tað var óneyðugt. Turkurin hevði lisið saman við Sofus Gregersen, son Salomon hjá Sofusi. Maria kundi greiða frá, at hon var eisini ein Gregersen. Pápi hennara Kjartan hjá Jóan Eliassi var systkinabarn [...] fyri ein triðing av lastini, og var hetta eitt bakkast. Eg var síðan tvey ár í turkihúsinum í Syðrugøtu sum formaður saman við Sverra hjá Havna Jákup, tann kendi yrkjarin Jákup Hansen, sum giftist [...] i hjá Jákup Haraldsen í Fuglafirði. Eg fór eitt ár aftur við Kyrjasteini til Grønlands við Per Gregersen, systkinabarninum, sum skipara. Men eg hevði altíð ynskt mær at sleppa at rógva út undir Føroyum
fjørukast. Vanliga var meira av seiði í Syðrugøtu enn í Norðragøtu. Men í 20-unum var nógvur seiður í Norðragøtu. Tá fyltu teir áttamannaførini og førdu seiðin til Syðrugøtu. Síðan var seiðurin borin í leypi [...] Norðragøtu. Altíð vildi hann hava okkum at kom inn til ein drekkamunn, áðrenn vit hildu áfram til Syðrugøtu. Eitt var sera framkomið við hesi farleið, og tað var trappur við gelendara báðu megin fjallið [...] kundu vera bæði drúgvur og strævin. Lorvíkingar komu viðhvørt at keypa seyð frá Líggjas bónda í Syðrugøtu. Hann kostaði 5 krónur. Og so at leiða seyðin til Lorvíkar. Niðan eftir var vanliga eingin trupulleiki
Blásastovu, sum var langomma mín. Mamma til ommu í Syðrugøtu, Marin Sofía, var slektað úr Frammistovu í Norðragøtu, dóttir Jákup í Frammistovu. Abbi í Syðrugøtu var slektaður av Skála. Hann æt Lutherus Christiansen [...] mær, so har var eg væl kendur. Har handlaði Jóan Pauli Gregersen, og Benadikt Jacobsen handlaði hjá garðamonnum. Aðrir kendir handilsmenn í Syðrugøtu vóru Lorvíks Jóannes og Absalon á Dunga, seinni kendur [...] 3. partur Á Mýruni Mamma mín æt Jovina, og hon var ættað av Mýruni í Syðrugøtu. Yviri á Mýruni var eisini fitt av fólki. Omma æt Malena á Mýruni. Pápi hennara Jógvan var bóndasonur av Húsgarði. Hann var