So var aftur grindaboð norðanfyri.
Klokkan trý korter til sjey í morgun sóu fólk hval út fyri Skálatoftir, ein útdeyð bygd á Borðoynni.
Ætlanin er at reka grindina inn á Hvannasund, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Mett verður, at talan er um 40 hval.
Á ein hátt kemur hendan grindin heldur illa við. Norðdepil fyllir 150 og føðingardagurin verður hildin um vikuskiftið. Stórur partur av bygdunum báðum eru tí virkin í tí sambandi. Kortini verður drápið sjálvt í Hvannasundi, men síðani er ætlanin at koyra grindina til Klaksvíkar og gera býtið har, sigur vakthavandi.