hálvleiki, og í steðginum var heimaliðið á odda 15-4. Elias skoraði tvey mál upp á seks málmøguleikar, og hann legði eisini upp til tvey mál hjá Kiel. Kiel er fremst í deildini við seks stigum fyri tríggjar dystir [...] 971 áskoðarum í Wunderino Arena í Kiel vann liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu stórsigur 33-22 á HSG Wetzlar í triðja dystinum í bundesliguni hetta kappingarárið. Kiel var flúgvandi í fyrra hálvleiki [...] dystir. Málúrtøkan er 110-77. Komandi hóskvøld klokkan 19.30 skal Kiel spæla grannadyst móti Flensburg-Handewitt á útivølli.
eina framúr góða debut. Hinir leikararnir og fjeppararnir hjá THW Kiel eru farnir at nevna Elias "Skippy". Um nýggja kelinavnið sigur Elias eitt sindur flennandi: - tad er ikki nakað eg eri serliga stórur [...] vilja kalla meg tað, so gera tey bara tað. Sigur Elias um "Skippy". Hóskvøldið klokkan 18 fær Elias væntandi bundesligadebut á heimavølli, tá THW Kiel tekur móti Gummersbach. [...] Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk eina rimmar debut í heimsins bestu hondbóltsligu, týsku bundesliguni farna sunnudag. Saman við liðfeløgunum í THW Kiel vann hann 36-25 (18-15) á Balingen-Weilstetten á útivølli
Harald Reinkind toppskjútti hjá Kiel. Elias og Reinkind skutu sjey mál hvør. Elias legði eisini hegnisliga upp til fleiri mál hjá Kiel. Kiel er fremst í bólki A við 10 stigum fyri seks dystir. Nummar tvey [...] Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel hava í kvøld vunnu ein flottan 34-28 sigur á PSG á útivølli EHF Champions League. Í steðginum var PSG á odda 14-13. Elias gjørdist saman við Harald [...] stigum. Teimum á baki koma Aalborg og Kielce við sjey stigum hvør. 16. november tekur Kiel móti Aalborg á heimavølli. Kiel spælir komandi dystin í bundesliguni á útivølli móti Göppingen komandi sunnudag.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vóru fyri stórtapi í bundesliguni í dag. Á útivølli móti Gummersbach tapti Kiel heili 29-40. Í fyrra hálvleiki gekk av skriðuni hjá Kiel. Gummersbach [...] seinna hálvleiki megnaði Kiel at steðga bløðingini. Tað gekk tó persónliga væl hjá Eliasi. Hann gjørdist toppskjútti hjá Kiel við átta málum, og hann legði eisini upp til tvey mál. Kiel er nummar fýra í bu [...] við 44 stigum. Kiel endar antin á fjórða ella á fimta plássinum, ið gevur rætt til EHF European League komandi kappingarár, um ikki teir vinna Champions League. Komandi mikukvøld tekur Kiel móti Leipzig
spældu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel seinasta dystin í bundesliguni hetta kappingarárið. Á útivølli móti Melsungen spældi Kiel javnleik 23-23. Tað gekk illa í hond hjá Kiel í fyrra [...] hálvleiki, og í steðginum var Melsungen á odda 16-11. Elias gjørdist saman við Nikola Bylik toppskjútti hjá Kiel. Teir skutu fimm mál hvør. Elias var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál. Hákun West [...] liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf endaði á einum sjeynda plássi. Komandi leygardag skal Kiel spæla hálvfinalu móti krútsterka Barcelona í hálvfinaluni í Final Four í Champions League í Lanxess
Elias Ellefsen á Skipagøtu var aftur at síggja á vøllinum í dag í dysti hjá THW Kiel. Kiel spældi dyst á útivølli í týsku bundesliguni móti HSG Wetzlar. Tað eydnaðist Eliasi og liðfeløgunum at vinna dystin [...] dystin 29-27. Í steðginum var Wetzlar á odda 14-13. Elias skoraði tvey mál upp á tvær málroyndir. Füchse Berlin uttan nakran leiklut til Hákun West á Teigum vann fyrr í dag 29-26 (16-12) á Gummersbach á
suðuri í Lund í Skåne, týskvøldið 19. apríl. Áðrenn tað skal Elias saman við landsliðnum leika tveir HM-undankappingardystir móti Týsklandi í Kiel mikudagin klokkan 17.15, og leygarkvøldið klokkan 19 í høllin [...] Elias Ellefsen á Skipagøtu vildi seinnapartin í dag ikki vera aftanfyri lítlabeiggjan Róa, og systkinabørnini, Paula, Óla og Janu Mittún sum blivu suverenir føroyameistarar í Burn mansdeildini og í SM [...] SMS-deildini ígjár við H71. Elias gjørdist við níggju málum toppskjútti hjá Sävehof sum á heimavølli í Partille vann triðju fjórðingsfinaluna móti Lugi við greiðum 33-25 sigri. Serliga í fyrra hálvleiki
Í kvøld fekk Elias Ellefsen fyrsta heimadystin fyri THW Kiel í týsku bundesliguni frammanfyri 10.000 áskoðarum, tá Kiel tók móti Gummersbach. Kiel vann stórsigur 41-30. Í steðginum var Kiel á odda 22-16 [...] 22-16. Elias slapp ikki líka nógv til orðanna í dag sum í seinasta dystinum hjá Kiel, men hann skoraði so tvey mál fyri Kiel í kvøld. Kiel er fremst í bundesliguni við fýra stigum fyri tveir dystir við málúrtøkuni [...] málúrtøkuni 77-55. Komandi sunnudag hevur Kiel aftur heimadyst í bundesliguna. Tá kemur Wetzlar á vitjan í Kiel.
Elias Ellefsen fekk eina rimmar debut í heimsins bestu hondbóltsligu, týsku bundesliguni í dag. Elias og liðfelagarnir í verandi meistaraliðnum, THW Kiel vunnu í ársins fyrsta bundesligadysti stórsigur [...] var betri við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Kiel á odda 18-15. Sigast má, at Elias fekk eina rimmar debut í heimsins bestu hondbóltsligu. Elias skoraði sjey mál upp á átta málroyndir. Og tað er vorðið [...] vorðið sum byrjan má staðfestast. Topskjútti hjá Kiel gjørdist Eric Johansson við níggju málum. Í annaðkvøld klokkan 18 fær Hákun West av Teigum vónandi sína debut í bundesliguni við Füchse Berlin, tá
bundesliguni komu Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel loksins á sigurkós aftur. Kiel vann í dag á heimavølli stórsigur 34-23 á Hamburg. Í steðginum var Kiel á odda 19-15. Elias var sera eyðsýndur [...] Hann gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Kiel við sjey málum. Harumframt legði Elias upp til fýra mál. Toppskjútti hjá Kiel var Niclas Ekberg við átta málum. Kiel er nummar sjey í deildini við átta stigum [...] stigum fyri sjey dystir. Komandi mikukvøld klokkan 19.45 hevur Kiel heimadyst móti pólska liðnum, Kielce í Champions League.