Birk.blog: Grannar í Havn mótmæla enn einaferð

Farna býráðssamgonga samtykti at geva byggiloyvi til nýggjan bygning í fýra hæddum framm fyri Gamla Danmark í tronganum millum Vágsbotn og Skálatrøð.

Søguligu húsini verða kallað so, tí tey eru bygd úr tilfari frá gomlu Amtmanshúsunum.

 

Bloggur um fyrra mótmælið, Fýra hæddir upp fyri Gamla Danmark, kann lesast her.

 

Nú mótmæla grannarnir á øðrum sinni, tí tey ikki halda seg verða hoyrd í nóg stóran mun.  

 

- Bústaðarviðurskiftini eru góð her, og eiga framhaldandi at verða tað, til frama fyri ikki bara okkum, sum búgva her, menn øll onnur í kommununi. At tað er gott at búgva í bynum, gevur øðrum eisini nakað virðismikið, siga tey, sum skriva mótmælið.

 

Her ber tl at lesa mótmælisskrivið: Til Tórshavnar kommunu 14. januar 2024 Hoyringarskriv í sambandi við ætlanina um at gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri økið millum Vágsbotn og Skálatrøð. Í august mótmæltu grannar í Tróndargøtu ætlanina um at gera trappu frá kaiøkinum niðan á Gríms Kambansgøtu.

 

##med2##