Størsta tiltakið í týskum topphondbólti er Final Four í týsku steypakappingini.
Føroysku landsliðsleikararnir, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Vilhelm Poulsen, Hákun West av Teigum og liðfelagar teirra fara at gera sítt ítarsta fyri at røkka Final Four.
Nú er drigið um hvørjum liðini hjá føroysku landsliðsleikarunum møta í øðrum umfarinum í steypakappingini, ið verður spælt 1. til 3. oktober. Áttandapartsfinalurnar har liðið hjá havnarmanninum, Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt kemur inn í kappingina vera spældar 13. og 14. november.
| 2. umfar DHB-Pokal: | |
| VfL Lübeck-Schwartau | TSV Hannover-Burgdorf (Vilhelm Poulsen) |
| HBW Balingen-Weilstetten | HSG Wetzlar |
| Eulen Ludwigshafen | TBV Lemgo Lippe |
| HC Elbflorenz Dresden | Bergischer HC |
| Füchse Berlin (Hákun West av Teigum) | Frisch Auf Göppingen |
| ASV Hamm-Westfalen | TuSEM Essen |
| HSC 2000 Coburg | TVB Stuttgart |
| HC Erlangen | VfL Gummersbach |
| VfL Eintracht Hagen | Rhein-Neckar Löwen |
| HC Empor Rostock | HSG Nordhorn-Lingen |
| HSV Hamburg | THW Kiel (Elias Ellefsen á Skipagøtu) |
| SG BBM Bietigheim | ThSV Eisenach |
| TuS N-Lübbecke | SC DHfK Leipzig |











