Tað er greitt hvørji lið møtast í EHF European League bólkaspælinum komandi kappingarár.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel endaðu í bólki E saman við RK Nexe úr Kroatia, Vojvodina úr Serbia og Torrelavega úr Spania.
Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof endaðu í bólki H saman við íslendska, FH, Fenix Toulouse úr Fraklandi og vinnaranum av uppgerðini millum Mors-Thy úr Danmark og Gummersbach úr Týsklandi.
Jóhan á Plógv Hansen og verjandi meistararnir í EHF European League, Flensburg-Handewitt endaðu í bólki G saman við Tatabanya úr Ungarn, MRK Sesvete úr Kroatia og vinnaranum av uppgerðini millum Izvidac úr Bosnia Hersogovina og HCB Karviná úr Kekkia.
Um Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali vinna uppgerðinar móti Bjelin Spačva Vinkovci úr Kroatia endar Valur í bólki F. Har eru liðini Porto úr Portugal, HC Vardar úr Norðurmakedonia og vinnarin av uppgerðini millum Melsungen úr Týsklandi og Elverum úr Noregi.
Vónandi megnar Valur at vinna seg í bólkaspælið, so vit kunnu fylgja fleiri føroyingum í bólkaspælinum komandi vetur.
##med2##
Kelda: Eurohandball












