vit nú í hvussu er ikki mugu bakka afturáaftur í sambandi við fiskivinnunýskipanina, sigur hann. - Eg havi bjóðað íslendska uttanríkisráðharranum til fund at hyggja upp á Hoyvíkssáttmálan, men teir lata [...] íslendska stjórnin leggja seg so tungt á tey rættindi, sum vit hava sagt upp – í grundini fyri 17 árum síðani. Um vit ikki kunnu tað, so missa vit í veruleikanum ræði á okkara egnu viðurskiftum heima í Føroyum [...] fáa rætta upp á nakrar skeivleikar til fyrimuns fyri Ísland. Men somuleiðis snýr tað seg rættiliga nógvar pengar, sæð frá íslendskari síðu, og eg skilji ikki, at man kann seta tað upp á spæl. Fyri føroyingar
knýtta upp í miðstaðarøkið við føstum sambandi. Borgarstjórin ásannar, at í løtuni gongur tað aftur á bakka við tænastuni um Suðuroyarfjørð og so hvørt, sum árini ganga, og Smyril verður eldri og enn meira slitin [...] verða Hvalba, sigur maðurin, ið hevur býarplanlegging sum sergrein í sínari útbúgving. Hann vísir á, at nýggi portalurin til Suðuroynna verður í Hvalbiar kommunu. - Tað verður har, tað verður mest praktiskt [...] Hinvegin ásannar hann, at við nýggja Hvalbiartunlinum er farleiðin til Tvøroyrar og bygdirnar syðri á oynni stytt munandi, umframt at tað er sum dagur og nátt at koyra gjøgnum nýggja tunnilin og so hin
gull og setur nýtt heimsmet, at Sosialurin fær orðið á Pál Joensen. Hann stendur leingi og tosar við fólk, sum standa honum heilt nær. Tað sæst á eygunum á honum, at hann er ein vónbrotin maður. Í løtum eydnast [...] stuttligur máti at ment seg upp á, sigur Pál Joensen við eyðkenda smílinum, sum av og á finnur vegin fram. Pál hevur onkra avtalu og skal víðari. Veðrið er av tí besta og stemningurin á Olympic Park er góður, nú [...] Føroyar stóð púra stilt eina løtu. Sjálvt viðmerkjararnir á BBC skiltu ikki hvat var hent. Maðurin við fjórð bestu tilmeldingartíðini kom á mál sum nummar 17. Meiri enn ein hálvan minutt seinni enn t
tað, sum er ringast, er at skera inn á bein og siga fólk úr starvi. Tað, haldi eg, er ótrúliga óbehagiligt, sigur Árni Gregersen. Hann dylur tó ikki fyri, at tað á ein hátt er ein lætti, at ein avgerð [...] tí er tað onkursvegna ein lætti. Men beint nú er tað irriterandi, og tað rakar ein upp á stoltleikan. Trýr upp á Dimmu Spurdur, um hann sær fyri sær, at Dimmalætting verður endurreist, er hann skjótur [...] Mánamorgunin varð greitt, at Dimmalætting ikki longur kemur út á gøtuna. Dimmalætting, sum er elsta avísin í landinum, hevur leingi ligið í tungum sjógvi, og starvsfólkini hava ikki fingið løn og eftirløn
Keldu, tá hon setti sjómannadagin leygardagin. Í setanarrøðu sínari vísti hon á, at virðingin fyri vinnuni má ikki fara fyri bakka. - Vit vita øll, at so satt sum vit liva, so fara vit at uppliva broytingar [...] tíverri. Fyri mong av okkum er sjó- og fiskivinnan bert nøkur tøl á einum arki, tí innlitið í hesa aldargomlu vinnu er so avmarkaður eisini á løgtingi, í landsstýri og hjá teimum, ið umsita málsøkið. - Tí [...] aðrir samfelagsborgarar fáa høvi at hittast, og har møguleikar eru at síggja og uppliva hetta umhvørvið á ymiskan hátt. - Latið okkum minnast til, at føroyska fiskivinnan er ikki bara nøkur tøl. Hon er ein
