Sofus Gregersen: Um fjallið til Lorvíkar

Ì dag eru Lorvík og Gøtu ein kommuna, og tað er bert fáir minuttir at ferðast millum bygdirnar.
Men her hevur altíð verið nógv samband. Tað hava verið nógv giftarmál millum bygdirnar. Farleiðin var um Lorvíksfjall, sum ikki var nakað at tosa um.

2. partur
Mamma mín, Julianna, var elst av systkjunum úr Símunshúsi í Lorvík. Onnur systkin vóru Jógv­an og Erika. Hetta gjørdi sjálv­sagt, at ofta var farið til Lor­víkar. Men tá var hvørki veg­­ur ella berghol. Leiðin gekk um Lorvíksfjall, og hetta var ikki nakað sum bakkað varð fyri. Um summarið var tað fast sunnudagar at fara um fjallið. Vit vóru altíð so tíðliga á veg, at vit kundu fara í kirkju klokkan 12. Tá vitjaðu vit eisini ommu og abba. Abbi var giftur tvær ferðir. Eg eiti eftir seinni konu abba mín, Sofía í Útistovu.
Vit fóru eisini javnan til Lorvíkar um veturin. Dagurin var stuttur, so ofta var myrkt annan vegin. Hetta bilaði ikki í mánalýsi, men var niða høvdu vit altíð eina bátalykt við okkum. Hana settu vit so frá okkum á Moyggjarhellu lorvíksmegin fjallið, áðrenn farið var oman í bygdina. Hon var so tikin við aftur, tá farið var heim aftur. Vit plagdu viðhvørt at vera í fylgi við Sámal Jákup Innan fyri Á, sum eisini hevði konu úr Lorvík, og sum búði í Norðragøtu. Altíð vildi hann hava okkum at kom inn til ein drekkamunn, áðrenn vit hildu áfram til Syðru­gøtu.
Eitt var sera framkomið við hesi farleið, og tað var trappur við gelendara báðu megin fjallið. Hetta lætti nógv um. Hesar trapp­ur eru gjørdar áðrenn mína tíð, helst um aldarskiftið. Men væl er gjørt, tí hetta er framvegis væl nýtiligt í dag. Havi skilt, at tað var Jóhan David, verfaðir, sum gjørdi stakittið. Henda leiðin er annars umvæld seinasta summar.
Tað var nógvur trafikkur um fjallið. Tá lorvíkingar fóru um fjallið var tað ikki bert til Gøtu, ofta kundu ørindini vera út á Skálafjørðin. Tá plagdu teir at koma inn til okkara á leiðini at fáa sær ein drekkamunn. Ein av teimum, sum eg minnist, var kendi útróðrarmaðurin Jógvan við Stein. Ørindini vóru ofta at keypa agn. Vanliga fekst agn í Søldarfirði, men tað hendi, at hann mátti heilt út á Nes. Hesin langi túrur var gjørdur, áðrenn teir fóru til útróðrar, sum einsamallur kundu vera bæði drúgvur og strævin.
Lorvíkingar komu viðhvørt at keypa seyð frá Líggjas bónda í Syðrugøtu. Hann kostaði 5 krónur. Og so at leiða seyðin til Lorvíkar. Niðan eftir var vanliga eingin trupulleiki. Men verri var at fáa seyðin at ganga oman brekku. Tá máttu teir ofta bera seyðin í myrkri til Lorvíkar.
Annars var eisini gingið yvir til Norðragøtu í kirkju. Tá vitjaðu vit fastrarnar í Norðragøtu.
Gøtuskúli tann fremsti í landinum
Skúlin var við Gøtugjógv og eg havi so eins og mong onnur gøtufólk havt Símun Paula úr Konoy sum lærara.
Konoy var ein merkismaður á mongum økjum, og tað var eisini hann sum gav gøtumonnum íblást­ur at stovna Føroya Fiski­mannafelag.
Símun Pauli f. Rasmussen var føddur í Kunoy í 1876. Langabbi hansara Steffan var ein so dug­­­andi og vitandi maður, at fólk hildu hann duga gand. Sum aðrir ungir norðingar kom Símun Pauli eisini á ungum aldri at arbeiða hjá Faktorinum, gitna vinnulívsmannin í Klaksvík. Símun Pauli fór á læraraskúla og fekk prógv í 1896. Hann var lærari í Kunoy fram til 1899. Tá fór hann á Askov háskúla, síðan á Danmarks Lærerhøjskole. Aftaná var hann privatlærari niðri í eitt ár. Í 1905 verður hann lærari í Gøtu, og tað var hann til í 1945. Aftaná tað var hann so avloysari, tá onkrum lærara barst frá.
