At enda vil eg takka tykkum øllum fyri brátt farna árið. Eg ynski tykkum eini góð, gleðilig og hugnalig jól og eitt gott og eyðnuberandi nýggjár og Harrans signing í árinum, sum kemur. Tann 22. desember [...] aðrir, ið vinna uttanlanda, og fólk í uttanlandssigling, sum ikki fáa høvið at nýta teirra valrætt. Og hetta má sjálvandi ikki henda. Vit kunnu ikki loyva okkum at taka valrættin frá fleiri av okkara samfe [...] brævatkvøðurnar eru tøkar har tær skulu vera í nóg góðari tíð. Eitt annað er, at komandi løgtingsval ikki verður útskrivað við so stuttari freist, at stórt tal av føroyingum ikki fær møguleika fyri at greiða atkvøðu
Jesus veruliga var ein kongur. Jesus svarar: ?So er, sum tú sigur, eg eri kongur. Til tess eri eg føddur og til tess kom eg í heimin, at eg skal vitna um sannleikan; ein og hvør, sum er av sannleikanum, hoyrir [...] ivaleys kasta nótina. Sjáldan ella kanska ongantíð væntar fongur. Er veiðan ikki nøktandi, slagið ikki til vildar, innihaldið ikki tað, ein søkti, so legg út á ókenda dýpið enn eina setu. Við hesum seinast [...] útsøgn?. Vert er at umhugsa, um vit í málsligu frígerðingini ikki kunnu læra nakað av einfaldari filosofi. Mín áskoðan kann vera sonn, um hon ikki er sannleikin. Mín áskoðan tykist sonn, tá hon er sonn fyri
fjør segði eg, at tað var hugaligt at halda nýggjársrøðu. Tað er ikki minni hugaligt í kvøld, nú fyribils úrslitini frá árinum 1997 eru tøk. Tað hevur gingið munandi betri enn eg roknaði við, tá eg átók mær [...] liggja fyri framman, kann eg nevna, at tað kundi verið uppaftur betur. Í nýggjársrøðuni í fjør fanst eg at løgtinginum fyri at hava lorað ov nógv út í 1995 og 1996. Eg segði meg vera samdan við landsstýrismannin [...] andstøðu- og samgongulimum, loyvi eg mær at halda fast við hesar atfinningar. Náddu úrslitini kundu verið munandi betri, um slíkar loringar ikki vórðu framdar í valskeiðnum. Tá havi eg lættari við at skilja, at
um skattalætta til sjómenn. Eg havi sagt tað áður og skal endurtaka tað her, at eg unni væl sjómonnunum og kanska einamest fiskimonnunum skattalætta, men samstundis vil eg berjast fyri, at limir okkara [...] una, so torir hann ikki at seta sítt navn undir illgitingarnar og útspillingarnar, men fjalir seg aftan fyri sokallaða verkamannablaðið, nevnt FF-blaðið, har Óli tykist at vera tann, sum stýrir øllum. [...] meðan hann í illsinni rann úr tingsalinum. Hóast slík framferð, sum tann Óli Jacobsen vísti í tinginum, kann sigast at vera óvanlig, fyri ikki at taka munnin ov fullan, so lýsir tað kanska væl lyndi hansara
Mundi pápi í slíkum løtum ikki rópa til Várharra um hjálp, og mundi hann ikki eisini vera skjótur at takka Honum, tá ið kríggið var av, og havið aftur lá í silvitni. Tá ið eg tosaði við pápa í seinastuni [...] hansra brá av, at hann ikki kendi seg so birgan longur, og soleiðis fyrireikaði hann meg til, at hann skjótt fór at fara frá okkum. Við brennandi vón um, at hetta ikki var so, royndi eg at eggja hann til lívsmót [...] minnist eg, at nakar var svikin. Soleiðis var pápi, honum dámdi so væl at gleða børnini, tað, sum honum sjálvum ikki lutaðist vegna trongu barnakor hansara, gav hann okkum í ríkum máli. Seinni fór eg sjálvur