átikið sær at verið vitjunarvinir, og á skeiðnum varð gjøgnumgingið, hvat vitjunarvinirnir skuldu leggja dent á. - Hetta var ein góð barlast at hava, og vit, sum tóku lut á skeiðnum, lærdu síðani frá okkum [...] Hon er undangongukvinna á nógvum økjum, hevur aldri ræðst fyri at taka stig, har hon hevur mett tað er neyðugt, og mangan hevur verið heitt á hana fyri at fáa eitthvørt uppá føtur. Aldurin er eingin forðing [...] gomlu í Føroyum. - Í 1970 varð lóg samtykt á Fólkatingi um heimahjálp. Hetta frættist til Føroya, og vit tosaðu við myndugleikarnar um tað, men sum tað skiltist á lagnum, vóru teir ikki so heitir fyri at
kom til Føroya á ólavsøku næst síðsta ár. Hesin maðurin fór av, tí hann skal verða skipari á Martini, sum Bakkafrost hevur keypt úr Noregi. Tað sigur Leif Joensen, skipari á Hans á Bakka, við Føroysku [...] umborð og tríggjar í landi. - Umborð á Hans á Bakka arbeiða vit í seks tímar, og síðan hava vit frí í seks tímar. Tað er ein góð skipan, heldur skiparin. Hans á Bakka varð bygdur sum brunnbátur, sum skuldi [...] hevur keypt, koma í vinnu, fer Hans á Bakka at sigla burtur av við laksi til nýggja virkið á Bakka, sigur Leif Joensen við Føroysku Sjómansmissiónina.
hava góðar vónir. Fyrimunirnir við Hans á Bakka vera alsamt meira sjónligir, og nýggja virkið á Glyvrum er tað mest framkomna av sínum slag í heiminum. Smoltstøðin á Strond er eisini spennandi verkætlan fyri [...] kundi í dag avdúka eitt rakstrarúrslit á 254 milliónir krónur fyri fyrsta ársfjórðing 2016. Talan er um enn eitt sterkt úrslit frá alirisanum, ið kann vísa á ein vøkstur á 19 milliónir krónur samanborið við
er vorðið ov langt. Tað skuldi verið kravt, at meiri ferð varð sett á, soleiðis at vit varðveittu ta vitan, sum vit hava arbeitt upp á oljuøkinum. Her hugsi eg bæði um føroyskar fyritøkur og eisini tey [...] ganga í hvussu er tvey ár, áðrenn nakað virksemi verður aftur í Runavík. Kári Højgaard var eisini við á oljuráðstevnuni í Aberdeen herfyri. Heimaftur komin staðfestir hann, at tað er lítil fokus og áhugi [...] Atlantsmótinum sum støðan er í løtuni, tó at feløg hava bundið seg til at bora tilsamans átta brunnar á landgrunninum. -Tað er hugstoytt at síggja, at vit longu hava borað helvtina av brunnunum, og at sp
Í móttøkuni á Hotel Hafnia í miðbýnum hava vit sett brøðrunum Olsen stevnu. Við okkum í skjáttuni hava vit eina eldri plátu hjá teimum. Plátan stendur at vera útgivin í 1972. Heitið á plátuni er stutt [...] royna at halda áfram, siga teir báðir. Tá teir verða spurdir, um tað ikki bara kann ganga niður á bakka hesa tíðina eftir sigurin í Stokkhólmi, siga teir, at tað fyri so vítt kann vera rætt, men teir hugsa [...] stutt og greitt Olsen. Á plátuni eru myndir av tveimum rímiliga ungum monnum, sum eru klæddir, eftir tátíðarmetum, litføgrum og flottum klæðum. Teir siga beinanvegin ja til at fríðka um plátuna við nøkrum