týða yrkingasavnið Fjalir eftir Tórodd Poulsen til enskt. Randi Ward er amerikonsk, men hevur búð í Føroyum í eitt áramál, so hon dugir føroyskt. Hon er sjálv royndur yrkjari og er tí før fyri at flyta [...] yrkingarnar yvir í enskt á professionellan hátt. Randi Ward hevur lisið mannfrøði og bókmentir, og harumframt er hon høvundur og listakvinna. Dómsnevndin sigur m.a. í síni niðurstøðu, at “The translator [...] eitt bronsuheiðursmerki, og harumframt verður ein partur av týðingunum almannakunngjørdur í einum komandi útgávu av Scandinavian Review. At týða føroyskan skaldskap til enskt hevur stóran týdning – tað
á stammuni situr og siterar "chat-rooms" á alnótini og spælir kosmopolit millum dunnur og gæs í Havnardali. Tað kann neyvan blíva pínligari. Men logos og helios eru eisini kosmiskir, og teir fortelja okkum [...] Sjónvarpinum og á Studentaskúlunum fáa næmingarnir undirlutakenslur mótvegis føroyskari mentan og føroyskum máli. So taka tey ístaðin undir við frelsandi danskleika og sleppa at arbeiða í útvarpi og Dimmalætting [...] senda fólk í deyðan mentalt, og tann føroyski "dispositivurin" Viberg-Joensen kemur at ganga sum ein Herostratos til ævigar tíðir. Millum logos og helios. Logikkur er algildugur, og tá ið hann slær til, er
Eftir boðum frá lærara og próvdómara fer Jógvan við aðrari hondini í spurnarkassan "Nágreinilig vitan hjá fólki" og tekur ein tilvildarligan lepa: Heimastýrislógin og føroyskur búskapur og vælferð? Hann [...] búskapin, og so er tað vælferðin. ? Í 60-unum vórðu danskar lógir á vælferðarøkinum, t.v.s. almanna- og heilsuøkinum, settar í gildi í Føroyum, eins og risastórt lands- og statssjúkrahús og seinni Klaksvíkar [...] Higartil hava upplýsingar, frágreiðingar og grundgevingar um loysingarfilosofiina verið doktrinerar og dogmatiskar og í versta føri merktar av villleiðing og ósannleika. Í 30-unum í farnu øld vóru ringar
eina enskt-føroyska orðabók á 1700 blaðsíður og eina føroyskt-enska orðabók á 2100 blaðsíður. Hartil kemur eisini ein fløga, sum kann dagførast regluliga á einum orðabókaportali, har nýggj ensk og føroysk [...] dugdu at umseta til føroyskt. So sigur onkur, at vit burdu umsett Gyldendals ensku orðabók til føroyskt. Og Zakarias Wang, so bráður sum hann er, tekur telefonina og ringir til Gyldendal og spyr, um tað bar [...] við teir báðar Annfinn og Jónhard. Annfinnur, ein føroysk útgáva av John Cleese og so føroyski Sisyfos-paralellurin Jonhard Mikkelsen, ið hevur rulla so nógvar klettar niðan eftir fjallasíðunum, onkur fór
snakkað og lítið gjørt. Nýggj glansbíløt hvørt ár, nýggj herróp, og Ferðaráðið ferðast. Hví so ferðavinnan og Primetime? Jú, tí eru Føroyar eitt so spennandi land hjá útlendingum at ferðast til og í, so [...] Øll heitini, tey brúka í loftmiðlunum, eru sjálvandi ensk. Tað er smartari, fínari, tignarligari kanska eisini og trendy harafturat. Fleiri ensk orð, tú klárar at kroysta inn í ein setning, betri fakfólk [...] tú. Meira kanst tú snakka uppií, vera við. Og fjølmiðlafólk yvirhøvur eru heldur ikki so stinn í føroyskum. Hava ongantíð lært føroyskt. Hava bara havt føroyskt í tíggju-ellivu skúlaár. Aftur til hatta Primetime