forsætisráðharrin so fegin vil sleppa at vitja Føroyar nú, so eiga føroyingar sjálvandi at taka væl ímóti honum. Sjónvarpsendingarnar -Men er tú ikki vónsvikin av ikki at kunna vera hjá-stæddur tá Poul Nyrup [...] loysn, har Den Danske Bank fekk møguleika at tøma Føroya Banka. -Eg vil fegin undirstrika, at eg ynski Nyrup vælkomnum til Føroya, og eg eri fegin um, at javnaðarfólk fáa høvi til at skifta orð við hann [...] at meta um, hvat ein missur við ikki at vera heima. Nú vísti føroyska sjónvarpið á, at føroyskir politikarar høvdu spælt við í leikinum sum statistar og hóast teir ikki kendu manuskriptið, so eydnaðist
og fer aftur í tingið. Tí sum landsstýrismaður ber ikki longur til eisini at vera tingmaður. ? Eg havi ongar viðmerkingar til hetta málið enn, tí eg má fyrst hugsa meg væl um, sigur Luitjen Apol, sum er [...] ? Vit hava ikki enn tikið støðu til hendan spurningin, men tað er greitt, at vit fara at spyrja Luitjen Apol hvat hann ætlar, kemur hann á ting, sigur Kristian Magnussen. ? Tað kann vera, at vit skapa [...] Johansen úr Verkamannafylkingini. Luitjen Apol, sum var ein av stigtakarunum til Verkamannafylkingina, vil ikki siga nakað um enn, hvørja støðu hann fer at taka.
og fer aftur í tingið. Tí sum landsstýrismaður ber ikki longur til eisini at vera tingmaður. ? Eg havi ongar viðmerkingar til hetta málið enn, tí eg má fyrst hugsa meg væl um, sigur Luitjen Apol, sum er [...] ? Vit hava ikki enn tikið støðu til hendan spurningin, men tað er greitt, at vit fara at spyrja Luitjen Apol hvat hann ætlar, kemur hann á ting, sigur Kristian Magnussen. ? Tað kann vera, at vit skapa [...] Johansen úr Verkamannafylkingini. Luitjen Apol, sum var ein av stigtakarunum til Verkamannafylkingina, vil ikki siga nakað um enn, hvørja støðu hann fer at taka.
ríkiliga tað. Og hví Sosialurin tann 18. december letur Helga Fossádal spæla leiklutin sum fíggjarligt orakul, heldur ikki tað skilji eg rættuliga. Einastu niðurstøðuna sum eg dugi at draga burturúr hesum [...] orð kanska spyrja, um tað er nøkur orsøk til at háða mannin. Jú, tað haldi eg so avgjørt, at tað er. Tann dagin, tað ikki longur er orsøk til at háða yvirstættina, so er okkurt heilt galið hent í verðini [...] onki! Hinvegin kenni eg meg ikki so vissan í, hvat tað er fyri heilivágur ið skal til, fyri at broyta hesa støðuna. Fyri 10-15 árum síðani hevði eg kanska kent svarið, men í dag ivist eg. Ella sagt meira neyft
men tá tey ikki longur virdu el-hegnið, hóast ovmikið av hoyggi, kraftfóðuri og vatni var í skýlinum, máttu vit taka tey inn á okkara egna stykki, sum ikki krevur el-hegn. Ælanin er tó ikki, at hetta skal [...] ella sleppa tey at fóðuri, sum eygleiðarin ikki sær. Ávíst fyrivarni skal takast fyri neyt. Bert drápsneyt eiga at vera feit. Nútímans mjólkineyt klára ikki at eta ímóti tí, tey mjólka fyrstu mánaðirnar [...] við sær, um ikki orsøkin og neyðugar broytingar í fjósunum verða framdar beinanvegin. Hetta verður ikki skrivað fyri at harta tey, sum hava dýrini í fjósi, umstøðurnar loyva mangan ikki øðrum, bert fyri