Ein grind er funnin út fyri Leirvík fyri einari løtu síðani, og beint nú ferðast grindin suður eftir.
Avgerð er tikin um at reka grindina til Gøtu, upplýsir Jacob Vestergaard, sýslumaður. Talan er ikki um eina so stóra grind, men mett verður, at har eru um 50 hval.
- Tað bleiv sagt, at hon var um 50 hval, um tað talið heldur ella ikki, er ringt at siga nakað um enn, sigur sýslumaðurin.
Les eisini: Grindin gongur skjótt inn eftir
Í løtuni eru seks bátar hjá grindini.