Várkabarettin hjá Grímu hevur eftir øllum at døma fingið betri undirtøku enn felagið upprunaliga hevði roknað við. Ætlanin var bert at spæla kabarettina tríggjar ferðir, men av tí av undirtøkan hevur verið so góð, verður hon aftur á palli komandi leygarkvøld.
Tríggjar framførslur hava verið, hvørja ferð fyri fullum húsum á Meiarínum. Várkabarettin er undirhald, sangur og tónleikur. Leikararnir eru Súsanna Tórgarð, Ria Tórgarð, Katarina Nolsøe, Birita Mohr og Jón Thorsteinsson. Stamen Stanchev spælir klaver.
Ein stórur partur av áskoðarunum hava tikið av tilboðnum hjá Casablanca "happy hour", sum er frá kl. 19.00 til 22. Várkabarettin er eitt gott høvi til eitt skemtiligt leygarkvøld saman við makanum, vinum ella arbeiðsfeløgum. Avsláttur verður givin bólkum yvir 10 fólk. Atgongumerki fáast í Kunningarstovuni.