Konoy var annars gubbi mín. Pápi og Hansina, kona hansara, vóru systkinabørn. Tá eg gekk í skúla var versonur hansara Jákup Simonsen, av Brúnni í Norðragøtu, eisini blivin lærari. Hann var giftur við Ragnhild. Ein sonur teirra er kendi sangarin Símun Konoy.
Konoy var millum onnur álitis­­størv eisini formaður í fiski­mannafelagnum, meðan eg gekk í skúla. Hann var eisini formaður í Føroya Lærarafelag 1914-1927, og løgtingsmaður var hann frá 1906 til 1927. Seinni gjørdist hann umsjónarmaður við bygdarskúlarnar í Føroyum 1931-1956 umframt at hann hevði onnur álitisstørv.
Hann var tí nógv burtur, og tá plagdu at vera vikarar.
Serliga minnist eg Andreas Thomsen við Gil í Norðragøtu, sum seinni flutti til Klaksvíkar. Hann var væl dámdur sum lærari og dugdi væl at fáast við børn. Ein annan vikar, eg minnist, var Jacob Wenningstedt, sum serliga varð kendur sum lærari á handilsskúlanum í Havn.
Gøtu fekk ein framkoman nýggj­an skúla í 1929, og eg gekk eitt ár í hesum skúla. Her var fimleikarhøll, og her bar til at sleppa undir brúsu. Eitt brúsurúm var til dreingir og eitt til gentur. Tað var eisini nógvur fimleikur gjørdur. Í skúlanum var eisini sentralvarmi, sum var sera forkunnugt tá. Tað var hildið, at hetta var mest framkomni skúli í ríkinum. Í miðhæddini vóru tvær skúlastovur. Jákup lærari búði uppi á ovastu hædd.
Brúgvin sum »fimleikarhøll«
Eg minnist væl, tá ið ein rættulig brúgv kom um brúnna við Gøtu­gjógv. Áðrenn lógu bert tveir plankar longri niðri í gjónni. Her var so smalt, at tað kundi júst gangast tvørt um. Tað var ein trappa niður á plankarnar og tað sama upp hinumegin.
Fólk, sum doyðu í Syðrugøtu, máttu berast allan vegin yvir til kirkjuna og kirkjugarðin í Norðragøtu. Tað var so smalt at ganga um gjónna, at tað var ikki pláss fyri at berararnir gingu við síðuna av kistuni. Tá mátti berari vera í hvør sínum enda av kistuni.
Tað var í 1923, at ein rættuliga brúgv kom tvørtur um gjónna. Eg minnist, at brúgvin varð stoypt eftir einum degi.
Hetta var áðrenn tað kom bi­l­ferðsla av týdningi. Tá lastbilarnir gjørdust størri og tyngri, var tað greitt, at aftur var tørvur á eini nýggjari brúgv.
Henda tá nýggja brúgvin var beint við skúlan. Tá var vanligt, at skúlabørnini fóru at gera fimleik á brúnni. Rekkverkið var jú sera væl egnað at klintra í!
Hetta mundi eina ferð endað við eini vanlukku. Lydia hjá Hans bónda var áhalsin og datt niður í gjónna. Lydia var mostir Karl Johansen, kendur formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hetta kundi sjálvsagt endað heilt galið. Men hesum slapp Lydia væl burtur úr. Fyri tað fyrsta datt hon í ein hyl. Men hon var eisini í einum síðan kjóla, sum kann hava virkað sum ein fallhjálmur.
Róp kom í og øll gjørdust sjálv­­­sagt sera kløkk. Men hetta við fimleiki á brúnni varð ikki endur­­tikið, og tað gjørdist heldur ikki neyðugt við nýggja skúlanum, sum jú hevði fimleikarhøll.
Áðrenn nýggi skúlin kom, var tað sera trongt. Í gamla skúla var bert ein skúlastova, og vit máttu skiftast um at ganga í skúla seinnapartar kl. 3-7. Eisini mátti gangast í skúla um kvøldið. Tá var sjálvsagt einki ravmagn. Men tað var lampa við neti, sum var sera framkomin tá. Hon lýsti so mikið væl, at tá ið lampan varð sett í vindeygað lýsti hon eisini út í garðin, tá vit spældu.
Í skúlanum lærdu vit eisini at dansa føroyskan dans. Mín trupulleiki í skúlanum var, at eg havi kanska havt ein ferðil av at vera orðblindur, og tí gekk ikki so væl at lesa. Hesum var ikki sama forstáilsi fyri tá sum nú.