vit at globalisera okkum og leggja okkum aftan fyri enskt. Tí nú kemur enskt inn til okkara, og gestablíð sum altíð og okkum so líkt, trina vit til viks, bjóða gestinum í hásætið og fara at tæna. Vit hava [...] svenskt og danskt, so kunnu vit bara ímynda okkum okkum hvørja ávirkan, tað fær á føroyskt. Tey norðurlendsku málini hava ment seg á øll økjum. Tey hava orð fyri løgfrøði og tøkni og læknavísindi og matgerð [...] global, og tú gert feigdina um teg. Eftir sita vit við ein hálvlunkaðum enskum, sum vit brúka, tá ið vit tosa við týskarar, fransmenn, spaniólar og japanar – Ein og hvør við royndum veit hvat enskt talan
støðu. Og lívið fór úr klokkuni úr íbinviði saman við tí hjá tí síðsta káta. Og ljósini á trífótunum sloknaðu. Og myrkur og rot og sóttin reyða fingu óendaligt ræði á øllum. At umseta er drúgt, hart og møtimikið [...] Smettihjartað og aðrar søgur . Í hesi bók eru 11 stuttsøgur, teirra millum nakrir av teimum mætastu prosatekstunum eftir tann flogvituga og ólukkuliga súlukongin úr Boston. Týðing og úrval eru eftir Agnar Artúvertin [...] m “konu og systrum andaða”, hetta ber stutt og greitt ikki til, tað er skeivt og ljóðar eisini klossut og mishátt. Tann , sum skal týða Poe, kann lættliga freistast til at brúka hvørsfall, og tað er ein
Clothier, meðan Gunn Weihe Reinert og Turpin N. Djurhuus hava leiklutirnar sum ávikavist Annika og Tommy. Í drúgva leiklistanum síggja vit hestar, klovnar og sirkusstjórar ? og Sonna Smith sum matrós! Tað er [...] hevur sjónleikur verið spældur í húsinum. Vit hava dansað og sungið á palli og handan pall. Vit hava grátið og flent, vit hava havt góðar tíðir og ringar tíðir, men vit, sjónleikaáhugað, hava megnað at standa [...] nøvn sum Bertholt Brecth, Samuel Beckett og fleiri fronsk, ensk og amerikansk við. Sama forlag varar av aktuella leikinum hjá Grímu "Krypilin úr Inishmaan" eftir unga, gitna sjónleikarithøvundan Martin
hetjusøga, ið byrjar í myrkri og vónloysi og endar við fullkomnum sigri. ”Hann vann og fullkomiliga kollvelti tað avoldaða føroyska minimalsamfelagið” , skrivar Virgar í eftirmælinum, og seinni: ”Tann gamli sociali [...] millum Patursson og quislingin Adolf Hoel verða lýst út í æsir, og dylur Virgar ikki fyri, at nógvir føroyingar um hetta mundið høvdu sympati fyri bæði Quisling og Hitler – eitt sindur eins og nógvir føroyingar [...] heldur ikki at uppfinna spildurnýggj føroysk orð ella at seta orð saman á kreativan hátt. Hoyri speiskligu, drivnu og belærandi rødd Virgars fyri mær, tá eg lesi – og má ofta smílast… viðhvørt tí hann veit
6. juni 1945 stóðu og lógu allar gamlar sálmabøkur og letsrabøkur á borðum og í reolum við hondini upp undir kinn og sóu so glaðlyntar út, tí okkurt var í bygdini, sum var sera sjáldsamt. Ein og hvør sálmabók [...] sálmabók og lestrabók hava sína sál, sum føroyingar hava notið gott av í farnum tíðum. Ja, mangar av hesum bókum, sum lógu og brosaðu 6. juni 1945, standa nú undir bitunum hjá Unnu og Petur Martin og njóta [...] borðið og at avgreiða mál, í samband við kunningina um Fuglafjørð, sum fer allar vegir og steðir- kring tann víða heim. Eisini at taka ímóti ferðafólki. Týskt dugir tú á ræði, somuleiðis enskt, og sørur