skuldsetingar hava verið í málinum hesi árini, men sum tíðin er gingin, hevur løgreglan tikið allar hesar skuldsetingar aftur. Nú er so hesin maðurin skuldsettur fyri dráp - ella fyri at hava viðvirkað til [...] Victoria Holmen, yvirfyri www.tv2.no . Maðurin varð handtikin í Gøteborg fyrr í vikuni í samband við eitt annað mál, sum hevur við narkotikakriminalitet at gera. Norskir miðlar vita at siga, at hin 59 ára [...] dømdur í revsimálum. Norska kringvarpið skrivar eisini um handtøkuna og útfyggjanina. - Soleiðis, sum vit vita, er hetta sami maður, sum nú er skuldsettur í málinum um Anne-Elisabeth Hagen. Tað var hin 31
Bilurin lesur eitt 60-skelti og vísir 60 km/t sum hámarksferð. Men tá 60-avmarkingin endar, kemur einki 80-skelti. Úrslitið er, at bilurin framhaldandi kann vísa 60 km/t, hóast komið er inn á eitt vegastrekki [...] í einum leigubili. Leigubilar eru nýggir og hava júst hesa tøknina. Ferðafólkið kennir hvørki føroysku vegirnar ella føroysku ferðslureglurnar eins væl og vit. Tá bilurin vísir, at hámarksferðin er 60 km/t [...] støður, har førarar skulu taka avgerðir í mun til mótkoyrandi ferðslu. Hetta er ikki eitt nýtt sjónarmið. Fleiri kanningar hava gjøgnum árini viðgjørt sambandið millum ferðamun og vandan fyri óhappi. Millum
vísti á, at fleiri kommunur leingi hava tosað um sjálvbodnar samanleggingar, og at landsstýrið í fyrstu atløgu vil geva teimum møguleika at finna loysnir sjálvar. – Vit vilja geva kommununum ein møguleika [...] avbjóðingar við at samstarva um uppgávur, uttan at tað krevur eina formliga samanlegging. Harvið hómast eitt politiskt orðaskifti um framtíðar kommunuskipanina, har landsstýrið letur upp fyri møguleikanum at [...] seta krøv um samanleggingar, meðan í hvussu er ein borgarstjóri staðiliga mælir frá, at landið skal hava slíkan leiklut.
Javnaðarflokkin, hava at vita, um tíðin er komin at loyva kópaveiðu aftur – og hvørja ávirkan kópurin hevur á fiskastovnar undir Føroyum, eitt nú toskastovnin. – Vit hava kóp undir Føroyum, og vit vita, at hann [...] Føroyskar kanningar hava víst, at toskur er partur av føðini hjá vaksnum láturkópi. Kanningar úr øðrum londum hava eisini víst, at kópur í ávísum førum kann hava ávirkan á toskastovnar. Harumframt hevur [...] fiski, eiga vit at vita, hvussu stór ávirkanin er. Tað er ein partur av at umsita okkara tilfeingi, sigur Bjarni Hammer. Ein samd nevnd vildi hava kópaveiðu Í 2020 viðgjørdi Vinnunevndin eitt uppskot um
verður aftrat: - So, um tit eitt nú hava tomatplantur, agurk ella aðrar plantur standandi í vindeyganum, sum hava brúk fyri meira plássi, eru tit vælkomin at geva teimum eitt pláss í tunlinum. At enda verður [...] til borgararnar í kommununi. - Komið inn á gólvið millum klokkan 15 og 17 og fáið eitt gott prát. Vit bjóða kaffi og kaku. Sagt verður, at hóast vakstrarárið ikki byrjar við limum og skipaðum virksemi fyrr [...] - Nú tunnilin er liðugur, vilja vit fegin bjóða øllum áhugaðum til opið hús í Fløtuvegi 71 seinnapartin sunnudagin. Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu í dag, og hetta er kunning til
sáttmálan í eitt ár, meðan Jógvan hevur longt sáttmálan í tvey ár. Ungu og evnaríku brøðurnir hava longu fingið fleiri royndir við besta liðnum hjá ÍF. Markus hevur leikt 59 dystir og skorað eitt mál, meðan [...] meðan Jógvan hevur leikt 46 dystir og skorað fýra mál. Vit gleða okkum til framvegis at síggja brøðurnar á Lakjuni í Fløtugerði í reyða ÍF-búnanum! Skrivar ÍF. Kelda: Faroesoccer
nóg væl. Í einum uppslagi á Facebook vísir hann á, at Føroyar eru eitt lítið land, men ofta skipa vit samfelagið, sum var talan um eitt nógv størri land. Hann heldur, at almenn skip í størri mun áttu at [...] almennar tænastur, so somu før og skipanir kunnu røkja fleiri uppgávur. Føroyska tyrlutænastan er eitt dømi um, at hetta ber til, sigur tyrluskiparin Andreas Mouritsen. Kjakið um vantandi avloysaraskip [...] umframt havrannsókn eisini verið útgjørt og mannað til at taka lut í fiskiveiðieftirliti og bjarging. – Vit skuldu sæð landskassan sum ein kassa til samanhangandi loysnir – ikki ein kassa, sum skal fíggja fleiri
fyri at fáa eitt betri arbeiðsumhvørvi, møguleika fyri fakligari sparring og menning og at betra um karmarnar í eini kommunulæknatænastu sum heild. Tá ein fakbólkur, sum vit í fleiri ár hava havt stóran [...] stóran mangul og tørv á í Suðuroynni, greiðir okkum frá avbjóðingunum á økinum, eiga vit politiskt at lurta. Vit hava longu eina heilsumiðstøð í Vági. Mítt uppskot er tí, at hon verður varðveitt og ment við [...] heilsumiðstøðin í Vági verður varðveitt og ment. Soleiðis kunnu vit býta uppgávurnar skilagott í oynni og byggja víðari á tað, vit longu hava. Hetta kundi víst, at samstarv í Suðuroynni eisini kann síggjast
Russlandi. Sambært Samiru Nawa er hetta kortini bara byrjanin. – Fleiri havvindmyllulundir eru á veg. Vit hava millum annað avtalu við Týskland um Energioynna Bornholm, sigur hon. Ongin bjóðaði fyrstu ferð Tá [...] – Hetta fer at geva Danmark nógv størri frælsi. Bæði sum samfelag og frá óálítandi stjórnum, sum vit annars eru bundin at á orkuøkinum, sigur danski veðurlags-, orku- og veitingarmálaráðfrúan, Samira [...] nar fara at framleiða streym. Energinet er sambært ráðharranum álagt at tryggja nettilknýti upp á eitt gigawatt til hvørja av teimum báðum verkætlanunum.
føroyskum sjónarhorni, tí Ísland og Føroyar hava fleiri av somu avbjóðingum í sambandi við ES – ikki minst tá tað snýr seg um fiskivinnuna. – Ísland er eitt samfelag, sum eisini hevur øgiliga nógva fiskivinnu [...] verður stýrd úr Brússel, og tað vilja føroyingar sjálvandi ikki hoyra talan um, tí tað primert er tað, vit liva av, sigur landsstýrismaðurin. Tí heldur hann, at gongdin í Íslandi kann fáa týdning fyri føroyska [...] til 49 ár og í høvuðsstaðarøkinum. Í Eysturlandinum er undirtøkan hinvegin bert 23,9 prosent. Men eitt ja til samráðingar merkir ikki, at íslendingar vilja gerast limir í ES. Sambært íslendska kringvarpinum