Turkihúsið
Eg minnist eisini, tá ið turkihúsið kom í 1928-29. Ætlanin var, at virkið skuldi liva av inntøkum, sum fingust av at turka fisk fyri reiðarí ymsastaðni í landinum. Fiskavirkið var eitt rættiligt fram­brot í bygdini. Tað gav arbeiði til fólkið og slóðaði fyri, at bygdin fekk vatnveiting. Tað var eitt partafelag, sum átti virkið. Hvørt partabræv ljóðaði uppá kr. 25. Teir flestu partaeigararnir áttu nøkur partabrøv, nakrir átti 30 og onkur 70.
Tað var eitt øgiligt knoss við byggingini, tí tað var so harður leirur at grava út. Tá var tað tann gamli eyrhakkarin, sum varð brúktur. Pápi stóð fyri arbeiðinum at stoypa. Teir sluppu tó toluliga væl undan hellu, og tað lætti um. Sámal Jákup á Toft stóð fyri at smíða.
Her mátti arbeiðast við skili og handamegi. Millum annað skuldu teir hava sverar jarnbjálkar millum hæddirnar í turkihúsinum. Bjálkarnir komu á Gøtu við skipi, men tá kundi ikki leggjast at, tí eingin kei var.
Bjálkarnir máttu leggjast á tvær jaktir samstundis og førast í land. Handilsmaðurin Tummas Jacob Thomsen í Norðragøtu átti aðra . So at knossast við fáa bjálkarnar í land og niðan frá, og hetta mátti alt gerast við handamegi. Teir fingu sær hjól av hestavognum at leggja undir, og so var at trilla bjálkarnar uppá pláss. Hetta var hart, men tað fekk vist eingin mein av tí.
Jaktir vórðu nýttar at føra fisk umborð á farmaskip. Farið var enntá til Klaksvíkar við teimum. Tær høvdu ikki motor, men kundu rógvast. Annars blivu jaktir sleipaðar.
Fiskavirkið broytti alt
Áðrenn turkihúsið kom, plagdu tey at vaska fisk í hyljum niðri í fjøruni. Í fjøruni undir Fiska­virkinum vóru nakrir stórir hyljar. Var flóð fløddi niðan i hyljarnar. Annars mátti sjógvur hálast. So lógu kvinnurnar har á knæ og vaskaðu fiskin. Tær fluttu seg so stað úr stað at vaska fiskin, alt eftir sum stakkarnir stóðu.
Tað kom fyri, at børn fóru norð­ur í fjøruna at súgva mammuna, sum vaskaði fisk!
Fiskin plagdu teir at føra við motorbátum. Tá veðrið var heilt gott kundu teir leggja at.
Tað at Fiskavirkið kom broytti alt hetta. Nú kundu konurnar standa innandura og vaska fiskin, tað var munur á.
Upprunaliga var virkið ein bygda­­fyritøka, har nógvir parta­eigarar vóru, men hetta var ikki uttan trupulleikar. Í 1931 var eitt rættuligt stríð millum virkið, har Jóan Pauli Gregersen, pápabeiggi gjørdist stjóri, og Gøtu Arbeiðsmannafelag., har tann gløðandi sosialisturin Óli Poulsen var formaður. Hann var annars svágur Jóan Elias pápabeiggja. Hetta var eitt stríð um limaskap, og um hvør, ið hevði rætt til arbeiði.
Ein partur av hesum leiki var eisini, at arbeiðsmannafelagið yvirtók virkið og fekk setta Jóan Paula og hansara fólk uttanfyri.
Men hetta gekk einki serliga væl, og skjótt var tað Jóan Pauli, sum aftur tók við leiðsluni.
Síðan tá hava tað verið Jóan Pauli og hansara eftirkomarar, sum hava staðið fyri stórt sæð allari fiskavirking í Gøtu.
Í 50-unum var Fiskavirkið eitt tað av teimum fyrstu virkjunum í landinum, sum fór undir flaka­framleiðslu.
Í 60-unum fóru teir undir fiskamjølframleiðslu og seinni undir at virka sild. Sildin helt uppat, og í daga hava teir eitt nútímans flakavkirki. Eisini hava teir verið oddamenn í aling, og alt hetta gongur rímiliga væl og skapar nógv arbeiði eisini uttanfyri Gøtu.
Umframt hetta hava teir í trý ættarlið verið formenn í kommunustýrinum. Fyrst var tað Jóan Pauli sjálvur, so sonur hansara Oddfríður og síðan Páll hjá Oddfríði.
Nótin gav mangan bita
Í Syðrugøtu var eins og í nógvum bygdum nótakast. Tað vóru fýra nótir í bygdini.
