Júst nú liggja bátar við grind beint uttanfyri Argir. Á løgreglustøðini sigur vakthavandi, at bátar eru hjá grindini, men meira fæst ikki at vita júst nú. Tað er tó greitt, at grindin verður rikin á S
Løgreglan fekk fyri hálvum tíma síðan boð um, at ein grind var funnin í Svínoyarfirði. - Ein bátur er hjá grindini og grindaformenninir har norðri hava fingið boðini, men annars vita vit ikki nógv mei
Fyri einum tíma síðani varð boðað frá, at ein grind lá stutt úr landið vestur úr Vágseiði. Fyri eini løtu síðani komu bátar til hana, og grindin gongur norður eftir ímóti Fámjin. Enn tora tey ikki at
Ein lítil grind verður hildin til á Skálafjørðinum í løtuni. Talan er um eina heilt lítla grind, fimm til tíggju hval. Bátar liggja hjá hennið og royna at reka hana, men sambært fólki á staðnum, so er
Ein grind er funnin nærhendis Tjørnunes, ið er sunnanfyri Norðtoftir, og verður eftir ætlan rikin til Hvannasunds. Heðin í Frammistovu, ið er grindaformaður í Hvannasundi, upplýsir, at tað var ein skj
Fyri einari lítlari løtu síðani varð ein grind funnin á Oyndarfirði. Talan er um eina lítla grind, og ein bátur er hjá henni beint nú, og fleiri eru á veg. - Tá fleiri bátar koma til hana, verður støð
Fyri eini løtu síðani varð boðað frá grind í Sandvík. Bólkurin stendur og grindar mitt á fjørðinum í Sandvík, og bátar eru á veg úr Hvalba til grindina og tann fyrsti er komin, og aðrir eru á veg Jasp
Ein grind er funnin út fyri Leirvík fyri einari løtu síðani, og beint nú ferðast grindin suður eftir. Avgerð er tikin um at reka grindina til Gøtu, upplýsir Jacob Vestergaard, sýslumaður. Talan er ikk
Ein grind verður í løtuni rikin inn í Fuglafjørð. Av løgreglustøðini verður upplýst, at talan er um einar 40-50 hval. Grindin varð funnin uttanfyri Leirvík um tvey tíðina, og skjótt varð avgjørt at re
Fyri einum sløkum tíma varð boðað frá eini grind ein fjórðing úr Skálhøvda. Løgreglan sigur, at grindaboðini eru farin víðaru í Sandoynna, men enn er eongin bátur hjá grindini. Grindin gongur suðureft