning afturímóti gleðini yvir, at kunna fáa útbúgvingina. Eg vil eisini siga, at tað krevur nógv at taka eina útbúgving, meðan tú hevur eitt arbeiði at røkja, men tað var spennandi og læruríkt.
Hvussu hevur tú brúkt tína útbúgving?
Mín hugsan við útbúgvingini var – umframt áhugan – at eg sum løgtingsmaður fáist nógv við at skriva, og so er tað eisini tað, at løgtingslimir standa fyri vali fjórða hvørt ár, og hvat nú, um tú ikki verður afturvaldur? Tað hendi eisini hjá mær í 2015. Tá varð eg ikki afturvaldur, og tey komandi fýra árini arbeiddi eg sum journalistur á Norðlýsinum og R7. Síðani 2019 havi eg aftur verið politikari, og útbúgvingin er framvegis eitt gott amboð at hava.
Um tú hevði skulað valt í dag, hvat hevði tú so valt?
Fyri meg var journalistikkur tað rætta fakið, sum eg ikki hevði býtt um við nakað annað, um eg skuldi valt umaftur. Tað er gott at hava møguleikan at taka eina útbúgving, hóast tú ert komin nakað upp í árini, men hinvegin, so mæli eg øllum til, heldur at fara tann “vanliga vegin” og taka útbúgvingina á ungum árum.
Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024