Tær kallaðust Driftin, Segl­garns­nótin, Ullnótin og Nýggja nótin.
Tað kom fyri, at menn bert fingu at kóka. Tað var kallað eitt fjørukast. Vanliga var meira av seiði í Syðrugøtu enn í Norðragøtu.
Men í 20-unum var nógvur seiður í Norðragøtu. Tá fyltu teir áttamannaførini og førdu seiðin til Syðrugøtu. Síðan var seiðurin borin í leypi og stoyttur inn á gólvið í roykstovunu. So máttti húsfólkið fáa seiðin til høldar. Hetta var at kryvja og greipa seiðin og so at heingja hann upp at turka. Nógvur seiður var latin kríatúrunum. Livurin varð avreidd. Absalon Jacobsen, keypmaður og reiðari, hevði lýsismeltarí og keypti livrina. Hetta gav so nøkur oyru.
Eg minnist einaferð, eg sum smádrongur fór í song, var gólvið fult av seiði. Tá ið eg fór í skúla morgunin eftir, var alt avblást. Har hevur nógv verið arbeitt.
Í Norðragøtu var nokkso nógv revahald undan krígnum, sum Tórir Thomsen úr Norðragøtu greiddi frá í Miðvikuni í fjør. Men í Syðrugøtu var einki revahald.
Torv skóru vit sjálvsagt sum øll onnur. Hetta var í tveimum støðum, omanfyri Hólheygar, og úti við Løgdalsá á Gøtuvík. Haðani var torvið ført við báti.
Vanliga varð sagt í Syðrugøtu, at tað var ein fjórðingur út á Løgdalsá, tveir fjórðingar út á Lundastein, tríggir út á Bratta­skorgjógv, fýra út á Skottangan, fimm út á Seggjatanga og seks út á Mjóvanes.
Konfirmeraður
Eg bleiv so konfirmeraður í Funn­ingi av Hvass presti, sum var fyrsti prestur í Fuglfjarða prestagjaldi. Farið eina viku frammanundan at lesa til, og tá búði eg hjá bátasmiðinum Marius í Katrinarstovu. Hann hevði konu úr Tjørnuvík.
Tá var ikki at ferðast sum nú. Hetta var í oktober og nógvur kavi, so vit máttu ganga til Fugla­fjarðar. Haðani fóru vit við motorbátinum Almu til Funnings. Men mamma saman við øðrum mammum, millum aðrar Hansina Husgaard, komu til Funnings leygardagin eftir at vera við til konfirmatiónina. Tær høvdu gingið til Funnnsfjarðar og vórðu førdar frá tí, sum kallast undir Lúku til Funnings.
Pápi og Tummas har Niðri komu við Almu sunnudagin, og vit fóru so avstað aftur við Almu.
Konfirmantarnir úr Gøtu vóru umframt meg sjálvan Andreas í Tøvuni, Marsanna hjá Johannes Jakku, sum seinni giftist við Jakku skómakara,. Erik í Køkinum, Petur Oluf hjá Tummas Hans og Elisabeth fastur, Nikal Thomsen, Hendrik hjá Zakaris Karl, Hans Huusgaard og Simona á Rætt. Eg eri einsamallur eftir av teimum øllum.
Endiliga til skips
Eg fór ikki til skips fyrr enn í 1933, tá eg var 17 ár.Eg var so lítil av vøkstri, og mammu dámdi einki, men tað stóð nógv á mær. Men tað var nóg mikið at gera við fyirfallandi arbeiði
Men tá fór eg við Henry Free­­­man hjá Jógvan Elias Thom­­­­sen úr Sandavági. Skipari var Sámal Hans Hansen úr Norðra­­gøtu. Hann hevði nógvar ungar dreingir úr Gøtu við. Kona Sámal Hans, Marsanna, var úr Tjørnuvík, og hann hevði fleiri tjørnuvíkingar við. Ein av teimum var Johan Simonsen, sum giftist til Klaksvíkar, og sum seinni gjørdist løgtingsmaður fyri tjóðveldisflokkin. Hetta var hann í tilsamans 16 ár. Eg minnist Johan sum ein sera gløggan mann. Johan giftist við Helenu, sum ikki er minni gløgg. Henni eri eg eitt sindur í ætt við. Langabbi hennara Fuglfjarða Jógvan á Trøllanesi var oldurabbabeiggi mín. Helena er júst blivin 90 ár. Helena hevði verið arbeiðsgenta í Gøtu. Her var hon komin at kenna Tór Thomsen, sum hon helt saman við seinnu árini.
