Hesir 16 fara at bjóða Týsklandi av

Mikudagin 13. apríl verður dystur í Týsklandi, og leygardagin 16. apríl verður Týskland gestur í høllini á Hálsi í Havn

Hondbóltssamband Føroya skrivar soleiðis í kvøld:

 

Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, hava úttikið 16 leikarar til dystirnar móti Týskland, sum verða, 13. og 16. apríl.

 

Talan er um annað play-off umfar í HM-undankappingini, har vinnarin yvir tveir dystir kemur til HM-endaspælið. Føroyar spæla móti Týsklandi mikudagin 13. apríl kl. 17.15 í Wunderino Arena í Kiel og leygardagin 16. apríl kl. 19.00 í Høllini á Hálsi.

 

Málverjar:

 

Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)

 

Pauli Jacobsen, H71

 

Útileikarar:

 

Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)

 

Leivur Mortensen, Odder Håndbold (DEN)

 

Peter Krogh, H71

 

Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (NOR)

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)

 

Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (NOR)

 

Pauli Mittún, H71

 

Kjartan Johansen, Önnereds (SWE)

 

Vilhelm Poulsen, Fram (ISL)

 

Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold (DEN)

 

Nicklas Selvig, KÍF

 

Rókur Akralíð, HC Odense, (DEN)

 

Teis Horn Rasmussen, TM Tønder (DEN)

 

Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger (NOR)