Petersen, Robert Cieslewicz Gult kort: eingin Dómari: Petur Erhard Kjærbo (Sumba) Hálvfinalur 13/5 og 24/5: B36-VB og KÍ-HB [...] Jacobsen, liðskipari, Janus Kjærbo, Magni Jacobsen ? Hans Pauli Dahl, Tórður Holm, Petur Óli Samuelsen (Palli Augustinussen, 60), Jón Gærdbo ? Krzystof Popczynski, Mikael í Lágabø Gult kort: Jón Gærdbo 13, Krzystof
farna árið hevur verið so stórt sum ongantíð fyrr. Húsini og sjálvur salurin eru umbygd og umvæld, og karmarnir um virksemið eru tískil bøttir og øktir munandi. Sjónleikirnir, ið eru spældir síðsta árið [...] farna og hvat vit síggja fyri okkum fyri framman. Tiltakið er stórt og umfatandi, og Jytte Joensen er sett burtur av at arbeiða við verkætlanini. Hesin leikurin er føroyskur allan vegin ígjøgnum og talan [...] góðar leikir og leikarar. Eisini millum teir yngstu leikararnar er áhugin sera stórur at standa á palli. Men felagið hevur ein annan trupulleika, ið er verri at loysa. Áskoðararnir fækkast, og tað staðfestir
ikki eydnast serliga væl, og í steypadystinum í Klaksvík næstsíðsta sunnudag tóku teir avleiðingarnar og broyttu liðið í steðginum. Hesa ferð var Jóan Petur Olsen aftastur, og Alvi Justinussen var frammanfyri [...] Olsen á toppinum. Aftanfyri hann vóru John Eystberg og Milan Culjic á framrættaða miðvøllinum. Í høgru síðu á miðvøllinum var Palli Augustinussen, og tað hevði kanska tørnað øðrvísi út, um hann hevði verið [...] Popczynski í blaðnum leygardagin. Teir fingu einki stig, og ein av høvuðsorsøkunum til tað var, at venjarin ikki var við í álopinum. Hann var leikbannaður, og tað var stórur saknur. Johan Nielsen hevur verið treiskur
miðvallari í flestu av dystunum í ár, sendi hart og flatt innfyri úr høgru síðu. Bjarni Johansen kláraði ikki at halda bóltinum, og so var Carl Høgnesen á honum og trokaði hann inn. Tað bleiv 2-0 tíggju minuttir [...] afturlegging. Hann royndi at krússa, men misti bóltin, og knappliga vóru tveir VB-arar púra leysir. Ungarski málverjin feldi annan, og so var brotsspark og reytt kort til Timar. Øssur Hansen, sum serliga í [...] tikin út, og nýggi verturin hjá Atlantic Radio, Tróndur Vatnhamar, kom inn. Janus Kjærbo sendi útvarpsvertin annan vegin og bóltin hinvegin, men tíverri fyri VB rakti bólturin á stólparótina og endaði síðani
heilt ungu og óroyndu, sum spæla í orkestri. Konsertin verður í Grasagarði í Tórshavn, og longu nú hava 6 bólkar boðað frá luttøku. Teir eru, Almost Perfect, Krit, Salute, Peachy Bounder, Phantoms og Jassarnir [...] popp-, rokk- og jassstjørnur okkara fara so hugagóð til verka í bilskúrum og kjallarum kring landið. ? Hesi eru ungfólk, ið hava tað í felag, at tey hava vant saman nøkur fá ár, ella enn og stytri. Tey [...] Lassen úr Mark No Limits og m.o. Hans Petur í Brekkunum, Egil Hansen og Brandur Jacobsen úr Paria. Í fleri Norðurlondum sita gamlar PopTop-stjørnur á skúlabonki á konservatorium og tónleikaháskúlum. Hin bjartasta
verið so góð, verður hon aftur á palli komandi leygarkvøld. Tríggjar framførslur hava verið, hvørja ferð fyri fullum húsum á Meiarínum. Várkabarettin er undirhald, sangur og tónleikur. Leikararnir eru Súsanna [...] Súsanna Tórgarð, Ria Tórgarð, Katarina Nolsøe, Birita Mohr og Jón Thorsteinsson. Stamen Stanchev spælir klaver. Ein stórur partur av áskoðarunum hava tikið av tilboðnum hjá Casablanca "happy hour", sum er
sett á málskjótingina, og trettan minuttir seinni vóru trý mál komin, og so varð lok lagt á. Tað var heilt fitt av síðuvindi í Klaksvík leygardagin, og hetta órógvaði spælið og tóktist hava ávirkan í øllum [...] at vísa í fjør. Hjá KÍ vóru bæði Jan Andreassen og Kurt Mørkøre leikbannaðir, og tað hevði broytingar við sær. Pacek var aftastur, og fyri fyrstu ferð nakrantíð var John Hansen í miðverjuni, meðan Finn [...] avbera góð, líkar Heðini hetta væl. Aftur og aftur setti hann ferð á í vinstru, og sjálvt um dragingarnar onkra ferðina vóru ov langar, og onkrir bóltar fóru til spillis, so var tað heilt ofta vandamikið
natúrligt og rótføroyskt at brúka annaðhvørt enklit, t.d. Ólasa bilur, ella fyrisetingarlið, t.d. húsini hjá Palla. Men kortini kolldøma summir málrøklar bæði enklit og fyrisetingarliðið og stríðast av [...] segði - og hví hefta seg so við (og mistolka) júst hesi orðini hjá dr. Jakobsen, tá ið føroyingar eitt nú ikki vilja vita av hansara stavseting? Hesin troyttandi messusangur um bát Mikkjals og malargrót [...] - serliga á føroyskum skúlabókaforløgum - og vei tann, ið ikki aktar. Tessvegna undirhalda fjølmiðlarnir dag og dagliga fólk við nygjørdum málsligum perlum, og Útvarpið talar í tungum um verjar Bills Clintons
ga minnir um havnarmál). Og sjálvandi hevði hann, eins og flestu svenskarar, flent í kíki, hevði nakar farið at tosað og skrivað sum August Strindberg, aðrastaðni enn á palli. Eitt er at syngja Bellmans [...] honum eitt sindur og nevndi nøkur av teim orðum, sum íslendingar og nógvir føroyingar kalla »donsk«; t.d. gjarna, snakka, straks, prøva, øva, trena, stoppa, ske, røra, teinkja, dummur og evindaliga. Eg nevndi [...] orðini, nevnd eru omanfyri - og mong við teimum - eru at finna í svenskum! Eg spurdi hann, um hann skammaðist við at taka tey í sín munn, og um hann uppfataði tey sum danismur og svenskt sum eitt fordanskað
pilkar og skavar í glasurinum og setir spurnartekin. Annars er einki við listini. Bara at lýsa tað pena, deiliga og ódramatiska er keðiligt. Sonn list er til, har tað brýtir millum tað pena og vandamikla [...] til Føroya, og tað eydnaðist loksins. Hon fekk ein flogtúr fyri lívið, frammi í flogskiparaklivanum millum flogskipararnar, har hon kundi halda eyguni við, hvat fór fram og hvat varð sagt, og hálvan tíma [...] Norðurlandahúsinum, trein hon inn meðan lógvabrestirnir dundu. Leikarar og filmslið, donsk bløð og sjónvørp, sluppu ikki til Føroya, og tí gjørdist heimsfrumframførslan ikki heilt til tað, hon varð ætlað.