Petur Oluf, systkinabarnið, og eg høvdu koyggju saman. Vit vóru so smáir, at vit væl rúmaðust í somu koyggju.
Hetta at fara til skips so ungur var ótrúliga hart. Ein avbjóðing var í sær sjálvum at gera sær reiðskapin. Men reiðskapur hevði altíð verið í húsinum, so tað var ikki trupulleiki hjá mær, um eg misti ein húk.
Sum aðrir av manningini hevði eg keypt mær tubakk til túrin. Táið eg fyrst á túrinum rullaði mær eina sigarett kemur Sámal og sigur við meg: »So leingi tú er við her, sleppur tú ikki at roykja.« Og soleiðis bleiv. Men so roykti eg heima í staðin.
Sigast kann um Sámal, at hann var góður við teir ungu. Sámal var systkinabarn Petur Oluf systkinabarnið. Pápar teirra vóru beiggjar.
Eg var við Sámali í hesum umfarinum í 1933-1935. Eg skuldi eisini fara í 1936, men tá gjørdist eg sjúkur og slapp ongan veg.
Eg havi ikki verið við deyð­sigl­ara. Vit nýttu segl men høvdu eisini motor til hjálpar, sum var tað vanliga tá á døgum. Tá tað var so frægt lot, at skipið kom fram við seglum, so bleiv motorurin steðgaður.
Eg var tískil eisini undir Íslandi, tá ið Nólsoy og Neptun gingu burtur í 1934, sum nógv hevur verið skrivað um í Miðvikuni. Tað var eitt grúligt illveður ið var.
Í 1935 hevði eg blind­tarms­bruna umborð, men tað javnaði seg, sum tað ikki altíð ger. Eg lá bara til pínan var av, havi kanska fingið okkurt doyvandi eisini. Tann túrin høvdu vit eisini samanstoyt við ein trolara, men tíbetur hendi einki.
Meslingagrindin
Í december 1935 var tann víð­gitna meslingagrindin í Gøtu, sum førdi til, at meslingar fóru at ganga víða um í landinum. Nógv fólk doyði bæði í Gøtu og aðra staðni.
Eg var ein av teimum fyrstu, sum legðist saman við Óla Jákup á Túvu. Hann kláraði tað ikki. Eg kom so yvir tað, men tað var ræðuliga stríggið.
Men foreldrini høvdu havt meslingar. Í 1916 gingu eis­ini meslingar, og tá høvdu pápa­beiggjarnir Johan Elias og Johan Pauli havt teir.
Tað sama gjørdi beiggi mín Óli, men hann doyðu av eftirsjúku.
Høgni svágur mín giftur við Eriku hevði heldur ikki havt meslingar. Mamma hansara doyði annars av meslingum í 1916.
Hetta var so ógvuliga syrgiligt. Mammubeiggi Høgna, Tummas í Funningsfirði, hevði verið til skips. Meslingar gingu, og hann varð koyrdur í karantenu, tá ið skipið kom heim. Tá hildið var, at nú var sloppið, slapp hann til hús.
Mamma Høgna, Anna Sofía á Kletti, og Anna Louisa í Jákupsstovu, sum seinni gjørdist vermamma mín, avráða, at tær skulu fara norður í Funningsfjørð at ynskja beiggjanum og svág­inum væl aftur komnan. Men tað, sum tær ikki vistu, var, at Tummas var útbrotin av meslingum á veg til hús. Tá ið tær eftir henda langa gongutúrin koma fram og síggja, hvussu vorðið var, kúvenda tær aftur til Norðagøtu. Har var einki at gera. Tær máttu í karantenu. Men so halda tær eisini, at tær eiga nú ikki at vera saman í karantenu, um nú bert onnur var smittað. So verður gjørt. Tað vísir seg, at bert Anna Sofía er smittað og verður sjúk. Tá tordi eingin at koma húsinum nær. Tey bóru henni mat, og settu hann á ein stein uttanfyri. Tískil endaði tað við, at hon doyði uttan at koma sínum nær aftur frá tí, hon hendan morgunin fór hesa vanlukkuferð.
Eftir sótu fimm børn. Tey flestu fóru í onnur hús at vera. Høgni fór til Syðrugøtu, og her koma hann eisini at búgva restina av lívinum. Tummas sjálvur doyði tveir dagar eftir heimkomuna.
Høgni fekk so meslingar í 1935 og varð nokk so ringur.
Suffía hjá Jóan Eliasi var eisini ring. Tey høvdu onga vón um hana, men hon kom kortini væl fyri seg aftur. Meslingar gingu jú so sjáldan, og tá teir so komu vóru teir so ógvusligir hjá vaksnum fólki.